Skip to main content

Botnurin er lyftur upp móti miðjuni


Fyri tjúgu árum síðan, setti Samstarvs- og Menningarstovnurin OECD sær fyri at bera saman førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í ymsu londunum. Hetta var byrjanin til PISA-kanningarnar, sum er stytting fyri Programme for International Student Assessment.


Triðja hvørt ár skal kannast, um tey 15 ára gomlu hava fingið tað burtur úr skúlagongdini, sum stovnurin krevur, til tess at næmingarnir til fulnar skulu megna at luttaka í sosialum og fíggjarligum høpi.


Í 2005 gjørdi føroyska Mentamálaráðið av, at Føroyar skuldu vera við í PISA-verkætlanini. Síðan hava Føroyar verið við í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og 2018.

Í innganginium í nýggju PISA frágreiðingini, sum varð løgd fram á Hotel Føroyum í morgun, verður víst á, at PISA kanningarnar fevna um lesing, støddfrøði og náttúruvísindi.


Onnur evni verða eisini viðgjørd, so sum kreativar problemloysnir (2012), samstarvandi problemloysnir (2015), alheimsførleikar (2018) og kreativ hugsan (2021). Kanningarnar kanna ikki einans um næmingarnir, tá kravda skúlagongdin er við at verða av, duga at endurgeva tað, tey hava lært, men eisini verður kannað, hvussu væl næmingarnir duga at gagnnýta tað, sum tey hava lært, og duga at nýta sína vitan í ókendum høpi, bæði í skúlanum og uttanfyri skúlan.


Nýggja PISA-frágreiðingin byggir á kanning, sum varð gjørd í 2018 í øllum 9. flokkum í Føroyum í støddfrøði, nattúruvísindum og lesing. Lesing var høvuðsøkið.

Um úrslitið kann sigast, at tað gongur støðugt framá. Føroyar eru komnar upp á OECD-miðal í støddfrøði, men eru framvegis væl undir OECD-miðal í náttúruvísindum og lesing.


Niðurstøðan í PISA frágreiðingini er, at ”Í Føroyum var týðilig afturgongd í næmingaavrikum í ymsu krøvunum til lesi-litterasi, eins og tøl greitt vísa, at vantandi lesiførleikar eisini hava ávirkan á, hvussu næmingar klára seg í støddfrøði og náttúruvísindum.

Í mun til miðal í PISA 2018 liggja Føroyar 32 stig undir PISA-miðal í lesing (487 stig) og liggja millum Grikkaland (457 stig) og Kili (452 stig) á stiganum. Sjálvt um kanningin í lesiførleikum greitt vísir afturgongd, hava vit megnað at lyfta niðasta bólkin á PISA-stiganum. Eingir næmingar eru endaðir á teimum niðastu stigunum”


Í hesum seinasta parti av PISA frágreiðingini verður víst á, at hóast støðan er álvarslig í føroyska skúlanum, kann tað muna við málrættaðum átøkum: ”At undirvísindarskipanin hevur megnað at lyfta niðasta bólkin er ítøkiligt tekin um, at átøk muna. Átøk, sum eru sett í verk eftir fyrstu PISA-kanningina í 2006, eru m.a. økt tímatal í føroyskum til yngstu flokkarnar, útbúgving av lesivegleiðarum, størri tilvit um at fáa til vega lættlesiligt tilfar til yngstu næmingarnar, útbúnir orðblindalærarar, DVO-kanning, sum hevur kannað allar næmingar í 3. flokki fyri orðblindni og nýggjar vælgrundaðar lesikanningar til teir yngstu flokkarnar hava eftir øllum at døma havt eina góða ávirkan á veikasta lesibólkin. Hinvegin megna føroysku næmingarnir í ov lítlan mun at koma upp um stig 2 á PISA-stiganum. Hetta er ein rættuliga álvarsom støða, tí OECD metir, at næmingar, sum ikki megna upp um stig 2, vanta neyðugu fakligu amboðini og fortreytirnar fyri hægri lesnaði.


Í lesing eru tað serliga førleikarnir at viðgera evni tvørtur um fleiri tekstir og tekstasløg, sjálvstøðug hugleiðandi hugsan, dýpdarlesing og útgreinan av fløktum upplýsingum, sum tykjast at geva trupulleikar. Hetta kann hava støði í námsætlanini fyri føroyskt og í teimum uppgávum, sum verða settar í landsroyndunum og fráfaringarroynd fólkaskúlans.”

Við støði í úrslitunum frá PISA-kanningini verða hesi tilmæli gjørd í lesing:
1. seta á stovn vitanardepil fyri lesing
2. fáa neyvari ásetingar um krøv til hugleiðing, abstraktión, kritiska kelduhandfaring og talgilda lesing í námsætlanina fyri føroyskt
3. seta próvtøkuuppgávur við hægri abstraktión, sjálvstøðugari støðutakan og kritiskari kelduhandfaring grundaðar á fjølsamansettar talgildar fleirkeldutekstir, sum eisini svara til hægstu stigini í PISA-kanningini
4. styrkja føroyskt sum amboðslærugrein í dagstovnaog skúlaskipanini


Í PISA 2018 hava Føroyar greitt størstu framgongdina í støddfrøði, har vit liggja yvir miðal í PISA-høpi og liggja ájavnt við stór lond sum Avstralia. Verri stendur til í lesing, har vit liggja væl undir PISA-miðal og millum lond, sum hava klárað seg illa í PISA og verða mett at hava illa virkandi skúlaskipanir. Hyggja vit at kynsbýtinum í føroysku tølunum í PISA-kanningini í 2018, eru dreingir greitt verri í lesing, meðan tað stendur javnt í náttúruvísindum. Í støddfrøði eru dreingirnir betur fyri. Eitt áhugavert evni, sum eigur at vera útgreinað nærri, sigur frágreiðingin.

Í eini teldlakanning (2016) kemur til sjóndar, at tá ið leitað verður eftir tilfari til stuttleika ella av áhuga, hevur miðilin flutt seg frá bókum til filmar. Meðan næmingar svara, at teir lesa onga bók um vikuna, síggja teir ein film um dagin og ein til fýra filmar um vikuna.


Í sambandi við KT verður mælt til, at ”tað verður gjørd ein didaktisk læruætlan fyri KT-lærufrøðisøkið. Í Føroyum eru vit sambært PISA væl við á KT-økinum, tá ið tað snýr sum telduútbúnað og netsamband, men úrslitini í ár geva ábendingar um, at stórur tørvur er á at fáa staðfest, á hvønn hátt vit brúka talgildu miðlarnar í læringarhøpi.”

At enda verður sagt um higartil rættuliga loyniligu PISA-uppgávurnar, at ”Mælt verður til at gera leysgivnar PISA-uppgávur frá 2012 tøkar hjá støddfrøðilærarum í fólkaskúlanum, so teir fáa høvi til at kunna seg um, hvørji ítøkilig krøv verða sett í mun til førleikastigan hjá PISA.”

Tekstbrotini eru úr PISA-frágreiðingini 2018, sum kann lesast øll sum hon er, her.