Undir yvirskriftini Fæst koppseting fyri falstíðindi? helt Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, skeið fyri lærarum um falstíðindi, og vísti á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum varð hildið í Námi 20. november, hevði til endamáls at geva lærarum kunning um og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum.
Lærarar vóru serstakliga væl nøgdir við skeiðið og søgdu í skrásettum eftirmetingum millum annað: sera væl fyrireikað, áhugavert, viðkomandi fyri meg sum undirvísara, gott at fáa innlit í hendan heimin við tíðindum og falstíðindum frá dugnaligum og pasioneraðum fólki innan yrkið, at branda digitalu dannilsislæruna sum umhvørvisátak var genialt, eg komi fegin til uppfylgjandi skeið, Fake News vol. 2.
Venda vit okkum nú til nýkomnu PISA-kanningina við hesum somu brillum og leitorðinum keldukritikkur, so renna vit okkum fimm ferðir í hetta hugtakið.
Undir yvirskriftini ”Spurningar í málførleika í fráfaringarroynd fólkaskúlans” verður á bls. 34 í nýggju PISA-kanningini sagt, at ”Serliga er tað sjálvstøðug hugleiðing, støðutakan, meting, kritisk hugsan og keldukritikkur, sum eiga at verða styrkt, um vit skulu gera munandi framstig í PISA.”
Undir yvirskriftini ”Átøk gera mun” verður á somu blaðsíðu sagt, at ”Serliga tekstfatanarkrøv á stigi 4 og 5, sum eru førleikakrøv, sum nútíðarsamfelagið setur í sambandi við keldukritikk og kritiska viðgerð av margfeldum, samansettum og talgildum teksti, eru ein veikleiki í føroysku undirvísingarskipanini.”
Víst verður til orsøkina til vánaligu støðuna á bls. 70 í niðurstøðuni í nýggju PISA-kanningini, har sagt verður, at ”Í sambandi við tekstfatanarkrøvini á stigi 4 og 5, sum eru førleikakrøv, sum nútíðarsamfelagið setur í sambandi við kelduhandfaring, keldukritikk og kritiska viðgerð av margfeldum, samansettum og talgildum teksti, kemur greitt til sjóndar ein veikleiki í føroysku undirvísingarskipanini, sum bæði kann hava sínar røtur í námsætlanini í føroyskum og próvtøkuspurningunum, sum í stóran mun stýra undirvísingini.”
Til endans verður tikið saman um á bls. 72, og keldukritikkur fær eisini eitt talgilt andlit, lesingin fær frámerkið faklig lesing, og krav verður sett fram um økt orðfeingi hjá næmingum og at lærarar skulu á skeið:
”Hugsa vit um tað at taka lut í PISA og at loysa uppgávur av ymiskum slagi í undirvísingini, er ein treyt, at næmingurin hevur orðfeingi, fakligu amboðini, bæði í talu og skrift, til at megna tað í øllum lærugreinum. Dentur eigur at leggjast á talgildan keldukritikk í øllum lærugreinum. Faklig lesing má takast í álvara, og ymsir lesihættir eiga at verða nýttir í øllum lærugreinum. Lærarar mugu eftirútbúgvast innan fakliga og talgilda lesing. Teir eiga somuleiðis at fáa innlit í, hvørjar lærufrøðiligar broytingar talgild vitanarmiðlan setur til handfaring av keldum. Tilvitað eigur at vera virkað fyri, at næmingarnir økja um sítt orðfeingi á føroyskum.”
Tað stendur ikki væl til í lesing í føroyska fólkaskúlanum, men skeiðið við Brynhild sannførir meg um, at vit eru á rættari leið.