Bæði Politiken og Berlingarin, sum eru stórar gamlar avísir og tíðindamiðlar í Danmark, hava seinastu dagarnar fortalt okkum heimalandsføroyingum alt um ein minutt á ljóði, har ein landstýrismaður fær turt uppá frá einum aðalstjóra - ella er tað øvugt - um 5G samstarvið við Huawei í Kina, annars missa vit kinesiska laksamarknaðin hjá Bakkafrost, sum eisini stuðlar karismatisku Kelduni, har landstýrismaðurin syngur í kóri, og annars er í sama politiska flokki sum føroyska handilsumboðið fyri Huawei, og báðir eru undir leiðslu av løgmanni, sum fyrr arbeiddi fyri konkurrerandi telefyritøkuna, sum eisini dúvaði uppá Huawei, og sum er úr sama politiska flokki, sum núverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum stillaði upp fyri. Og takk fyri tað!
Tað er sum inngangurin til sjónvarpsrøðina Soap í fyrndini, tá sjónvarpsfeløgini vóru kring landið, síðst í 70’unum, og øll persónsambondini skuldu lýsast. - Eru tit forvirraði? Bíða bara til tú sært næsta partin av Soap, ljóðaði lýsingin. So koyrdi tað. Men tá var Dagblaðið eisini í hæddini.
Men eini minutturin av nútíðar samrøðu á hægsta føroyska heimastigi er bannaður at spæla í føroyskum miðlum, ella í hvussu er í Kringvarpinum, sum sambært Føroya Rætti hevur tiltuskað sær upptøkuna á óndsinnaðan og ólógligan hátt. Kann eingin annar føroyskur miðil á føroyskari jørð spæla okkum henda eina minuttin, ella skalt tú verða danskt skrásettur danskari í Danmark fyri at spæla henda eina føroyska minuttin?
Higartil kunnu vit í hvussu er takka syðra partinum av ríkinum, hinum suðurdanska, fyri at fylgja við í, hvat hendir í okkara egna landi í hesum altjóða glantrileiki. Í meðan bíða vit. Sum í absurda Beckett leikinum um Godot.
Haldi, at føroyska pressan má vakna og siga okkum, hvat aðalstjórin segði við landstýrismannin í Tinganesi, ella hvar teir halda til og hava teirra áhugamál, landinum - kanska - at frama. Í meðan kemur ivin ongum til góða. Í hvussu er ikki hesum báðum í absurda leikinum, sum eingin veit, hvat er um, hvat plottið er, ella um tað er tann reina reyvafallskomedia av slapstick-slagnum frá tíðini innan ljóð varð sett til film.
Spæl nú ljóðfíluna!
Føroyska pressan, tit eru eftirlýst!