Skip to main content

Posts

Eysturkommuna stuðlar TROM við einari millión

- Vit hava samtykt at játta eina millión krónur til sjónvarpsrøðina TROM. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, í videofrásøgn frá býráðsfundinum, sum var í Eysturkommunu í gjárkvøldið, hóskvøldið 25. juni. Vinnunevndin, har Hanna Jensen er forkvinna, og Mentanarnevndin, har Hans Mourits Foldbo er formaður, høvdu gjørt eitt uppskot um at játta filmsverkætlanini TROM eina millión krónur frá mentunaraktivu kommununi. Tilsamans vóru tey 5, sum løgdu uppskotið fram. Fíggjarnevndin, har borgarstjórin er formaður, mælti til at taka undir við uppskotinum, tó við tí treyt at partur av upptøkunum verða gjørdar í Føroyum, og í Eysturkommunu. Býráðið samtykti síðan einmælt at taka undir við tilmælinum hjá fíggjarnevndini, við teirri treyt at landið eisini stuðlar verkætlanini við eini munandi upphædd. Eysturkommuna vil stuðla arbeiðinum hjá TROM-fólkunum, og vilja ætlanini tað besta. Tey hava stuðlað verkætlanini heilt frá føðingini, higartil við umleið 300 túsund krónum. Eyst

Fyrsta kvinna í Saudiarabia ger film

Hetta er Haifaa Al Mansour (f.1974), sum er fyrsti kvinnuligi filmsleikstjóri í Saudiarabia. Nú hevur hon gjørt spælifilmin ”Maryam - The Perfect Candidate”, sum Filmsfelagið vísur mikudagin 8. juli. Haifaa hevur lisið bókmentir í Kairo og film í Sydney. Evnið, ið er arabiska nútíðarkvinnan móti eini aldargamlari patriarkalskari hevd, sást eisini í sýriska heimildarfilminum ”The Cave”, sum Filmsfelagið vísti 4. mars í ár, tá læknin, Haifa Awad, innleiddi. Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fer at innleiða sýningina við nýggja saudiarabiska filminum ”Maryam – The Perfect Candidate”. Spildurnýggi spælifilmurin, sum varir 100 minuttir, sigur okkum søguna um eina dugnaliga og framsøkna kvinnu í Saudiarabia, sum er lækni, Dr. Maryam Alsafan. Hóast førleikar og avrik, noyðist hon at stríðast fyri at verða vird millum teir menn, hon alla tíðina arbeiðir saman við og teir sjúklingar, hon er um. Tá Maryam ikki sleppur til eina samrøðu um eitt betri starv í Dubai,

Í agurkutíð: Eingin vilji til win-win vinnu

Tá vinnumálaráðharrin ikki hevur win-win vilja og ikki vil bendast, so er gott við eini íslendskari agurk. Har vita tey beint fram, hvat filmur er. Einaferð Frikki, hin stóri Fridrik Thor Fridriksson, var her saman við høvundanum Einari Kárason at vísa Skytturnar,  varð hann spurdur, hvussu filmsgerð byrjaði í Íslandi. Jú, segði hann á dvøljandi íslandsenskum, sum bara Björk og hann duga, tað var tá Goethe Instituttið, sum var so framsíggið at hava eina íslendska skrivstovukvinnu, bjóðaði Wim Wenders til Reykjavíkar at halda ein fyrilestur um at gera film. So fóru vit at gera film og gera tað enn. Soleiðis er tað. Egill Eðvardsson, ið samstundis vísti Húsið: Trúnaðarmál legði seg innímillum og segði, at um tú í fyrstu roynd fórt á húsagang, so bjóðaði grannin sær til, og tú pantsetti hansara hús, og so aftur næstu hús, um tað tænti endamalinum at gera film í gøtuni. Tí tað var tað, vit vildu. So kom íslendski filmsgrunnurin í 1978 og nú er alt søga, blómandi vinnulívssøga,

Vegjaðaramyndir

Meðan tey planta og foredla vegjaðarabumbur í øðrum londum, fari eg at finna uppá orðið vegjaðaramyndir. Myndir tiknar við vegjaðaran í Sandoynni meðan longsti dagur enn er í hondum. Nú tað er uppá móta at ferðast í egnum landi, kom tann tanki til mín, at var eg úr Sandoynni, so var eg ivaleyst besettur av opna vegnum og villu víddunum, sum vit bara kenna av preriuni í nýggja heiminum, fyrst frá hvítu niðursetufólkunum í indianaralandi og seinni frá slammresiterandi beatnicks, sum plantaðu og foredlaðu orðabumbur við vegjaðaran til og frá San Francisco. Fyrst er at keypa ein kassa við rabarbum og káli við vegjaðaran í Veltuni heima á Sandi. Rabarbukassin sæst niðast til høgru á fyrstu vegjaðaramyndini niðanfyri. Næsti standsur heima á Sandi eru Mølheyggjarnir har sandurin er so fínur og lættur, at lotar hann, so fært tú hann beint í eygað og mást blunda fyri øllum tí eksotiska vakurleikanum. Fremmant og løgið, tá hann melur av ymsum ættum og bráddlig vindstrok

Hví eydnast Kirkjubøur so væl sum ferðafólkastaður?

Minnist ikki rættuliga nær eg fyrstu ferð var í Roykstovuni í Kirkjubø, so langt síðan er tað. Men ein søgutráður er, at í 1984 møtti eg Páll bónda á einum videoskeiði í Havn. Og nakað seinni vóru tað brøðurnir Bellamy, ið vildu síggja garðin, tí teir akkurát tá høvdu keypt fedrannagarðin í Florida. - Hann var hundrað ára gamal og kundi fallið í órøkt, kom hann ikki aftur í ættina, søgdu teir báðir við glampandi eygum, og murraðu You Ain’t Just Whistlin’ Dixie undir syllunum. Men tá murrandi floytið rann út, fingu teir at vita, at eitt víkingaskip kom við Stokkastovuni sum byggisett úr Noregi, og at í dag er hesin garður í minsta lagi níggju ferðirnar eldri enn teirra. Tá mistu teir pippið, amerikanararnir, sum fóru at tosa um nýggjasta Ford pickuppin, reyðan við breiðum felgum, og eg ørminnist, at eg helt meg hoyra teir hugsa, at undir hesum firmamenti við Brandansvík kann eingin alin úr nýggja heiminum hjá hvíta manninum brúkast. So mikið størri er ábyrgdin at umsita bæði ga