Einaferð Frikki, hin stóri Fridrik Thor Fridriksson, var her saman við høvundanum Einari Kárason at vísa Skytturnar, varð hann spurdur, hvussu filmsgerð byrjaði í Íslandi.
Jú, segði hann á dvøljandi íslandsenskum, sum bara Björk og hann duga, tað var tá Goethe Instituttið, sum var so framsíggið at hava eina íslendska skrivstovukvinnu, bjóðaði Wim Wenders til Reykjavíkar at halda ein fyrilestur um at gera film. So fóru vit at gera film og gera tað enn. Soleiðis er tað.
Egill Eðvardsson, ið samstundis vísti Húsið: Trúnaðarmál legði seg innímillum og segði, at um tú í fyrstu roynd fórt á húsagang, so bjóðaði grannin sær til, og tú pantsetti hansara hús, og so aftur næstu hús, um tað tænti endamalinum at gera film í gøtuni. Tí tað var tað, vit vildu.
So kom íslendski filmsgrunnurin í 1978 og nú er alt søga, blómandi vinnulívssøga, sum eisini er Oscartilnevnd, og dregur alt afturat sær, eisini úr øðrum londum.
- Og einaferð skulu vit gera ein Føroyafilm, ella í hvussu er ein film í Føroyum, sigur Frikki, sum longu tá hevði samband við Sony og líknandi fíggjarrisar. Henda setning sigur hann enn, tá hann møtir føroyingum.
Nú eru tað vorðin almenn skandalutíðindi, hóast summartíð við longstu gurkum – einaferð komu tær úr Kirkjubø – at vit vilja ikki gera filmsrøðina Trom í Føroyum, men hava avreitt hana til júst íslendingar, røðina, sum byggir á ritverkið hjá ídnasta føroyska høvundanum, Jógvani Isaksen, við Torfinni Jákupsson sum leikstjóra og Jon Hammer sum framleiðara.
Undir koronastingslinum í summar vóru boð til Filmsfelagið at koma á netfund við Løgtingsins Vinnunevnd um Teams. Umframt at fáa heiðurin at úttala meg, fekk eg innlit í stóra, konstruktiva og innlitsfulla arbeiðið hjá forkvinnuni, Bjørt Samuelsen, og eftirfylgjandi tingkjakinum hjá serliga Jóhannis Joensen, ið sum skúlastjóri eisini hevði eina didaktiska tilgongd til film og miðlar á Tingi. Fantastisk framdrift at geva nýggju vinnugreinini, føroyskari filmsgerð.
Hevði tí framúr góðar vónir um ein bata viðvíkjandi filmi í Føroyum í kjalarvørrinum á hesum uppskotinum hjá Vinnunevndini til samtyktar um Menning av føroyskari filmsvinnu" (løgtingsmál 117/2019).
Hóast eintýðugt jaliga viðgerð eydnaðist einki. Sitandi samgonga hevur, ikki ólík øðrum samgongum, sum tey nú byggja á, tilskrivað sær sjálvari serpatent upp eitt serliga fornermað føroyskt representativt demokrati við javnt og samt at siga soleiðis vegna samgonguna:
"Avvarðandi landsstýrismenn, ið umsita afturberingarskipanina og stuðulsskipanina, hava boðað vinnunevndini frá, at teir arbeiða við at styrkja hesar skipanir. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið."
Og soleiðis bleiv niðurstøðan - hóast føgru orðini. Eitt minniluta-djúpsøkk-fornermilsis-demokrati. Tað er føroyska forðarenningin á Tingi. Og tað kann so fara í skúlabøkurnar um núlidna samtíðarsøgu. Í so máta alt annað enn ein góð politisk skipan, vit hava gróðursett.
Eg skilji væl at føroyskir filmsarbeiðarar finna aðrar fíggingarkeldur, tí her er mest sum turt og einki útlit fyri bata heldur, óansæð hvussu landstýrismaðurin ringir seg, nú hann er krøktur sum maðkur.
Hesa tíð kunnu agurkuuppskriftirnar verða mangar, bæði heimligar og útlendskar. Kanska er best við heitum hundi beint í hondina. Men við øllum. Kortini.