Skip to main content

Hví eydnast Kirkjubøur so væl sum ferðafólkastaður?


Minnist ikki rættuliga nær eg fyrstu ferð var í Roykstovuni í Kirkjubø, so langt síðan er tað. Men ein søgutráður er, at í 1984 møtti eg Páll bónda á einum videoskeiði í Havn. Og nakað seinni vóru tað brøðurnir Bellamy, ið vildu síggja garðin, tí teir akkurát tá høvdu keypt fedrannagarðin í Florida.

- Hann var hundrað ára gamal og kundi fallið í órøkt, kom hann ikki aftur í ættina, søgdu teir báðir við glampandi eygum, og murraðu You Ain’t Just Whistlin’ Dixie undir syllunum.

Men tá murrandi floytið rann út, fingu teir at vita, at eitt víkingaskip kom við Stokkastovuni sum byggisett úr Noregi, og at í dag er hesin garður í minsta lagi níggju ferðirnar eldri enn teirra. Tá mistu teir pippið, amerikanararnir, sum fóru at tosa um nýggjasta Ford pickuppin, reyðan við breiðum felgum, og eg ørminnist, at eg helt meg hoyra teir hugsa, at undir hesum firmamenti við Brandansvík kann eingin alin úr nýggja heiminum hjá hvíta manninum brúkast.

So mikið størri er ábyrgdin at umsita bæði garð og ferðafólkamóttøku á júst hesum stað.

Storytelling, førleikin at siga søgur, er tað fyrsta og mest avgerandi, ið møtir okkum eins og útlendinginum, so vit kenna okkum sum mitt í verðini, tí tað er tað øll ferðafólk ynskja at verða, sett mitt í verðina, eisini tá kríatúrini skulu fóðrast.


Og so er tað praktiska parkeringsplássið niðri við kirkjuna, sum helst er Føroya elsti bygningur, kirkjan altso. Gjøgnum øll hesi ár hava ferðafólk kunna koyrt og gingið sum teimum lystir, men greitt er, at lítla bygdin kann ikki slúka allari ferðafólkaferðslu, hóast opið er at koma alla staðni uttan í Roykstovuna, har tað kostar 50 krónur, um tú ynskir at gjalda, sum sagt verður á heimasíðuni. Og ert tú heppin, kanst tú eisini síggja inn í gomlu skrivstovuna.


Annan vegin er hetta ein gamaldags sjarma úr peningaleysa samfelagnum, men hinvegin ber hetta ikki boð um eina framtíðartryggjaða burðardygd, skal alt haldast við líka í eini ókomnari ferðafólkaframtíð, uttan at profittmaksimerking tekur yvirhond og rennur alt um koll, so eingin tímir at koma á gátt, eins og greiðar ábendingar longu eru úr øðrum støðum í landinum. Vandi er í hvørjari vælferð.

Undir skipanini Heimablídni verður ein góður biti boðin í Roykstovuni, har hølini eru tey bestu, hugnaligastu og søguríkastu. Skuldi tú ivast í hesum seinasta, so er at biðja Jóannes siga søguna um lastalúkuna av Principiu, sum fórst í Søltuvík fyri jól í 1895. Undir hvíta dúkinum er hon høvuðsborð í Roykstovuni, lastalúkan. Staðbundin autentisitetur og kynstrið at siga søgur, gera henda stað ógloymandi. At so borðreiðingin og maturin fylgja við, gera ikki løtuna verri, og so slettis ikki, tá tú varnast ljósið niður gjøgnum ljóaran, ið saman við aldrandi brettunum uttan um teg, geva tær eina kenslu av norrønari stavkirkju, sum er tiltikin góð til akustiskar ljóðupptøkur, so broyskið ljóðið er. Uttan prent og list fært tú ein varhuga av slitsterkastu halgimyndini, henni við seinastu kvøldmáltíðini, tá ljósið skínur á okkum øll, og tú sjálvur ert boðin við.


Og enn eru vit slettis ikki komin inn í Múrin ella Ólavskirkjuna, tíansheldur út á Bø.

Men koyrir tú í bili til Kirkjubøar, so sært tú avbjóðingarnar, sum hesin okkara allra søguligi staður hvønn dag er fyri, nú bakkaverja skal gerast. Ikki tí, hon er neyðug, fyri ikki at siga bráðneyðug, ein bakkaverja við Brandansvík, men tá tú tekur teg gjøgnum Velbastað og har umkring, so sært tú ringastu ræðumyndir, sum Kirkjubøur og øll føroysk ferðastøð eru upp í móti, hvussu søgulig tey eru. Her er eingin náði fyri verkfrøðini. Hygg eftir grótinum úr undirsjóvartunnlinum, sum verður slongt niðan í bøin, og longu innan vit koma til brotna vakstrarhúsið, kanst tú hyggja eftir traktormotorum, oljutunnum og settum bilum, ið sløðast fram við vegnum til gamla bispasætið. Og niðri undir okkum er størsta sár í føroyskum lendi, Gamla Rætt, sum skjótt verður púra óneyðugt, ja kanska kann brúkast sum drive in biografur úr Hesti.

Verkfrøðin er vandamikil tá land ella kommuna skal hava hana at gera hol og finna grót, og øll verkfrøðin fer at grópa á fyrsta nesi beint fyri sjónini á fólki í øllum landinum. So sjónlig eru hesi anus mundi, at einaferð var framsýning í Listaskálanum við hesum heimagjørdu holum, ið aldri verða tept, men standa til ævigar tíðir, tí onkur politikari í ovfarakæti tók støðu til tey, hesi heimsins jarðarhol, sum eru aftast í øllum kappingardeildum.

Men enn stendur Kirkjubøur sum ein perla, allarfremst við Roykstovuni og hennara servering. Mett sum ferðafólk, kann einki minni enn hægsta støðumet gevast fyri hesa tænastu. Kirkjubøur rular - við Jóannesi og Roykstovuni á odda!