Skip to main content

Eysturkommuna stuðlar TROM við einari millión


- Vit hava samtykt at játta eina millión krónur til sjónvarpsrøðina TROM. Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri, í videofrásøgn frá býráðsfundinum, sum var í Eysturkommunu í gjárkvøldið, hóskvøldið 25. juni.

Vinnunevndin, har Hanna Jensen er forkvinna, og Mentanarnevndin, har Hans Mourits Foldbo er formaður, høvdu gjørt eitt uppskot um at játta filmsverkætlanini TROM eina millión krónur frá mentunaraktivu kommununi. Tilsamans vóru tey 5, sum løgdu uppskotið fram.

Fíggjarnevndin, har borgarstjórin er formaður, mælti til at taka undir við uppskotinum, tó við tí treyt at partur av upptøkunum verða gjørdar í Føroyum, og í Eysturkommunu.

Býráðið samtykti síðan einmælt at taka undir við tilmælinum hjá fíggjarnevndini, við teirri treyt at landið eisini stuðlar verkætlanini við eini munandi upphædd.

Eysturkommuna vil stuðla arbeiðinum hjá TROM-fólkunum, og vilja ætlanini tað besta. Tey hava stuðlað verkætlanini heilt frá føðingini, higartil við umleið 300 túsund krónum.

Eysturkommuna vónar, at veitti kommunali stuðulin fer at toga verkætlanina aftur til Føroya, nú so nógv kjak hevur verið í miðlunum um manglandi peningaligan stuðul úr Føroyum til hesa stóru og væl fyrireikaðu filmsætlan.


Eysturkommuna ynskir, at røðin við Hannisi Martinsson, sum Jógvan Isaksen, ið sjálvur er ættaður úr Gøtu, skrivaði, og sum byrjaði við einum morði á Støðlafjalli, og har grindadrápið við líkinum, var í Syðrugøtu, verður filmað í Gøtu, helst eisini tí at Tórfinnur hevur hugsað filmsætlanina har, meðan hann hevði roykipausur á Fiskavirkinum í Gøtu í ungdómsdøgum, allar helst hyggjandi upp á júst Støðlafjall. Hetta er Gøta og filmsvinna á einum perlutráði, sigur ein vælnøgd Hanna Jensen.

Rísastóra komunala upphæddin, sum Eysturkommuna hevur játtað, fer nú vónandi at geva verkætlanini TROM eitt jaligt momentum kring alt landið.