Skip to main content

Posts

Ein nýggj dýrtíð dagar undan

Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini. Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni. Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt fr

Er hon lesbisk ella ikki?

Sunnkvøldið sá eg amerikanska filmin Freeheld , ið byggir á veruligar hendingar, har tvær kvinnur í parlagi ikki sleppa at gera av, hvør teirra skal fáa pensiónina hjá henni, sum situr í einum góðum løgreglustarvi og brádliga gerst deyðasjúk. Saman hava tær keypt eini hús, ið hin eftirsitandi ikki hevur ráð at gjalda. Góður amerikanskur filmur, sum setur hugsjónina um javnrættindi á breddan. Men so kom mær til hugs tær atfinningar, ið nýliga hava verið frammi um leikarar, sum á filmi spæla annað enn tað, tey sjálvi eru beint nú, sum um filmurin ikki var fiktión, men veruliga filmaður veruleiki sæddur við einum Gudseyga í tí høga, har indiánarar, um teir medvirka, eru so troyttir av lívinum, at teir hava teknað seg at vera við í kovboyfilminum fyri at verða skotnir og doyggja. Fyri hálvt hundrað árum síðan var líknandi lívligt kjak í føroysku heimunum, um Ian Gillan var trúgvandi, nú hann hevði átikið sær høvuðsleiklutin í Jesus Christ Superstar. Fór at leita, um filmstjørnan

Hans Baianstovu á Lorry

Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu. Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð. Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum? - Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt , sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll. - Et veldig kult sted, og Melb hade mye av det som poppet opp i Os

Maskukontekstur

Í ár var eitt sjáldsamt høvi at taka hesa mynd á ólavsøku. Ikki tí, í útvið tjúgu ár hava fólk savnast akkurát her, á Doktaragrund at hátíðarhalda tað, sum vit hefta at hugsanini um ein tjóðardag, og hvussu langt vit eru komin í strembanini at skapa skilning fyri hesi hugsan, og síðan at skipa eina føroyska tjóð við undirtøku í fólkinum. Í gomlum døgum vóru fólkafundir júst her, so komu parkeringsplássini, sum enn standa við, og seinastu árini er tað Unga Tjóðveldi, ið hevur tikið siðin til sín at hava fólkafundir millum søguligu veggirnar, ið minna okkum á, at alt hevur sína tíð. Møttu vit júst hesum fólkahópi og vistu einki um kontekstin ella savningarmentanina, so hildu vit ivaleyst at hetta vóru nýkomin ferðafólk av einum streymlinjaðum ferðamannaskipi úr nýggja heiminum, sum við munnbindi frammaní komu í land at manifestera ástøðufundin við myndatóli eina evarska løtu fyri vinfólkum í tí fremmanda, rætt sum Marco Polo og aðrir rannsóknandi landkannarar í fyrndini. Tá høv

Í talgildum einsemi

Mikudagin 19. august innleiddi Gitte Klein, sálarfrøðingur, franska filmin Celle que vous croyez , sum hevur enska heitið Who you think I am og dannska heitið Forført . Høvuðsleikari er 56 ára gamla stjørnan Juliette Binoche og leikstjóri er 52 ára gamli Safy Nebbou. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri. Gitte er aktuell við bókini Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt. Her er inngangurin: Social Distancing merkir nakað tað sama, sum at vera sosialur og halda frástøðu. Ella at vera sundur og saman. Hetta heitið fór veruliga at gera um seg, samstundis sum alt fleiri børn og ung fóru at nýta meiri og meiri tíð við online spølum, í hvør sinum kamari og ofta í hvør sínum landi. Sum tímarnir í einsemi øktust, fór samfelagið at bera í bøtuflaka fyri atferðina. Børnini vóru sosial, tey vóru bara saman á eina annan hátt enn fyrr, á ein hátt sum var júst eins góður og aðrir mátar. Hetta eru nýggjar tíðir, og nýggir møguleikar, varð sagt. Og tey, sum varlig

Fýramannafar flotað á Gitche Gumee

Seinastu árini hevur exil-føroyingurin, Torfinn Hansen, tikist við at smíða eitt fýramannafar. Báturin er skaptur inni í skóginum við Lake Superior* í Kanada. Nú er flotta farið endiliga flotað slakar 5.000 kilometrar úr Føroyum. Sum myndin vísir, flýtur báturin væl á verðins víðasta vatni. Hann hevur vakurt og harmoniskt spring. Fýramannafarið hjá Torfinni er skitsað við íblástri frá fotomyndum og upplýsingum úr skipalistanum og bókini hjá Andras Mortensen um hin føroyska róðrarbátin. Listarliga skapið er tó eisini tikið úr kensluríkum minnum. Í fimmtiárunum plagdu Torfinn og barndómsvinurin í Havn, Rógvi Holm, at meta, hvussu ymsir bátar bóru seg. Fúrstaligt far Á hesum nýggja farinum eru 19 føtur og 10 tummar millum stavna; tað er tveir tummar undir eitt fýramannafar. Reisingarnar eru sum á røttum føroyskum báti, men stavnarnir standa tó nakað hægri fyri at gera bátin meira fúrstaligan. Tollarnir lena væl út, men sjálvur báturin er ikki so væl útlagdur. Næstovasta

Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú!

Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi  (foto: Árni Øregaard) Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast  Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar. - Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin. - Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks. Pisa-sjokkið - Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er, at fles

Hvør er besti filmur í Norðurlondum?

Altjóða filmstevnan í Haugesund er av og eins og á hvørjum árið endar hon við at kunngerða, hvørjir filmar eru í uppskoti at fáa Filmsvirðislønina hjá Norðurlanda Ráðnum, sum er 350.000 danskar krónur. Í bókstavarøð eftir upprunalondunum eru hesir fimm spælifilmar í uppskoti: Danski filmurin Onkel , sum Frelle Petersen hevur leikstjórnað og skrivað handrit til. Dómsnevndin sigur um filmin: "I Onkel er alt småt – ikke forstået som ’ubetydeligt’, ’ligegyldigt’, ’bagatelliseret’ og ’banalt’, men som ’alment’, ’lokalt’, ’ydmygt’ og ’rendyrket’. Onkel ser det store i det små. I filmisk sammenhæng hører det bestemt til småtingsafdelingen, at en ung kvinde drømmer om at opleve verden, men samtidig føler sig bundet til den handicappede og ensomme onkel, der har opdraget hende. Men Onkel rammer netop de store følelser i et af livets mange små valg rent … renhjertet. Uden filmstjerner, med amatører, på en almindelig gård, på en lille dialekt i et glemt hjørne af fjerne Sønderjylland