Skip to main content

Er hon lesbisk ella ikki?


Sunnkvøldið sá eg amerikanska filmin Freeheld, ið byggir á veruligar hendingar, har tvær kvinnur í parlagi ikki sleppa at gera av, hvør teirra skal fáa pensiónina hjá henni, sum situr í einum góðum løgreglustarvi og brádliga gerst deyðasjúk. Saman hava tær keypt eini hús, ið hin eftirsitandi ikki hevur ráð at gjalda.

Góður amerikanskur filmur, sum setur hugsjónina um javnrættindi á breddan.

Men so kom mær til hugs tær atfinningar, ið nýliga hava verið frammi um leikarar, sum á filmi spæla annað enn tað, tey sjálvi eru beint nú, sum um filmurin ikki var fiktión, men veruliga filmaður veruleiki sæddur við einum Gudseyga í tí høga, har indiánarar, um teir medvirka, eru so troyttir av lívinum, at teir hava teknað seg at vera við í kovboyfilminum fyri at verða skotnir og doyggja.

Fyri hálvt hundrað árum síðan var líknandi lívligt kjak í føroysku heimunum, um Ian Gillan var trúgvandi, nú hann hevði átikið sær høvuðsleiklutin í Jesus Christ Superstar.

Fór at leita, um filmstjørnan Julianne Moore í veruleikanum var lesbisk, so sum leikluturin í hesum film greitt og sannførandi legði upp til, um so er at vit í gerandisligu nútíðini samtykkja við niðurgerandi hugsjónini um, at vit eru blivin fiktiónsblind, ella ikki eru komin til menningarstøðið, sum týskir granskarar eftir kríggið settu ájavnt við kynbúgvingarárini, at skilja markið og munin á leiki og veruleika, gaman og álvara, sum tey í Sjónleikarhúsinum siga yvir pallinum, okkum til áminningar innan vit njóta sýningina, sum vit í foyérini hava keypt atgongumerki til.

Sunnukvøldið fann eg útav á netinum, at sum kvinna er Julianne Moore tvær ferðirnar gift og báðu ferðirnar við eini kynsveru, sum í giftingarløtuni varð skrásett sum maður. Í seinnu giftu, sum enn stendur við, hava tey eina dóttir, ið ber navnið Liv Freundlich.

Henda sannleikssøkjandi filmiska stevna, ið hevur tikið seg upp millum opiniónsmakarar, sum millum bilettsølu og lørift tevja Oscarvirðislønir, fær meg at hugsa um frábrigdi av gamalsligu cinéma vérité stevnuni, og fer heilt givið at elva til at vit hálsfevna film, sum verður einoygd statement úr geradisdegnum, ið ikki neyðvendigvís eru filmslistini viðkomandi.

Meini so við, í danska filminum Blinkende lygter er ein leiklutur, sum eitur færingen. Tað er ein svenskari, Peter Andersson, ið hevur tikið á seg leiklutin at verða harðrendur pengainnkrevjari í donsku undirverðini meðan hann etur turran fisk, beint av skræðuni.

Skulu vit fara í hernað móti øllum type castarum í verðini, sum oyðileggja okkum illusjónina av tí, sum í okkara eygum er ektað føroyskt, og krevja at henda og allar líkandi avgerðir um keyptar leiklutir á filmi verða rullaðar aftur til eitt null-punkt, har vit byrja av nýggjum, og bara síggja og góðtaka leikarar, ið ikki leika, men bara eru - í okkara egnu rættvísiskrevjandi ørsku?

Gamaní, skal tað kennast, sum um tú hevur fingið ein stein í skógvin frá leikstjóranum, tá tú sært ein framúr film, men tá eg fari í biograf, er tað fyrst og fremst fyri at verða fiktiónsforførdur. Ikki fyri at staðfesta egin bløðandi líktorn og persónligar vírikar, eg til gerandis gangi við, serliga tá eg havi keypt nýggjar skógvar, ið enn ikki eru traðkaðir til, men bara fyri at njóta ein film fyri tað hann er í førførandi illisiónini. Tí fyri hvønn ein føring er filmur tann reina forføring.