Mikudagin 19. august innleiddi Gitte Klein, sálarfrøðingur, franska filmin Celle que vous croyez, sum hevur enska heitið Who you think I am og dannska heitið Forført. Høvuðsleikari er 56 ára gamla stjørnan Juliette Binoche og leikstjóri er 52 ára gamli Safy Nebbou. Tað er Filmsfelagið, sum skipar fyri. Gitte er aktuell við bókini Talgilda framtíðin - hvussu fyrireika vit børn og ung á bestan hátt.
Her er inngangurin:
Social Distancing merkir nakað tað sama, sum at vera sosialur og halda frástøðu. Ella at vera sundur og saman. Hetta heitið fór veruliga at gera um seg, samstundis sum alt fleiri børn og ung fóru at nýta meiri og meiri tíð við online spølum, í hvør sinum kamari og ofta í hvør sínum landi. Sum tímarnir í einsemi øktust, fór samfelagið at bera í bøtuflaka fyri atferðina. Børnini vóru sosial, tey vóru bara saman á eina annan hátt enn fyrr, á ein hátt sum var júst eins góður og aðrir mátar. Hetta eru nýggjar tíðir, og nýggir møguleikar, varð sagt. Og tey, sum varliga vístu á, at hesir báðir samveru hættirnir - andlit til andlits og virtuelt nokk ikki heilt kundu samanberast, fingu at vita, at tey bara vóru gamaldags og grenjut. Afturhaldssinnað og konservativ.
Korona hevur aftur givið heitinum lív. Og um Korona ikki hevur verið gott fyri annað, so hevur tað í øllum førum víst okkum, at online bindiklubbar og online felagssangur eru ein neyðloysn, eins og góða glasið av víni smakkar best, tá tey, vit drekka saman við, eru í sama rúmi, sum vit. Júst eins og online spælið ongantíð kann samanberast við veruliga spælið, har vit hyggja í andlitið á hvør øðrum og fanga smálutirnar í samskiftinum, sum ikki er millisekund forskotið. Sosialar spælireglur og empati læra vit best, tá vit eru saman saman.
Í Asiatisku londunum, eitt nú Korea, har tøkninýtslan er komin enn longur enn her heima, er social distancing vorðin ein lívstreyt hjá einum stórum parti av ungdóminum. Ikki tí nakar forðar teimum í at vera saman saman, men tí alt ov nógvir tímar í einsemi við skíggjanum og online vinum hevur elvt til eina fremmandagerð í mun til, hvussu man er saman í veruliga lívinum. Og hvat ger man so, tá hormonini fara at leika í kroppinum, girndin vaknar, og man ikki hevur neyðugu royndirnar og førleikarnar at samskifta við ella hyggja onnur í eyguni?
Jú tá fer man oman á hornið, har gentur selja seg sjálvar - ikki sum skøkjur men sum samrøðupartnarar, har neyðars dreingirnir (tí dreingirni eru í yvirvág) kunnu venja seg at samskifta, og um teir rinda ein eyka kostnað eisini kunnu keypa seg til eitt klemm ella bæði tvey. Á henda hátt keypa teir sosialu førleikarnar og kropsligu sambondini, sum í síðsta enda merkja, at vit yvirliva sum ætt.
Tað er ikki so løgið, at robott dukkurnar í hesum londum eru nógv eftirspurdar, og eitt vaksandi tal av ungum heldur vil gifta seg við deyðu dukkunum, sum eru sniðgivnar soleiðis, at tú kanst hava samlegu við teimum men eisini so, at tú sjálvur avger, nær tú vilt hava viðmerkingar ella mótspæl.
Hvussu týdningarmikil sosiala samveran er, hava vit sæð í Korona kreppuni. Avvarðandi hjá teim gomlu, greiða frá, hvussu heilsustøðan, ikki minst tann sálarliga og mentala, er versnað munandi upp á fáar vikur við sosialari frástøðu.
Gud viti, kunnu vit so spyrja, hvussu støðan er hjá børnum og ungum, sum longu langt áðrenn tey meistra tað trupla og krevjandi sosiala kynstrið, spæla sær av við tað sindrið, tey hava lært, tí tey flýggja inn í talgilda einsemið.
Men tað er ikki bara í Asiatisku londunum, at online lívið kappast við og vinnur á veruliga lívinum, og hvør skilur ikki tað.
Á netinum kanst tú skapa teg sjálva av nýggjum, og tú kanst vera júst tann tú vilt, tá tú vilt, júst eins og høvuðspersónurin í filminum sum við eitt varnast, at hon ikki longur er í 20 árunum, og tí skapar sær eina nýggja tilveru á netinum.
Hvør leggur tá í, um nakrar hvítar lygnir stinga seg upp í millum? Móttakaran og reaktiónirnar hjá honum, tá hann finnur fram til sannleikan, sært tú ikki allíkavæl. Og tað, sum tað snýr seg um, er mínar kenslur, mínar vónir og mínir dreymar, meðan felagsskapurin ella onnur hava lítlan og ongan týdning, tá vit bert liva fyri okkum sjálvi - í talgildum einsemi.
Fyrr sóu vit Dallas og Dollars og droymdu okkum til eina fjølbroyttari meiri áhugaverda tilveru enn ræstan fisk og pannukøkur. Í dag liva vit filmin. Alt verður lagt á sosialu miðlarnar, nývaskaða og nýístandgjørda vesið, túrurin við hundinum, klipta hárið ella familjuútferðin út á onkra fjarskotna oyggj. Tá okkara filmur ikki gevur fleiri likes enn tað sama, leggja vit filmin um børn okkara á netið, tí hvør ert tú, ella hvør er barn títt, um barnið ikki hevur online fylgjarar, ið deila brotini fleiri túsund ferðir og hevur fingið fleiri ferðir so nógv likes?
15 Minutes of Fame er vorðið til 15 Seconds of Fame, tí løtan er ikki varandi, tá so nógv er at velja ímillum, at bara tað, sum glitrar mest, og ikki varir longri enn tað tekur at flyta fingurin oman eftir telefonini, verður lagt til merkis. Hvørt like telur fyri ikki at tala um hvørja deiling.
Men tá vit bara kunnu vísa perfekta filmin um perfekta heimið og perfektu dugnaligu børnini, hvat gera vit so í teim løtum, tá alt er keðiligt og grátt, og børnini ikki longur duga, ella kanska hava lagt okkurt óheppið út, sum ikki samsvarar perfektu myndina, ella tá like'sini fara at fækkast, tí okkurt meiri spennandi hevur fangað uppmerksemið hjá illoyalu fylgjarunum? Á jú, tá kunnu vit skifta samleika á netinum enn einaferð. Tí á netinum er møguligt at skifta samleika so ofta, at vit at enda gloyma, hvørji vit í veruleikanum eru.
Who you think I am? er enska heitið á filminum, men kanska og bara kanska, tí eg havi ikki sæð filmin enn, kundi heitið eins væl verið: Who do I think I am?, tí er tað í grundini ikki tað, sum er týdningarmikið? Hvør haldi eg meg vera. Tá vit ikki sjálvi vita, hvørji vit eru, gerast vit enn meiri tongd at, hvørji ella hvat hini halda, vit eru. Og tá hini ikki halda so nógv, mugu vit alla tíðina skapa okkum um og laga okkum eftir tí, sum gevur flest likes, tí hetta hava vit lært frá barnsbeini. Bara tað, sum gevur nógv likes er í lagi. Talið av likes er nýggja kvalitetsstemplið.
Men vandi er fyri, at vit í eini tíð, har tað er møguligt at vera júst tann, tú vilt, tá tú vilt, vilja vera so nógv alla tíð, at vit at enda ikki eru nakar.
Havið eitt gott filmsupplivilsi!
Gitte Klein, sálarfrøðingur
Ole Wich tók myndina av Gitte í biografsalinum