Á veg í felags skrellspannina, har vit koyra ódálkað pappír til jarðiska endurnýtslu, varnaðist eg í morgun eitt nýtt tilboð millum verðsligu bløðini, sum hvørja viku lýsa og larma við enn størri og betri vørum, sum eg ikki visti vóru til, og enn minni haldi, at eg skal forkela meg við beint nú. Tí fara øll hesi brandnýggju lýsingabløð tað beinu leið í skrell, men ikki fyrr enn eg havi frígjørt tey úr jarðiska líkposanum, sum postmaðurin varisliga leggur í mín plastkassa, sum allar aðrar dagar stendur tómur og óbrúktur, bara ikki henda dag í lýsingini.
Í hesi postmodernistisku tíð, sum er eyðkend við ongum posti, sprakk tilboðið frá hesum eina blað frá seinastu vitnum heimsins í eyguni.
Millum mínar uppstandilsistankar um, at ein og hvør spard króna er tvífalt vunnin, og at besta og mest solidariska tilboð burdi verið "Spar alt - keyp einki" ella "Keyp alt - spar einki" fyri tey lættkeyptu, dvøldist eg eina løtu við hetta nýggja tilboð millum gylta konfekt frá Berg og ómælið kaffi úr arábiska heiminum, sum tú ikki burdi verið so býttur, at hava keypt í farnu viku, tí nú er rætta tíðin at keypa vøruna, ið nú er betri, sum próvfast er á tannkremstubuni, ið sigur seg nú hava gandað fram "a new formula", uttan at nakar eydnast at avdúka munin á gomlu og nýggju uppskriftini, sum vit øll koyra í munnin dag eftir dag yvir privatkommunala vaskinum.
"Bið størri bønir" er nýggja herrópið, sum fær meg at hugsa um, hvussu langt síðan tað er, at eg havi hoyrt orðið dýrtíð.
Man tað vera til enn, orðið dýrtíð?
Jú, undir fingrunum gevur Sprotin svarið í stundini. Tað er enn til. Og tað í trimum tilboðsvariantum, okkum til áminningar.