Skip to main content

Hans Baianstovu á Lorry


Navnið fornoktar seg ikki, tá barr og matstovuleiðarin á Lorry í Oslo trínur út í tún. Tað er Hans Baianstovu.

Jú, hann er úr Føroyum, foreldrini eru føroysk og úr barnaárum minnist hann klárt, hvussu saltstroytt skerpikjøt smakkaði uppá breyð, nýbakað, angandi føroyskt rugbreyð.

Men hvussu bar tað til at starvsleiðin lagaði seg soleiðis, at Hans kom higar á Lorry at stíla fyri á einari tí søguríkastu matstovuni og úrvalsríkastu barrini í norska høvuðsstaðnum?

- Eg byrjaði sum heilt ungur at arbeiða sum barista á kafé, so bleiv eg barback og ryddegutt, sum gongur til handa og rennur til og frá í barrini, og síðan á eini náttklubbabarr. Eg elskaði tað frá fyrstu løtu, so eg tók skeið í at reka barr, bleiv barrstjóri á trimum-fýra náttklubbum í Oslo í tíðarskeiðnum 2007 til 2011. So fór eg til Melbourne í Avstralia og arbeiddi eitt hálvt ár á einum stað, sum var tailendsk matstova, náttklubbi og týsk ølhøll.

- Et veldig kult sted, og Melb hade mye av det som poppet opp i Oslo og Europa fire-fem år senere, sum Hans sigur á norskum fakmáli.

- Tá eg so kom heim aftur til Noregs las eg leiðslu í eitt ár, og arbeiddi samstundis á Lorry við tænastu og borðreiðing sum uppgávu. Í 2017 fekk eg ábyrgdina fyri barrini og matstovuni og gjørdist leiðari, ið er eitt starv, sum eg enn havi, sigur Hans, sum eisini ber fakligu bransjuheitini sommelier og cicerone.

Spurdur um, hvat eyðkennið er við hesi gomlu norsku matstovuni, sigur Hans, at hon er mest sum ein institutión, ein søguligur savningarstaður frá 1870’unum, har fólk koma fyri at uppliva nakað serstakt, sum eisini er stuttligt.

- Vit borðreiða við norskum og fronskum og hava nakrar altjóða rættir á matskránni. Her koma nógv og ymisk fólk, eg havi møtt teimum ríkastu í Noregi, kronprins Haakon, avstralska filmsleikaranum Mel Gibson og fleiri kendum norðmonnum og svenskarum, sigur Hans, sum eg vil benda inn á føroyska matlist.

- Tá tað snýr seg um føroyskan mat í nútímans matstovulist, vil eg siga, at viðurskifti í Føroyum og Noregi eru rættuliga lík. Tú kanst finna upprunan til somu rættir, roykt seyðarhøvd, sum vit kalla smalahode, og so turkaðan fisk. Spik av hvali er kanska meira unikt føroyskt, men eg minnist við gleði, tá eg sum barn fekk eitt rugbreyðsstykki við skerpikjøti og salti omaná.

- En favoritt i min barndom, og er noe, som jeg spiser med glede når jeg besøker øyene. Det er veldig kult og se det nye færøyske kjøkkenet gjøre det bra internasjonellt, med Koks i spissen. Det er nærheten till freshe og unike råvarer, og lokasjonen, så nært naturen, som gjør det unikt. Det er noe mange søker, nå med konstant oppkobling og mange som bor i urbane miljøer, sigur Hans Baianstovu.

Rætt hevur hann. Tí í hesum døgum eru kendasti norski matbloggarin og ein amerikanskur starvsbróður hansara, í Føroyum og ferðast í mati og náttúru. Teir hava sjáldsama nógvar fylgjarar á Instagram.

Fyri hin ferðandi er siðbundni maturin ikki longur nakað sum vit í einingi kunnu njóta sjálvi tá borðreitt verður. Uttan at tú veitst av tí, sita eisini ferðandi gastronomar við borðið - og takk fái teir fyri tað, ferðandi gastronomarnir, sum stundum eisini raka Føroyar og støðugt flyta okkum fram at nýggjum matlistarligum upplivingum.