Skip to main content

Posts

Armslongd er ársins orð

Tala, armi tænari tín hoyrir (Spielberg, E.T. 1982)  Nøkur ár herfyri spurdi Mentamálaráðið um eg kundi traðka til, og verða annar av tveimum filmsráðgevum, sum skuldu taka dagar ímillum, hvør føroyingur skuldi fáa stuðul til egna filmsgerð, og hvør ikki skuldi fáa, tær báðu ferðirnar, søkjast kundi um stuðul.  Tann, sum eg skuldi avloysa, var sjálvur farin at gera film.  Fyri ikki at seta armslongdarprinsippið til viks og samstundis lata nepotismu sigla langt út í havsbrúnna, skal nýtt fólk traðka til beinanvegin, tá tílíkt hendir.  Eftir at hava kjakast um hetta og uppgávuna og prinsippini fyri at fáa almennan stuðul úr Mentamálaráðnum til filmsgerð, játtaði eg at taka við, nú ein filmsráðgevi manglaði.  Ikki tí, lønin var eingin, men vit fingu fundarpening.  Eftir hvørt umfar, har vit bæði høvdu gjørt av, hvør skuldu fáa nakað, alt ella einki, møttu vit einum stýrisbólki. Stýrisbólkurin legði stóran dent á at tey arbeiddu con amore , tilkallaði av gleði, og fyri onga løn, tí hetta v

Eftir jólaseyði

Í dag kom Sigfríður við árliga jólaseyðinum, trý veðurlambskrov. Av onkrari orsøk minnist eg hesa árins tíð, altíð eina gamla yvirskrift: "Eftir jólaseyði", uttan at hava hóming fyri hví. Fór í ár at leita, hvaðani hon stavar, og fann heitið í eini skúlabók hjá Mariusi Johannesen frá 1954. Heitið er Skrivligt føroyskt og bókin er ætlað sætta og sjeynda flokki at arbeiða við í móðurmálsundirvísingini í tátíðarsamfelagnum. Hvør einstakur tekstur, ella tími, er ætlaður at verða brúktur í einum undirvísingartíma. Hetta er ein sonevndur frásagnarstílur: Í eini revideraðari útgávu, sum eg finni á Google Books, eru 88 tímar. Stuttligt úrval, sum byrjar við at definera tíð. Í roynd og veru er tað við aldrinum, at gamlar bøkur blíva góðar og hugvekjandi at blaða í, púra uttan myndir og sans fyri grafikki. Fyrr og í samtíðini vóru tær knapt so góðar. Hvar aktuelli jólaseyðurin av Eiði hevur gingið, sæst á niðru myndini. Tað er millum áirnar, sum eru millum Svínabotn og Slætnabrúnna.

Sangfilmur vann kapping hjá Námi

Í gjárkvøldið vann 20y á Glasi kappingina hjá Námi við stuttfilminum "Havið er eitt mysterium" . Tólv filmar frá miðnámsskúlum kring landið vóru við í stuttfilmskappingini um 30.000 krónur frá Námi um besta filmin um Heimsmál nummar 14, sum er um lívið í havinum. Aftaná filmsýningina savnaðust øll í flokkinum framman fyri pallinum í Havnar Bio og sungu sangin "Havið er eitt mysterium" , sum er kjarnin í filminum. Eitt perfect match Árni Øregaard, sum er formaður í dómsnevndini, segði, at í dómsnevndini hava tey verið samd um, at filmkamera, kanska bara í eini fartelefon, og hvussu vit umsita havið, hevur verið eitt perfect mact.  ”Mest sum øll hava fangað evnið og sett tað í sama karm - tað er at blaka eina plastfløsku í havið og væntað at hon bara hvørvir. Men gjøgnum prosessina hava øll lært, at tað ringasta vit kunnu gera, er “at koyra á vestfallið”. At blaka burturkast í havið, og vænta at tað hvørvir og ongastaðni og ongatíð sæst aftur. Hetta fata vit sum ein

Watering hole

Í trettandu útgávuni av ensku orðabókini hjá Collins, sum telur 725.000 orð, finna vit orðið watering hole . Eitt gott stað at møtast við vinum og starvsfeløgum, at fáa nakað undir góman, ikki bara fyri arbeiðssteðgin á middegi, men eisini fyri at summa seg, njóta útsýnið, og tað máltíð, vit fyrr róptu døgurða, tá alt steðgaði upp, tí tú fórt heim, har mamman hevði døgurðan kláran og útvarpið stóð frá og tú frætti tað, sum vert varð at frætta. Og so aftur í skúla, ella til arbeiðis. Tann tíðin er farin. Socioøkonomiska støðan er so, at á middegði hava vit pausu, einki útvarp, og kanska ein fuktigan matpakka við í lummanum heimanífrá. Livurpostej og makrel klamsað saman, við agurk fyri eyguni, so tú kanst fyrigykla tær, at hetta er ikki eitt ferðslukrasj í oyðimørkini. Watering hole .  Hvar ert tú? Jú, tað finna vit oman eftir Hallartúni í hotellinum Hilton henda dag, vit hava sitið og tikið dagar ímillum tólv innkomnar filmar í skúlakappingini um hin besta, sum viðger fjúrtanda heimsmá

Hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir

- Tað er hugtakandi, hvussu langt skúlarnir eru komnir, einsamallir og í onkrum føri í avmarkaðum samstarvi, tá tað snýr seg um at brúka kt í læruhøpi og til lestrarfyrisitingarligar uppgávur. Men enn eru nógvir ótroyttir møguleikar í breiðum og djúpari felagsskapi, ið kann røkka tvørtur um skúlar og partar av sektorum. Fyri mær er tað sjálvsagt, at undirvísingargeirin setir sær fyri at viðgera hesi viðurskifti nærri og nágreiniligari í komandi árum. Tað sigur ph.d Steffen Löfvall, sum týsdagin stóð fyri einum visiónsseminari hjá Námi um kt didaktikk, ella kt frálærufrøði, í undirvísingini nú og komandi. Steffen er stjóri í Copenhagen Learning ApS og hevur staðið fyri strategi- og prosessleiðsluni í nýggju kt heildarætlanini hjá Undirvísingarstýrinum.  Koronastøðan avmarkaði talið til hundrað fólk, sum leiðslurnar í fólkaskúla, miðnámi, vinnuskúla og fróðskaparsetri høvdu valt at møta til fyrsta seminar um kt í skúlanum. - Tað eru fleiri aktuellar hendingar, ið nú hava gjørt tað serlig

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.