Tala, armi tænari tín hoyrir (Spielberg, E.T. 1982)
Nøkur ár herfyri spurdi Mentamálaráðið um eg kundi traðka til, og verða annar av tveimum filmsráðgevum, sum skuldu taka dagar ímillum, hvør føroyingur skuldi fáa stuðul til egna filmsgerð, og hvør ikki skuldi fáa, tær báðu ferðirnar, søkjast kundi um stuðul.
Tann, sum eg skuldi avloysa, var sjálvur farin at gera film.
Fyri ikki at seta armslongdarprinsippið til viks og samstundis lata nepotismu sigla langt út í havsbrúnna, skal nýtt fólk traðka til beinanvegin, tá tílíkt hendir.
Eftir at hava kjakast um hetta og uppgávuna og prinsippini fyri at fáa almennan stuðul úr Mentamálaráðnum til filmsgerð, játtaði eg at taka við, nú ein filmsráðgevi manglaði.
Ikki tí, lønin var eingin, men vit fingu fundarpening.
Eftir hvørt umfar, har vit bæði høvdu gjørt av, hvør skuldu fáa nakað, alt ella einki, møttu vit einum stýrisbólki. Stýrisbólkurin legði stóran dent á at tey arbeiddu con amore, tilkallaði av gleði, og fyri onga løn, tí hetta var ein viktig uppgáva, sum nú var í startfasuni.
Jú, jú vit kundu ikki siga okkum at vera ósamd, tí hetta var nýggjasta listagrein, sum nú fór av bakkastokki í Føroyum.
Knógvandi henda nýggja og nýpussaða veldissprota átók eg mær uppgávuna til skeiðið hjá ráðgevanum var úti.
Vit gingu gjøgnum umsóknirnar, summar fáaorðaðar og aðrar upp í leypar við fult útskrivaðum handritum og tekniskum frágreiðingum, ið tóku dagar at lesa.
So hvørt boðini vórðu send út, skuldu vit eisini møta nøgdum og minni nøgdum umsøkjarum og siga frá, hvussu skaffin umsóknin var, og um hon kundi betrast til næsta umfar. Alt samalt uttan at vera í starvi í húsinum, sum átti pengarnar. Gamaní fingu vit aftur her samsýning fyri ein fund.
Tá vit bæði høvdu viðmælt ella frámælt at lata stuðul, vórðu okkara boð løgd til landstýrisfólkið, sum tá var ein kvinna. Eg spurdi, um vit ikki brutu armslongdarprinsippið við at gera so. Nei, var svarið. Soleiðis gera vit her í húsinum. Okay, hugsaði eg, so eru vit trý, eg sjálvur, tú sum fyrisitari og landstýrisfólkið, sum øll bróta armslongdarprinsippið. Trý armslongdarprippsbrot.
Lukkutíð vórðu vit aldri ósamd við landstýriskvinnuna, men virdu hvørt annað og ta uppgávu, vit tá vórðu sett til at loysa.
Lítandi aftur á hesar farnu og harmleysu dagar við almennum fyrisitingararbeiði á filmsøkinum við nýfunnum almannapengum, er tað ikki sørt, at eg stúrsi við, tá eitt annað landstýrisfólk traðkar í karakter, og í praksis vísir, at skipanin ikki er sterkari enn ráðharrin sjálvur, sum umsitur hana. Skipanin ER hann, tí ráðharrin EIGUR hana og hevur salderingsábyrgd fyri henni.
Armslongdarprinsipp er slettis ikki til, hvørki knæsett ella gingin nøkrum til høvdið tíansheldur til handa. Her ER einki armslongdarprinsipp. Tað er ein táta, tá sagt hevur verið, at “man” arbeiðir eftir armslongdarprinsippinum.
Landstýrismaðurin ger púra beint og er á rættari leið, tá hann sjálvur tekur dagar ímillum útreiðslur á egnum øki. Misgerðin er, at Mentamálaráðið øll hesi árini hevur latið okkum, sum hava eitt sindur av áhuga fyri fakligari stýring og stuðli av list og mentan í almenna rúminum, havt tað fatan, at alt verður útint í glorifiseraða ljósinum av The Arm's length principle, armslongdarprinsippinum, ið OECD hevur sett á skrá, at forða fyri avtalaðum prísum, skeiklaðum sáttmálum, fjaldari nepotismu og korruptión og øðrum manipulativum avtalum og átøkum, ið ikki tola dagsins ljós í PISA londum, sum sami felagsskapur eisini hevur upptonkt.
Ársins orð eigur tí at verða armslongd. Tí tað duga vit ikki at handfara, armslongdina. Kanska duga vit at leggja arm og taka sjómanstak, men armslongdarprinsippið hevur ikki innivist í umsiting av føroyskum filmsstuðli.
Tað bæði undrar og harmar meg.
Tí hvussu man tað so vera, har nógv fleiri pengar eru í umfari, enn hesir armu nýkomnu pengar til spírandi føroysku filmsvinnuna?