Soren Kiss í Reyðleyki í Hoyvík við einum eggjaburgara Kveiktur av nýggjastu Weekendavísini, ivaleyst frægasta avísin í verðini, fór eg at leita eftir besta burgara í býnum, hóast intentiónin hjá greinaskrivaranum, danska kokkinum Christian F. Puglisi, var hin øvuta, at fáa kokkar og kundar at venda fastfood av burgaraslagnum ryggin. Royndi fýra ymisk støð í býnum og endaði á tí minst sannlíka, sum uttan himpr av nøkrum slag varð tað besta undir mínum kræsna góma, teir seinastu dagarnar við burgara. Tað var Reyðleyk í niðasta krókinum av Ingibjargargøtu í Hoyvík. Bæði virkisnavnið og gøtunavnið eru eftir mínum tykki tey mest ósexutu at selja nakað sum helst at taka í munnin, og so er staðsetingin so snedig, at handilskonseptið nemur við least likely element, júst tey, ið skulu til at skapa ein kultstað. Her er minst sannlíkt at fáa eina góða matuppliving. Men júst tað fært tú her. Beint her. Og so er grannagøtan hin illalýdda Karlamagnusarbreyt, ella KMB, sum tey siga í fartinum, har