Skip to main content

Besti burgari í býnum

Soren Kiss í Reyðleyki í Hoyvík við einum eggjaburgara

Kveiktur av nýggjastu Weekendavísini, ivaleyst frægasta avísin í verðini, fór eg at leita eftir besta burgara í býnum, hóast intentiónin hjá greinaskrivaranum, danska kokkinum Christian F. Puglisi, var hin øvuta, at fáa kokkar og kundar at venda fastfood av burgaraslagnum ryggin.

Royndi fýra ymisk støð í býnum og endaði á tí minst sannlíka, sum uttan himpr av nøkrum slag varð tað besta undir mínum kræsna góma, teir seinastu dagarnar við burgara. Tað var Reyðleyk í niðasta krókinum av Ingibjargargøtu í Hoyvík. 

Bæði virkisnavnið og gøtunavnið eru eftir mínum tykki tey mest ósexutu at selja nakað sum helst at taka í munnin, og so er staðsetingin so snedig, at handilskonseptið nemur við least likely element, júst tey, ið skulu til at skapa ein kultstað. Her er minst sannlíkt at fáa eina góða matuppliving. Men júst tað fært tú her. Beint her. Og so er grannagøtan hin illalýdda Karlamagnusarbreyt, ella KMB, sum tey siga í fartinum, har eingin hevur havt stundir til nakað. Ikki fyrr enn nú. 

Reyðleyk - Tað er instant kultstatus!

Kokkurin er Sorin Kiss, sum er úr Ungarn og arbeiddi í fjúrtan ár í Írlandi, innan hann kom higar. Eigari og høvuðskokkur, sum sjálvur hevur ment matskránna í Reyðleyki, er marokkanski Amine Bouzidi, ið hevur arbeitt sum pitsakokkur í Havn, síðani hann kom higar í 2006.

Dimma skrivaði um Bouzidi í 2019.

Eg royndi cheddarburgaran og eggjaburgaran í Reyðleyki. Eisini fáast kiliburgari, lambaburgari og vegetarburgari. Og bara rólig, tað gingu í øllum fýra førum dagar ímillum hvørt átið og smakkroyndirnar, eisini tær tríggjar niðri í býnum. Tað var bara greinin í nýggju Weekendavísini, ið kostar ein kvartan burgaraprís, sum nú fekk meg at aktualisera smakkroyndirnar á fýra ymsum burgarastøðum í býnum.

Í báðum teim nevndu burgaraførunum er karameliseraður reyðleykur og heimarørdur dressingur í vælsmakkandi bollanum uppi í Hoyvík. Egg og beykon eru eyðkennini, ið gera henda burgarin minni konventionellan enn hin og serliga teir niðri í býnum, sum eru lagdir afturum við fleiri burgaralongdum. Men tað velst sjálvandi um hug og smakk í teirri løtuni, tú ordrar ein tílíkan yvir diskin og skal bíða í tjúgu minuttir, kanska meðan tað regnar og tú skalt skunda tær. Ofta er júst tað keypið í størri mun av impulsslagnum, enn tá tú mitt á degi situr á matstovu við góðari útsikt, sum til dømis í Hallartúni á Hilton og sært oman yvir Hoydalar. Júst tað virðið kann eingin taka. 

Men aftur til Eggjaburgaran frá Reyðleyki í Hoyvík. Egg og kjøt, lokað saman við beykon, rukkola og spísskáli, geva ein undarliga freistandi smakk, sum var tú við dyrnar hjá Elvis í Memphis. Hóast hann ikki er heimabakaður sum pitabreyðini, komplementerar bleyti briochebollin skjótu upplivingina, sum eisini ber til at drýggja við Jack Daniels og kola í glasinum, um tað skal verða ein total-út-av-kroppinum-USA-ferð til The Jungle Room. Kipsini veit eg ikki, um eg orki. Men tey eru har at deila við onnur, tá tú tekur máltíðina heim við.

Og so aftur til greinina í Weekendavísini, sum fekk meg at taka dagar ímillum burgarar í býnum beint nú. Undir yvirskriftini Den Trojanske Burger og redaktionella stikkorðinum Fastfix, skrivar danski kokkurin Christian F. Puglisi: Problemet med fastfood er ikke, at det dræber den finere gastronomi, men at det underminerer de helt almindelige færdigheder i et køkken og samværet omkring madlavning og middagsbord. 

Food for thought ein regndag í Havn.