Skip to main content

Próvføst myndlist

Eftir at Helgi Fossadal, sum umsitur BankNordik savnið við føroyskum málningum, hevði verið á vitjan í Próvstovuni, er rúmið nú sum ein representativur listaskáli. Tað vitna myndirnar, sum Ása Hansen, ið er próvtøkufyrisitari, tók, um.

Omanfyri sæst málningurin, sum í mínum eygum er hin mest spennandi, og knýtir hvíta skrivstovurúmið saman í visuellum vitaliteti, ið greitt bendir aftur á Kobra-bólkin hjá Asger Jorn og teimum. Bent Restorff (1922-1979) er aktuelli listamaðurin. Heitið á málninginum er skrivað á rammuna aftanfyri: "Parti af en strandklippe", upprunaliga virðið er sett til 3500 krónur og innrammingin hevur kostað 230 krónur. Soleiðis varð alt noterað við blýanti fyrr í tíðini. Málningurin stavar frá 1977.

Men hvussu fært tú málningar at svinga og syngja í óruddiligum visuellum skrivstovulandslagi? Tað er uppgávan, sum Helgi hevur átikið sær at loysa fyri savnið hjá BankNordik, við tí úrvali og í teim rammum, sum eru. Visuelli larmurin er avbjóðingin.

Hvat fæst best at svinga og syngja við málninginum hjá Bent Restorff, sum hongur upp móti einum gjøgnumskygdum glasveggi, har Helga skal sita innanfyri? Jú, úr goymslunum hava vit funnið ein eins litsterkan málning hjá Eyðuni av Reyni frá 1992.


Inni í glasbúrinum, har mesti visuelli larmur kann væntast at vera, seta vit hin sterkasta málningin á veggin. Tað er "Landslag" hjá Ingálvi av Reyni (1920-2005) frá 1990, ið er tann málningur í úrvalinum, sum vit halda megna at standa best móti øllum visuellum skriviborðsgangi. 

Helga, ið er deildarleiðari, og skal sita her, er ovurfegin um úrvalið og úrslitið av upphangingini. Føroysk heimslist í aksepteraðum trivnaðarkørmum. Tað kann ikki verða betri.

Stórsti málningurin er litfagra bygdin, sum Hans Jákup Glerfoss (1937-2010) málaði í 1985. Gunnvør er eisini nøgd við upphangingina á skrivstovuni.

So er tað langi hvíti veggurin yvirav. Í samráð við Ásu, Dorthe, Andreu og Marjon velja vit aftur ein málning hjá Hans Jákupi Glerfoss, hesu ferð frá 1991, tað er hin ytri, og síðan ein hjá Bárði Jákupssyni frá 1990, tað er hin innari.

So er bara eini málningurin eftir, og tað er ikki sørt at The Big Lebowski spøkir í huganum, tá tey tosa um lítla gólvteppið, sum heldur øllum rúminum saman. Tað kann eisini sigast um Leirvíksmálaran Jóannis Kristiansen (1918-1988), sum við einum málningi frá 1963 hongur innbjóðandi og milt poetiskur við inngongdina til Próvstovuna, har Marjon situr við avgreiðsludiskin. So, hava tit hug at síggja føroyska málningalist, so er at koma inn í Próvstovuna. Nú er tað fest á veggin, so tað er heilt próvfast. Føroysk myndlist broytir alla grafiska inniluft, so trivnaðarliga umhvørvið verður á heilt nýggjum og hægri støði.