Nú lata vit upp aftur. Mikukvøldið og hóskvøldið vístu Dánjal og Hans Petur nýggja filmin um Ingálv av Reyni fyri fulsettum hølum í Havnar Bio, og fríggjakvøldið bjóðaðu John, Savio, Tróndur og Sofía, sum síggjast omanfyri, nýggja matskrá á einastu fiskamatstovu í landinum, Barbara Fish House, har tey fyrstu ferð í gastronomisku søgu Føroya bjóðaðu lodnu!
Eftir breyð úr súrdeiggi og eitt svalligt glas av cava úr Barcelona uppdaga vit at matskráin ikki hevur ligið í koronadvala, men er beint fram kollvelt við greiðari iberiskari inspiratión. Sofía kemur við havtasku ceviche, køldum salati, og lodnu escabeche á minna borðiskinunum í hennara vinstru hond, uppisjóvarfeskt úr íslendskum sjógvi frá Pelagos í Fuglafirði, og eftir uppskrift frá Savio úr Goa í India.
Hann hevur starvast her í trý ár og hevur við hepnari hond eksperimenterað við fiski og skjeljadjórum av okkara leiðum. Tað hevur hepnast so væl, at matskráin er lyft á so eksotiskt høgt støði, at tú frá fyrstu løtu kennir teg sum ferðafólk í egnum landi, borin á lógvum, samstundis sum kínt verður fyri hvørjum smakksansi beint úr tí heimliga. Føroyar eru opnar aftur og bjóða eina symfoni av tí allar besta úr havsins feska ríkidømi, ein yvirlitstroling, sum eg hvørki havi sæð ella smakka fyrr, so góð er hon. Og at seta nýskaptu tænastuveitingina í rættan karm, ríkja gólvbrettini so listilgia, meðan Sofía og John ganga okkum til handa við mati og drekka.
Lodnuangin, sum Petter Dass yrkir um í Nordlands Trompet, fer eina lítla løtu fram við nasunum, og so er at smakka fyri fyrstu ferð á føroyskum borði. Lakin er smakksterkur við kili og tomat. Havtaskan er bleytari við jákupsskelslíknandi kjøtkonsistensi, sum er korianderkryddað og borðreidd við nøtum og sitrón, leskiligt og fremmant sum ein Miðjarðarhavsferð avmált og javnvigað við úrvalshvítvíni, sum við nøtuanga er kremut undir gómanum.
So kemur John Mikkelsen við einum millumrætti. Tað eru bacalaokrokettir við bankatoski frá Vaðhorni, sum Johan hevur í hondini og lyftur fram. Hvítvínið leggur seg aftur undir góman, kremut og við eftirsmakki av nøtum. Fyri at sitera týska sosiologiska námsfrøðingin, Thomas Ziehe, er hetta "god anderledeshed", sum skandinaviskir týðarar siga.
So kemur klassiska bankavínið úr Galisia á borðið. Afturvið er jákupsskel, spillfesk frá Guttormi, við salsa, snerktum jomfrúhummarum og dampaðum kræklingum afturvið. Tríggir borðiskar, har soðið í kræklingafatinum er so vælsmakkandi, at tað fær besta støðumet frá okkum øllum, sum sita við borðið. Í soðnum, sum vit dippa súrdeiggjsbreyðið í, er roykt chorizopylsa.
Í køkinum á loftinum síggi eg, at tað er Tróndur, ið hevur smakka henda undurfulla rættin til. Nýtt og gott, helst hástøkk á allar matskránni og ein kærkomin avloysari av fiskasúpanini, sum var vorðin nakað tunnlig. Hetta er framúr nýskapandi. Ikki minst um ein lítil síðubolli var, so soðið kundi verið notið sum súpan.
So boðar rundfylta glasið við gardintjúkkum spanskum Nelin hvítvíni frá, at nú nærkast vit høvuðsrættinum, sum er heimlig havtaska við pilpil, epli og grønum bønum.
Omana er kaffi, flan dessert og søtt vín frá Stellanbosch í Constantia í Suðurafrika. Seinasti prikkur yvir i’ið er calvados frá Christian Drouin úr Normandínum, sum sjálvur lat seg hugtaka av gjónni við Gjógv, tá hann vitjaði her í 2017.
So leiðir John okkum gjøgnum skipið, ja tað er sum at ganga upp og niður gjøgnum leytarar, meðan brettini geva seg og ríkja í báðum borðum. Og bráddliga stendur Kristin Danbjørg Heinesen á brúnni og skeinkir eina turra kirsbuberja lambic, spontanbryggjað í Belgia, afturvið eini kolasvartari stout, ið smakkar av sjokulátu og kaffi. Betri verður tað ikki heima í Havn. Eftir eitt ára koronastongsil er býurin nú alment opin aftur. Og hann hevur nógv at bjóða, matstovubýurin heima í Havn.