Tað er Oscartíð og øll tosa um film. Nakrir av teim mest áhugaverdu filmunum hava verið sýndir her heima, men enn er ikki gjørt av, hvør fer at vinna størstu virðislønirnar, besti filmur og besti leikstjóri. Ja, vinna segði eg, tí hetta er ein kapping uttan líka, ein kapping, ið summi ikki orka at liva við, tí hetta er list og list kappast man ikki um, tí list er leys av kapping og leys av atgongumerkjasølu. Akkurát í hesum meldurstreymi er djúpa kreppan í filmi í dag. Meðan biografarnir hava verið stongdir, er full ferð sett á stroyming, so teir filmar, sum søkja ein marknað, langt síðan hava funnið hann. Úrslitið er kríggj millum biografar og stroymarar. Taparin er áskoðarin, sum vil síggja aktuellan og viðkomandi film á stórum lørifti, men noyðist at taka til takka við skermi, sjónvarpi ella teldu. Men hóast hesar forðingar eru nakrir filmar, sum bróta karmin og vilja út í verðina, hóst løriftið ikki er í biografi, men bara á sjónvarpsskermi, so miðvísir og sannførandi eru teir