Um vikuskiftið fekk eg sendandi eina stóra spildurnýggja pólska ferðabók frá Kingu Eysturland í Klaksvík, sum forlagið Tramp í Szczecin gevur út. Samstundis segði Sabina Poulsen úr Søldarfirði mær frá um enn eina nýggja pólska ferðabók um Føroyar, Wyspy Owcze, við undirheitinum z pierwszej ręki, tað er "frá fyrstu hond". Tað er hon, sum sæst omanfyri, Sabina við egnu pólsku bókini um the Archipelago, oyggjarnar Føroyar, sum ferðamál.
Á Facebook profilinum Wyspy Owcze FO skrivar Sabina: Witajcie z tej strony, Sabina Poulsen. Mieszkam na Wyspach Owczych 15 lat. Mam dwójkę wikingów. Google translate hjálpir mær at skilja: Hey tú, eg eri Sabina Poulsen. Eg havi búð í Føroyum í 15 ár. Eg eigi tveir víkingar.
Sabina er úr lítla býnum Odolanów dygst við Wielkopolska í Póllandi. Nú býr hon í Søldarfirði, har hon rekur Fjordcottage, sum er leigubústaður til í mesta lagi 6 ferðandi. Sabina er útbúgvin námsfrøðingur á lærda háskúlanum í Poznań, hon gongur nógv í føroysku fjøllunum, og í juli 2018 var hon ein av ellivu, sum vóru uppi á Risanum, sum í eitt fimmáraskeið er útleigaður sum ferðamál. Og so dámar henni at gera føroyskan mat.
Niðanfyri síggjast tær báðar, Kinga Eysturland, sum byr í Klaksvík, og Sabina Poulsen, sum býr í Søldarfirði. Tær samstarva og hava til høvið býtt um nýggju bøkurnar, sum eru ætlaðar ferðafólki úr Póllandi, ið hava valt Føroyar sum ferðamál.
Og í 2019 hevur Maciej Brencz savnað bókina Farerskie kadry. Wyspy, gdzie owce mówią dobranoc. Heitið merkir Føroyar innrammaðar - Oyggjar, har seyðurin sigur góða nátt. Forlagið Wydawnictwu Poznańskiemu gav út. Høvundurin, Maciej, er eisini ein av teimum fimm, sum standa saman um nýggjastu pólsku ferðabókina, sum Sabina hevur í hondini á myndini omanfyri. Nú eru tilsamans fimm pólskar bøkur komnar út um Føroyar sum ferðamál.
Uttan nakrantíð at hava møtst, hava Marcin Michalski og eg samskift um mangt og hvat úr Føroyum í nøkur ár. Hann hevur bloggin havnarblog og í 2011 gav hann á forlagnum Wydawnictwo Czarne út bókina 81:1. Opowieści z Wysp Owczych, har sjáldsama heitið sipar til úrslitið á hondbóltsdysti millum Føroyar og Albania.
- Eg haldi tad er spennandi, tí tad er ikki kennt ferðamál. Alt, sum ikki er kent er spennandi, sigur Sabina, sum nú gongur í skúla í Vestmanna. Eg skal verða fyrsta pólska kvinna, ið hevur pappír sum ferðaleiðari í Føroyum, sigur hon sannførd.
- Eg havi altíð sagt, sum svar uppá at velja Føroyar, at tað er tí, at fólk eru móð av at renna eftir arbeiði. Eftir pengum. Tað er sum maraton, bara at renna eftir pengum í Póllandi. Í staðin fyri at siga: Vit bíða eftir tær, vit, eg og nógv lomb í Vágum. Og so byrjar ein feria við ókeypis terapi. Terapi at vera nær við náttúruna, terapi at hugsa nógv um tað, sum vit hava, fjøll, vøtn og gongutúrar. Fólk, sum eru mega glað og hava hjálpt mær við øllum, sigur Sabina, og nevnir eina skakandi persónliga hending fyri seks árum síðan:
- Mítt hús var brent og eg hevði mist alt. Fólk hjálptu mær við øllum. Tað er ikki normalt í øðrum londum. At koma til eina kvinnu við tveimum børnum og hjálpa við øllum, sum hon hevur brúk fyri. Sovorðnar søgur siga so nógv meir um okkara, ella tykkara, land, enn hvørt orð frá Google. Tað er fantastiskt, sigur Sabina, sum eisini er tolkur fyri póllendingar, ið hava samband við sjúkrahúsini ella Arbeiðsloysisskipanina. - Eg arbeiði fyri at póllendingar skulu hava tað gott her, sigur hon.
- Nú fari eg at leita eftir sponsori til at skriva bókina á enskum, fyri at kunna selja ferðaupplivingar her í Føroyum. Tað kostar 60.000 kr at prenta 3.000 bøkur, sigur Sabina, sum ikki fer av vegnum fyri nakrari avbjóðing.
Áhugin millum póllendingar fyri Føroyum tykist rættuliga stórur. Men tað gongur eisini hin vegin.
Óla Jákup Rólantsson hevur síðan 2005 skipað fyri ferðum úr Føroyum til Pólands. Siglt verður við Norrønu til Danmarkar og so koyrt í føroyskum bussi til Szczecin.
- Fleiri hundrað póllendingar hava arbeitt í Føroyum, Norrøna hevur havt pólska manning í ein mansaldur og so er tað skipasmiðjuarbeiði og fótbóltur. Vit hava havt samband í 16 ár, 25 læknalesandi eru í Stettin. Og so eru tað eldsálir sum Sabina, sigur Óla Jákup, sum frágreiðing um, hví bondini millum Pólland og Føroyar eru so sjáldsama lívsseig.
Kuba hevur lisið tónleikaframleiðslu á lærda háskúlanum í Lancashire, og eg møtti honum fyrstu ferð fyri trimum árum síðan. Nú er hann liðugur við upptøkurnar til triðja pólska filmin um Føroyar og føroyingar. Fyrr hevur hann gjørt film um pólendingar, sum búgva í Íslandi og ger eisini film í Grønlandi. Í triðja filminum úr Føroyum, leitar hann eftir fyrstu póllendingum, sum hava búsett seg her, og er komin til navnið Dybczak í Havn, sum við giftu kom til Føroya eftir kríggið. Í filminum spyr Kuba eisini henda bloggara um ferðavinnu nú og um 100 ár, og hvussu tá man verða statt við fullveldi. Upptøkan er gjørd við áttamannafarið á Fornminnasavninum í Hoyvík.