Hon er mest bangin fyri at verða útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. - Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, sigur Dania Oddmarsdóttir Tausen, nú filmurin um hana verður frumsýndur leygardagin undir heitinum Skál - fyri at kenna seg gravskitna hvørja ferð sólin rísir.
Í dag byrjar CPH:DOX. Millum teir 177 filmarnar á filmstevnuni er føroyski heimildarfilmurin Skál, sum Maria Guldbrandsø Tórgarð hevur gjørt um Daniu Oddmarsdóttir Tausen. Fyri jól, gav Dania á forlagnum Sprotanum út samnevnda savnið, Skál, við 15 yrkingum.
Dania, sum er 22 ára gomul, er uppvaksin á Toftum og lesur ritlist á Setrinum. Tey tvey árini, hon hevur arbeitt við yrkingasavninum Skál, hevur Maria filmað hana og tey fólk, sum standa henni nær.
Føroyski filmurin Skál er í tveimum førum úrvaldur at verða við í kappingum at vinna virðislønir á CPH:DOX. Filmurin verður sýndur á filmstevnuni leygardagin. Tá fer Anna Poulsen at hava samrøður við Daniu, vinkonuna Marjun og Trygva, sum hon gongur saman við, og leikstjórarnar Mariu Tórgarð og Cecilie Debell.
Dania, hvat sigur tú við tey, sum standa tær nær, nú tú fert til Danmarkar at vísa filmin? Ávarar tú tey um, hvat tey nú fara at síggja og hoyra í filminum Skál?
- Tey allar nærmastu vita rættiliga væl, hvat tey kunnu vænta sær, at síggja. Omma, abbi og foreldrini hjá mær eru sjálvi við í filminum og hava týdningarmiklar leiklutir, so tey hava longu sæð filmin og góðtikið hann. Tað ger meg róligari. Tað eru sjálvandi ting í filminum, sum tey helst vildu ikki vóru við - men tey eru nøgd við sín egna part, og tað er tað viktigasta, tí tað vísur hvussu vit øll kunnu vera ymisk og ósamd, men samstundis góðtaka hvønn annan fyri tað, sum vit eru. Tað gevur eisini filminum eina serliga dýpd, tá ymisk sjónarhorn kunnu koma fram um somu evni. Men í heila tikið, havi eg ikki tosað so nógv um filmin. Hann skal upplivast. Hann er intensur. Flottur. Og so hopi eg bara, av øllum mínum hjarta, at hann elvir til kjak heldur enn split. Tað er í øllum førum tað, eg ynski at síggja. At trúgvandi reagera við umhugsni og at “ikki trúgvandi” kunnu síggja vakurleikan og dýbdina í at hava trúgv. Tað haldi eg at leikstjórarnir, Maria og Cecilie, hava gjørt eitt ordiliga gott arbeiði við at fáa fram, sigur Dania.
Skilja útlendingar tað pláss, sum tú gevur átrúnaði í tínum gerandisdegi?
- Eg gleði meg at síggja, hvør reaktiónin er í Danmark leygardagin. Mín uppliving er, inntil víðari, gjøgnum tær samrøðurnar eg havi havt við DR og Politiken, at danir eru lættir at tosa við um hetta. Tey eru eitt opnari samfelag og duga væl at taka upp til kjak heldur enn at tiga burtur, og tað haldi eg gott vit kunnu rósa teimum fyri. Tó er tað serliga skuggasíður av kristindóminum og politisk mál, sum tey ofta fiska eftir, og tað er ikki tað einasta, eg royni at seta ljós á. Tað er nemliga tað nuenseraða í tí svarta og hvíta, sum eg haldi vera áhugavert.
Eg havi skilt, at Marjun Drós Tausen Poulsen hevur ein serligan og berandi leiklut í filminum. Kanst tú siga mær nakað um tann leiklutin?
- Marjun er mín besta vinkona og tann, eg havi oyst út á tey seinastu árini, tá eg havi havt frustratiónir. Hon er sjálv á síni egnu andaligu ferð viðvíkjandi trúgv og er uppá aldur við meg, so vit hava nógv at tosa um. Hon torir væl at brúka kjaft og liva lívið sum ung, har eg kanska onkuntíð eri eitt sindur varnari og tað haldi eg kemur væl fram í filminum. Hon, Trygvi og mín familja eru tey eg sparri við - og ja, tey hava serligar og berandi leiklutir, tí tað er alt avgerandi fyri ein persón, sum setur spurningar til lívið og sína trúgv, at hann hevur onkran, sum lurtar uttan at døma.
Hevur tú havt nakrar konfrontatiónir við fólk í tíni samkomu ella tínum nærumhvørvi um filmin? Og annars um yrkingasavnið við sama heiti? Ella hevur tú bara møtt forstáilsi fyri tí, tú uttrykkir í yrkingasavninum?
- Tað er sjálvandi verri hjá trúgvandi innan samkomuna, at svølgja alt sum eg eri komin við, við savninum og filminum og útvarpsrøðunum, tí tað er nógv at taka inn í einum, serliga um man ikki er vanur at hoyra slíkt sagt hart. Men eg havi verið ígjøgnum nakrar langar og góðar, gevandi men eisini tungar, samrøður við fleiri. Bæði fólk úr samkomuni, familjuni og aðrastaðni frá. Tað hevur verið ekstremt gott. Eg hevði ynskt, at eg havi meira orku at fara longri við tí, men tað hevur eisini bara verið nógv at gera beint nú. Til tíðir hevur tað verið ringt ikki at missa mótið - serliga tá eg verði møtt við friði, silence, og hoyri, hvat fólk ganga og siga um meg, uttan at nakað verður sagt beinleiðis við meg. Tað besta fólk kunnu gera fyri meg, er at taka tað upp við meg, um tey hava trupulleikar við tí, sum eg geri, og eisini um tey eru glað fyri tað. So hevði eg ikki følt meg líka einsamalla í hesi óbehagiligu støðuni, sum eg eri endað í. Men eg eri glað fyri rampuljósið onkursvegnað allíkavæl, tí eg síggi at her hendur okkurt, sigur Dania, sum her er í gamla lenistólinum hjá mammu Millum Gilja, meðan Trygvi situr høgrumegin við gittara og ein Leffe stendur millum tey.
Hví valdi tú heitið “Skál”?
- Eg valdi at savnið skuldi eita Skál, tí at tann síðsta yrkingin í bókini eitur so, og hon er tann yrkingin, sum vekur mest áhuga og tekur mest kontroversielt upp. Tað er eisini ein befríðandi tittul. Ein fagnaður til lívið. Ein skál kann rúma nógvum, og at skála er at hyggja hvønn annan í eyguni og savnast um okkurt. Og tað er vakurt og passar væl til, haldi eg. So kunnu summi halda at tað er ov fjasut, ella myrkt ella alkoholfokuserað, men tað er ikki soleiðis eg síggi tað. Og tað, at Maria og Cecilie vildu kalla filmin fyri Skál eisini, kann eg bara vera glað um, sigur Dania.
Um tú fekk eina mikrofon, sum gekk til øll religiøs fólk í Føroyum, hvat hevði tú so sagt?
Komið og tosið. Um Jesus, ja - og eisini um onnur ting. Um traditiónir, um Bíbliuna, um skomm, ótta, himmal og helviti, sunnudagsskúla, list, brúdleyp, alkohol, sex, abort, homoseksualitet, rasismu, feminismu. Komið og hyggið rundan um okkum fyri at finna útav hvat vit kunnu gera fyri heimin og øll tey fantastisku menniskjuni rundan um okkum. Komið og tosið - uttan at flenna eftir hvørjum øðrum. Uttan at verða skuffað. Uttan at rópa ella brúka CAPSLOCK. Uttan at peika fingrar. Uttan at avgera, hvør nú er meira ella minni trúgvandi. Komið og tosið uttan at missa trúnna. Vit eiga at kunna gera hetta. Um nakað, trúgvi eg, at tað kann gera okkum nógv meira innbjóðandi enn áður. Sterkari og vakrari, sigur Dania og lrggur afturat, at tað eru aðrar tíðir nú.
- Vit verða øll bombarderað við ymiskari informatión á netinum um øll hesi tingini. Og svarið er, í mínari verð, ikki at lukka oyrini - men heldur, at taka tað upp við opnum sinni inn í samkomuna, og práta um hvussu vit sum trúgvandi, kunnu fyrihalda okkum til allar hesar spurningarnar, sum uppstanda, av at vit liva í hesum internetsamfelagnum, har frí atgongd er til alla informatión um øll hesi evnini. Ikki siga við nakran, at tey bara skulu hugsa minni um “heimin” og lesa meira í Bíbliuni. Tað fer ikki at hjálpa. Ver ein persónur sum lurtar og tosar vinarliga. Ikki ignorera. Vit fara ikki at verða samd í øllum, men tað er OK. Vit eiga at kunna liva saman fyri tað, sigur Dania.
Hinvegin, um tú fekk eina mikrofon, sum gekk til øll tey, sum aldri hava verið á møti í eini meinigheit í teirra lívi, hvat hevði tú so sagt við tey? Hevði tú ávarað tey, um nakrantíð at fara inn har, ella hevði tú skunda undir, at tey nettupp fóru inn har av onkrari orsøk?
- Eg vil viðmæla øllum at útforska sína andaliga síðu. Vit hava hana øll onkrastaðni innast inni. Tað er tað besta ein persónur kann ognað sær í lívinum, eftir mínari meining. Tað gevur lívinum eitt sovorðið innihald, eina dýpd og eina gleði, sum eg slett ikki kann lýsa. Tað, at føla Gud virka í sínum lívi, leiða seg í yvirnatúrligar støður, hyggja aftur og síggja hvussu hann allatíð hevur havt fingurin við í spælinum, hvussu hann letur eyguni upp fyri sannleikum, sum geva lívinum eitt endamál - tað vil eg heilt sikkurt viðmæla. Tað kann gerast uppá so nógvar mátar, og tað haldi eg, at vit í Føroyum ofta gloyma. Tað er meira enn at ganga í kirkju ella á møti. Men prøva tað av. Far í kirkju ella á møti, vita hvat hendur. Gang ein túr í nattúruni og tosa við Gud. Bið við einum vini. Les Bíbliuna. Lurta eftir talum á netinum. Brúka tíð í friði. Tað eru óendaleysir mátar.
Hvat ert tú mest bangin fyri, í sambandi við filmin “Skál”? Ella hvílir tú púra trygg í tær sjálvari, nú filmurin skal frumsýnast?
- Eg eri mest bangin fyri at vera útihýst og ikki tikin seriøst sum trúgvandi og sum listafólk. Bangin fyri at verða misskilt. Men eg havi nógv góð fólk rundan um meg, so eg royni ikki at hugsa for nógv um tey, sum ikki dáma meg. Eg hvíli í at Gud fer at brúka hetta til tað, sum allatíð var ætlanin. Eg veit, at hann hevur verið við mær í gjøgnum alt og fer at brúka tað til okkurt. Akkurát hvussu, veit eg ikki. Men eg hopi bara í tað minsta, at filmurin kann opna upp fyri práti, forstáilsi og minka um fordømingina millum trúgvandi og ikki trúgvandi.
23 ára gamli leikstjórin, Maria Guldbrandsø Tórgarð, sum er úr Havn, fortelur, at í 2019 ringdi Trygvi Danielsen til hennara og spurdi, um hon vildi gera ein heimildarfilm.
Maria hugsaði, at endiliga var høvið at vísa umheiminum okkara Føroyar. - Nú sleppa vit at gera upp við glansbílætið av Føroyum og vísa, hvussu tað í veruleikanum er at vera ung í heimsins minsta høvuðsstaði.
- Í mínum hugaheimi er Skál ein ungdómslýsing, sum eg ongantíð havt kent. Tílíkar lýsingar hava ikki verið gjørdar og vístar á henda hátt í Føroyum fyrr, og eg eri errin av at hava verið við til at gera ein meira samansetta mynd av tí veruleika at vera ungur í Føroyum - bæði tá tað snýr seg um at vaksa upp í eini meinigheit - og samstundis at vísa ta bylgju av kreativum ungum, sum búgva og liva her. Tí eri eg takksom fyri at samarbeiðið við Cecilie Debell, 33, og framleiðslufelagið made in copenhagen og Kykmyndir. Tey hava skilt tey ungu og hava sæð, at her var ein týdningarmikil søga at siga - á ein autentiskan hátt, sigur ungi føroyski leikstjórin.
- Hetta er fyrstu ferð, at ein føroyskur heimildarfilmur, sum lýsir hetta evni, verður vístur á stóra løriftinum. Tað eru so nógvar søgur, sum aldri eru sagdar, tí vit ikki hava havt møguleikan. Tað vilja vit nú gera nakað við. Eg vóni, at filmurin á ein fjøltáttaðan hátt kann geva innlit í eina heilt serstaka mentan. Ein filmur, sum ungir føroyingar kunnu kenna seg sjálvar aftur í - og samstundis kann vísa heiminum, at vit eru til. Eisini á henda hátt,” sigur Maria Guldbrandsø Tórgarð.
Takk fyri prátið og hjartaliga til lukku við filminum og góða eydnu við sýningini leygardagin!