Skip to main content

Hevði hesin sloppið at spælt í Betri Deildini?

 

Myndin er av ivaleyst kendasta fótbóltsspælara, David Beckham, sum í dag er 45 ára gamal. So kendur, at filmar og sangleikir vórðu gjørdir, har hann gekk inn í fiktiva realheitið sum eitt sementerað hugtak “Bend it like Beckham”, enntá í einum indiskum kvinnuhøpi í Afturhaldsbretlandi.

Síðan giftist hann við eini poppstjørnu og flutti til USA, har alt ber til, bara tú hevur ráðini og ikki stjelur ein bil og ert svartur, sum Judas í aktuella filminum Judas and the Black Messiah. Hann er verdur at síggja, sum neyvan nakar annar biograffilmur í hesum døgum. Um ikki annað fyri at knýta nevan annara vegna og hinvegin banna stillisliga innantanna. Kanska vinnurin hann fleiri enn ein Oscar. So verður riot í gøtunum.

Men til ber eisini - nú Kristiansa føroyska fótbóltsvinna við nógvum kristiligum íløgufelgum sjálvi gera vart við seg um málið - at seta hornafløgg, sum eru í ælabogalitum. 

Tað gjørdi eitt Miðdanskt fótboltsfelag á MCH Arena í Herning. Hervið er hugskotið borið víðari undan sunnudegnum.

Og nú vit hava flaggdag sunnudagin og ein sjálvbestaltaður afturhaldshópur, all the usual suspects, eru farin upp at gartera og forbjóða symbolum og strikum og litum í fótbólti, so er at standa við útmeldingina sunnudagin. 

Einki symbol í fótbólti. 

Fótbóltur er bara rørsla og ein sunn sál í einum isoleraðum eginpersónslikami, sum er mált vigað og funnið sunt. 

Fótbóltur er slettis ikki makt, pengar, korroptión og sjónliggering hjá politikarum, ið syngja fyri og handa steyp. 

Fótbóltur er slettis ikki symbol. 

Í hvussu er ikki symbol, sum ganga okkum ímóti. 

Not in our backyard. Not at all. Krossin í nakkan á Beckham.

Út við honum. Krossinum eisini.