- Eitt ár uttan løn og helst verður juli fyrsti normali mánaður, tað bendir kalendarin á, sigur Ruben Busk í Street Food vogninum, sum í dag er uttanfyri Á handilin á Heykavegi á Hálsi, dygst við arbeiðsplássið.
Tí hava vit fimm, Sólvá, Sigrid, Trygvi, Enna og eg, gjørt av at trivnaðartiltakið hesuferð skal verða ein burgari í hondina á middegi. Ein burgari, sum eisini er til ummælis.
- Heimabakaður bolli, sum er serstakliga góður. Fastur og kompaktur, men eisini krispy og smakkar væl, hevur góðan konsistens, er stórur, men brotnar ikki, er gjørdur úr góðum mjøli. Tað eru vit øll samd um, og at ræsti smakkurin er mildur.
- Dressingurin er sindur súrligur og í góðari javnvág við ræsta smakkin. Mongdin er generøs, men hvørki vulgér ella til yvirmáls, men akkurát til pass. Grønmetið er gott og væl skorið, og er tí broyskið at bíta í. Marineraði reyðleykurin gevur endaliga góða smakkupplivilsið, eisini í liti, eru vit samd um.
Sólvá royndi nýggja burgaran, ið varð seldur undir heitinum skræddur grísur, tað er pulled pork.
- Hann var góður, men í so stórur fyri meg. Har var nógv kjøt í og hann smakkaði ógvuliga væl, smakkaði av grill og grillaðum kjøti. Grønmetið hóskaði væl til burgaran, sum er ein fínur miðmáli. Men eg haldi at álað svínakjøt ljóðar betur enn skræddur grísur, sigur Sólvá.
- Vælsmakkandi, men kundi havt minni kjøt, sigur Sigrid.
- Tað haldi eg ikki sigur Trygvi. Tú fært nógv meira fyri pengarnar og hartil kvalitet, sigur Trygvi, sum royndi feska lambaburgaran. - Salatið og dressingin eru góð og frísklig og passa væl saman. Hatta fari eg at royna aftur. Hetta er passalig stødd til ein verð, sigur Trygvi.
- Tað er frískligt og gott at standa úti og fáa akkurát tað í hondina, sum partarnir eru greiðir yvir at tú vilt hava, uttan at fylla út, svarað og verða spurdur um alt møguligt roks, støddir og eyka tilhoyr. Hetta er ein góður miðmáli saman við starvsfeløgunum av og á á arbeiðsplássinum, semjast vit øll um.