Skip to main content

Posts

Fullkomið samljóð í Gásadali

Uppi í Gásadali, har fjúrtan fólk búgva, er fullkomið samljóð, tá umræður ferðavinnu og at vera um tey vitjandi, innlendsk ella útlendsk, antin tey koma í bili ella á motorsúklu av flogvøllinum ella av Norrønu í Havn. Her síggjast eingir bussar. Her er eittans skelti í øllum Dalinum. Tað er á portrinum niðri við Múlafoss, har skrivað stendur ”Keep closed” afturvið eini fittari mynd av seyði.  Í øllum dalinum sæst einki annað boðskelti til hin ferðandi. Einki. Píkatráður er eingin, hóast vítt er um at fara og landbúnaðararbeiði er alla staðni.  Tráddar gøtur eru lagaliga merktar við bandi og smáum reyðgrønum pelum, so ókunnufólk vita, hvar gangast skal, uttan nakað visuelt róp av ágangandi slag. Alt tykist mær at vera í samljóði við náttúru og fólkið á staðnum, so samfeldi dalurin andar frið og rekreatión. Tað tykist vera fremsta ynski hjá teim búsettu, bóndaskapur og rekreatión, sum hin vitjandi skal kenna seg fjálgt innbjóðaðan í.  Meðan bóndin situr í traktorinum og rystir grasið yts

Visuell magi

Um vikuskiftið bjóðaði leikbólkurin Tvazz til fimtan ára veitslusýning í høllini í Norðurlandahúsinum við Ó - søgur um djevulskap , risastóru skaldsøguni, ella fragmenteraða savninum, hjá Carl Jóhan Jensen, sum Sprotin gav út í 2005. Nú átøk verða gjørd, at fáa fólk at lesa føroyskt, er av týdningi at hefta seg við, at søgan sigst vera hin torførasti teksturin at lesa seg gjøgnum á føroyskum lendi. Tí byrjaði leikurin rímiligvís uppá skúlameistaramanér við at spyrja tey møttu, hvussu nógv høvdu lisið hana, djevilsku skaldsøguna, eftir at leikbólkurin impromptu breyt seg inn í høllina við eini dragukistu við áskriftini BK fyri Bænadikt Konradsen, navnið á keypmanninum, og hann, ið gróðursetti óndskapin. The usual suspects rættu hondina upp. So er vøllurin strikaður av millum tey lisnu og tey ólisnu, og tímarnir, teir eru tveir, kundu byrja. Vit eru í einum rættarlæknafrøðiligum krimiumhvørvi. Kitlarnir eru hvítir og tey fara í hárfínt hvassan dialog við skaldsøguna, tey skriva við kriti

Brunafongda stríðið um ein lækna í Klaksvík

Meðan evsti mentanarligi fyrisitingarmyndugleikin í hesi vikuni av Tingsins røðarapalli segði, at hann við í mesta lagi einum dagsvarsli vildi leggja niður alt Kringvarpið, soleiðis sum vit higartil hava kent tað, ber samstundis til at síggja eitt framúr danskt dømi um ein ferðandi fríyrkisjournalist, Teddy Bruslund, sum hevur vitjað her og gjørt fýra danskar sjónvarpssendingar um brunafongda læknastríðið í Klaksvík í 1953-1955. Klaksvíkar kommuna hevur játtað 300.000 krónur til sendingarnar . Tað er ein fjórðingur av, hvat verkætlanin kostar.  Nú sýnir danska sjónvarpið teir fyrstu fýra partarnar við frámerkinum ”sæson 1” og allir kunnu síggjast í føroyskum stovum út í eitt á heimasíðuni hjá stovninum.  Um røðin heldur fram, veit eg ikki, men her er tilfar til nógv meir, serliga um verturin, Lars Løkke Rasmussen, framhaldandi verður í aktivari vinnu við Føroyum sum ferðamáli. So verður tað tann reina product placement, ið fær meg at hugsa um uppáhaldið hjá Knud Vilby um ein ferðandi

Eg eri portrið og vegurin

Í dag, seinasta feriudag, tók eg tað djørvu avgerð at fara norður til Saksunar, hóast eg hevði lovað mær sjálvum aldri at gera tað aftur í portursins tíð, ganga oman við ánni, hóast pengaportrið og improviseraða vegin, sum kommunan hevur gjørt fram við áarbakkanum so langt, vit síggja, tí einaferð høvdu tey tørv á at gera júst hetta inntriv í náttúruna, helst uttan at spyrja nakran friðingarmyndugleika, eins og tá portrið varð sett upp.  Her er trongt, fult av bilum, og eg nái at fáa seinasta parkeringsplássið við Svartá, meðan eins nógvir bilar daga undan á bakkanum hinumegin Gjógvará við kirkjuna og Dúvugarðar, har sum almenni farvegurin verður steðgaður við leiðina móti Hvíggjarhamri.  Umframt snurrandi motorsúklurnar og lokalu lendisakførini, sum børn koyra á, goyr ein hundur har yviri, so tað smellir eftir niðri í Pollinum og slær upp í klettarnar og niðan gjøgnum dalin. Tað er nógv, tey átta, sum privacy skeltið sigur búgva her, skulu slúka úr heimsins hornum. Júst hesa ársins t