Meðan evsti mentanarligi fyrisitingarmyndugleikin í hesi vikuni av Tingsins røðarapalli segði, at hann við í mesta lagi einum dagsvarsli vildi leggja niður alt Kringvarpið, soleiðis sum vit higartil hava kent tað, ber samstundis til at síggja eitt framúr danskt dømi um ein ferðandi fríyrkisjournalist, Teddy Bruslund, sum hevur vitjað her og gjørt fýra danskar sjónvarpssendingar um brunafongda læknastríðið í Klaksvík í 1953-1955.
Klaksvíkar kommuna hevur játtað 300.000 krónur til sendingarnar. Tað er ein fjórðingur av, hvat verkætlanin kostar.
Nú sýnir danska sjónvarpið teir fyrstu fýra partarnar við frámerkinum ”sæson 1” og allir kunnu síggjast í føroyskum stovum út í eitt á heimasíðuni hjá stovninum.
Um røðin heldur fram, veit eg ikki, men her er tilfar til nógv meir, serliga um verturin, Lars Løkke Rasmussen, framhaldandi verður í aktivari vinnu við Føroyum sum ferðamáli. So verður tað tann reina product placement, ið fær meg at hugsa um uppáhaldið hjá Knud Vilby um ein ferðandi ”allround overklassereporter” í bókini Nye medier í 1999.
Tær fýra lidnu sendingarnar bera tó boð um framúr søgulivandi og didaktiskt arbeiði, nærverandi hugsjónir og viðkomandi keldutilfar hjá Teddy Bruslund til danska almenningin, sum eisini kann brúkast til søguundirvísing í skúlunum har í landinum, til tess at lýsa hetta brunafongda tíðarskeið í nýggju rættuliga frígjørdu, men eisini ískøldu Krígsføroyum, beint eftir seinna heimsbardaga.
Havi ikki sæð føroyskt skúlatilfar um hesar djúpt skakandi hendingarnar í Klaksvík í fimmtiárunum, ið sambært upptøkunum skilliga enn tørva lokaltraumatiska viðgerð, men Hans Andrias Sølvará, sum lukkutíð eisini er gjøgnumgangandi søgupersónur, hevur í 2013 skrivað breiða og vælundirbygda grein í Fróðskaparriti, hann kallar Uppreistur í Klaksvík - læknasetanin sum elvdi til uppreistur.
Evnið er universelt og ikki staðbundið til okkum einans.
Síðan eg sá norska filmin Liten Ida (Laila Mikkelsen 1981) í Filmsfelagnum mitt í áttatiárunum í Sjónleikarhúsinum, hevur hetta evnið hugtikið meg, tí tað er so ógrundiliga djúpt og avdúkar í sjálvum sær íborna óndskapin hjá okkum øllum. Tá umstøðurnar so festa í, fer alt upp í ljósan loga, og tann sum ikki er við, er ímóti. Filmurin Liten Ida byggir á søgu hjá Marit Paulsen, sum hevði týskan abba og ein beiggja, ið fór til Finnlands fyri Waffen SS og eina systir, ið fór til Pólands at býta børn upp, hvørt tey vóru rein ella órein, alt eftir nasistisku ættarbandsskránni.
Á einum meira raffineraðum støði hevur italski Bertolucci í 1970 gjørt filmin Il conformista, sum á donskum fekk heitið Medløberen, á føroyskum kundi tað verið Eltibløðran, um tann sálarfrøðiliga dynamikk, sum liggur til grund fyri at elta í hesum føri greitt fasistiskum persónum og teirra ætlanum og hugsanum um heimsdominans.
Í teim fýra sjónvarpspørtunum, sum nú eru tøkir, letur leikstjórin og upphavsmaðurin, Teddy Bruslund, Lars Løkke Rasmussen, fyrrverandi forsætisráðharra, verða ferðaleiðara og frásøgumann. Gamaní eitt sindur meira avmált, men í prinsippinum á sama hátt sum tá Simon Reeve ferðast og vitjar óvanlig støð, har hann væl kunnaður og við einum framleiðsluliði í rygginum, møtir fólki og letur upp fyri staðbundnari søgu, sum altíð er borin av eini hugtakandi indignatión, sum ikki er uppátikin, men ektað. Júst hetta seinna, tað ektaða, er konan, Sólrun, garanturin fyri, nú tey bæði vitja í Føroyum og hava læknastríðið í Klaksvík sum orsøk og bakteppi. Sum eingin, tryggjar Sólrun honum innlit í føroyska samfelagið tá og frameftir, ja heilt til dagin í dag. Hon tryggjar honum autentisitetin í hansara skúlatíma í søgu. Framúr av pultinum.
Verkætlanin hjá Teddy Bruslund at lýsa søguliga stríðið, sum tók seg upp í Klaksvík, er framúr dømi um avrik hjá einum virknum framleiðslufelag, sum ikki er innlagt á ein public service stovn at verða for good.
Við hesum parallella dømi skilji eg aktuellu ætlanina hjá landstýrismanninum at upploysa og niðurlaga stovnin Kringvarp Føroya til tess at skapa júst tílíkar framleiðslueindir og ítøkilig miðlaúrslit úti í føroyska samfelagnum.
Og tó.
Einasta líkinda úrslit við kontinuiteti, eg havi sæð á okkara leiðum, tá sendingar eru bodnar út í fría lisitatión, er afturvendandi útvarpssendingin Pressan hjá Øssuri Winthereig, sum ikki er til longur, sendingin.
Helst eru Føroyar ov smáar at hava framleiðslubólkar og -feløg at gera tílíkar sendingar til brúk í Kringvarpinum og síðan skúlaverkinum, sum í báðum førum eru public service. Enn, í hvussu er.
Okkara land og hugsaða tjóð er enn so lítil, at sjálvstøðugar framleiðslueindir uttanfyri alment fíggjaða og stýrda public service miðilin og slektaðar stovnar makta vit ikki.
Vit makta ikki eingang at prenta bløðini við rotatiónspressu longur, men alt ber til í Danmark.
Í minum eygum er tað hin sjálvsagdi prísurin, tá eingin, heldur ikki fyrisitingarliga valdið, og enn minni politikararnir á menta- og vinnuøkinum, verja okkum, men lata okkum liggja púra opin fyri umheiminum - sum á øðrum málum, fyrst og fremst fremmandamálinum donskum - klár at brúka í teirra handilsligu ørindum, tað veri seg at gera film og drena grunnar á landi, ella tøva ull í Elduvík og selja hana aftur til okkum sjálvs.
Vit eru opin fyri øllum heiminum. Í sjálvum sær er tað víðsýnt og gott, men tá vit á heimabeiti á heimrustini einki fáa at seta í staðin, eru vit veik og verða av útlendingum hildin føst sum offur og lata allar stórar tankar verða hugsaðar í útlandinum, les: Danmark. Tað er sum sjórænaratíðin er komin aftur. Vit vita bara ikki av tí.
Men aftur til brunafongdu støðuna.
Hvussu brunafongd hon veruliga er enn, bendir tað kjak, ella teir rættandi peikifingrar í almenna rúminum frá politikarum, sum formanandi minna okkum á, at vit mugu ikki kalla søguligu hendingina Klaksvíksstríð, tí tað hevði einki við lokalitetin at gera, men heldur Læknastríðið, tí tað var tað tað var, stríð um ein lækna, sum kom til okkara og tænti okkum væl, hóast hann ikki var ein av okkara. End of story.
Tí havi eg valt at kalla ummælið av frágerða góðu sjónvarpsrøðini ”Brunafongda stríðið um ein lækna í Klaksvík”. So er alt við í rættari røð. Og minnir okkum samstundis á, at íkomin bruni verður ikki lektur við einum orðið, heiti ella plástri, sum purkurin fær á morgunknæið innan hann fer út at spæla, og sum dettur av aftur, purkaplástrið, innan vit eru komin til middags. Ígerðarsjúkan er drúgvari enn so. Haldi, hon stendur við.
Sjónvarpsrøðin er framúr avrik hjá vertsparinum Lars og Sólrun, sum fyrr hava greitt frá, at tey eru vinnurekandi á ferðavinnuøkinum og leggja seg eftir mentaferðum júst til Føroya. Men neyvan hevur Brusland, sum hevur upphugsað røðina, funnið betri vertspar enn tey bæði. Heldur røðin fram, er hon longu óhugsandi uttan Lars og Sólrun.
UG til upphavsmannin og vertsparið!