Skip to main content

Eg eri portrið og vegurin

Í dag, seinasta feriudag, tók eg tað djørvu avgerð at fara norður til Saksunar, hóast eg hevði lovað mær sjálvum aldri at gera tað aftur í portursins tíð, ganga oman við ánni, hóast pengaportrið og improviseraða vegin, sum kommunan hevur gjørt fram við áarbakkanum so langt, vit síggja, tí einaferð høvdu tey tørv á at gera júst hetta inntriv í náttúruna, helst uttan at spyrja nakran friðingarmyndugleika, eins og tá portrið varð sett upp. 

Her er trongt, fult av bilum, og eg nái at fáa seinasta parkeringsplássið við Svartá, meðan eins nógvir bilar daga undan á bakkanum hinumegin Gjógvará við kirkjuna og Dúvugarðar, har sum almenni farvegurin verður steðgaður við leiðina móti Hvíggjarhamri. 

Umframt snurrandi motorsúklurnar og lokalu lendisakførini, sum børn koyra á, goyr ein hundur har yviri, so tað smellir eftir niðri í Pollinum og slær upp í klettarnar og niðan gjøgnum dalin. Tað er nógv, tey átta, sum privacy skeltið sigur búgva her, skulu slúka úr heimsins hornum.

Júst hesa ársins tíð, innan allur bøurin er sligin, er hann grønari enn nakrantíð. Hevur sumstaðni lyndi at lumpa eygað og fatanarevnini, so tú í løtum, serliga eftir sirm, heldur hann vera bláan, Saksunar bøin.


Men so er tað fyri okkum. Portrið. Hetta óskiljandi inntriv í føroyska nátturu og føroysku fólkasálina. Fái meg ikki at fara um tað, hvør upphæddin so er. Portrið er lokað og skal fyri mín part vera tað í allar ævir. 

Hitti summargestir, sum eru í grøna dalinum, og hava vitjað her alt teirra lív. 

- Fyrst ein bummur, so eitt forboðsskelti og at enda ógvusliga portrið her niðri. Hetta er stór skomm, siga summargestirnir, sum í fjør vóru á Bornholm. 

- Har vitjaðu vit Hammershus og eitt innigyrt øki við seyði, og vórðu ynskt vælkomin á einum skelti, og biðin um at halda eygað við, at djórini høvdu tað gott, annars at ringja eitt telefonnummar. Soleiðis eigur tað at vera, siga summargestirnir, og undrast yvir lítið innbjóðandi skeltingina í Saksun.
 

Hetta monstrum av eini snurrandi ferðavinnuinstallatión við einum enskttalandi gjaldsterminali mitt í tí algrøna summardalinum, er ov nógv at fara um, og eg vendi við. Bóndamammon kann eiga hetta sirkus. Gangi niðan aftur eftir gamla vegnum, sum enn liggur væl í lendinum, akkurát so sum hann eigur og hevur gjørt alt tað, eg minnist.


Sama umhugsni við bygdavegnum, tað sum gjaldsbóndin ikki dugir, sæst aftur hinumegin, har hóttandi bilarøðin kortini stendur fyri endanum og fyllir øll plássini.


Fyrsta, eg síggi hesumegin, eru ferðafólk, sum við strektum armum ganga millum húsini. Ikki er tað tí tey ganga sum í blindum, men tí tey hava fartelefonina fram fyri seg, og prenta Føroyar út á Instagram og fleirfalda gestirnar komandi dagarnar. Fyri summi gott, onnur ringt, tí tað er ein óstýrdur bági fyri tey átta lokalu, sum neyvan fáa lut í nakrari miðsavnandi vinnustrategi yvirhøvur.  

Men eg skilji mannin, sum letur seg freista av einum motivi í privata túninum í Saksun. Heldur enn náttúruvakurleikin eru tað tey gerandisligu skeltini, ið hava víst honum vegin niðan til vesi, bæði til konur og menn, og til eitt museum, sum er har uppi.

Snari eg á fótinum á sama stað og vendi mær móti Hvíggjarhamri er sama skeltaskil. Her er bannað at koyra hjá øllum uttan teim lokalu. Greitt og skilligt. Men allíkavæl er en væltrádd gøta niðan við ánni, har blíðir hestar eru og enntá upplýsingartalvur til tey ferðandi. Men ímillum meg og tey eru forðboðsskeltini, sum eg ikki fari um. Illanstíð. Lat tey fremmandu um tað.


Niðri við kirkjuna er píkatráður í fleiri løgum við somu óvinaligu boðum, at halda seg burtur og ganga mars higanifrá. Og meðan eg stavi meg gjøgnum eitt nýtt myndaskelti um flúgvandi dronur, sum á saksunska kirkjubønum eru ynsktar av fjandanum til, so hoyri eg til mína undran eina summarflugu surra yvir mær, fyrst við vinstra oyra, so við høgra oyra og so stendur hon still yvir mær og soomar eina løtu, sum vil hon spræna eitur, loypa á og proklamera okkurt ræðuligt um ferðafólk ella grindamenn. Tá síggi eg, at hetta er júst ein drona, uttanfyri kirkjuna, har skeltið sigur at økið er skýrt dronufrítt at verða. Ivist eina løtu um tað er ein bóndi av betalingsslagnum, sum kikar og spælir mær eitt puss, ella um tað eru tey trý ferðafólkini, eg síggi í reyðum jakka Úti á Sandi. Gakk vekk við tær, hugsi eg og havi djúpasta samhuga við teim átta í bygdini. Keep off.


Meðan myndavakra kirkjan knýtir lendið saman, grønmjúku fløturnar, lodrætt hóttandi hamrarnar og opið út í hav og upp í himmalin, sum var tað ein Mikinesmálningur, so frøist eg um, at einki busspláss er upptikið í løtuni. 

Einstaklingaferðavinna er eitt av longu orðunum, sum vónandi er nærri enn reikferðaskipini og fyltu bussarnir, týskir ella føroyskir, við fólkum sum floyma út um geilar og tún, og einki, púrt einki, sigur ein kanning í Havn, leggja eftir seg. Púrt einki.

Tey átta, sum her búgva og verja eitt av Føroya mest vitjaðu búplássum hava annað uppiborið. 

Men vit og skil skal til at sameina bondskan bóndaskap og eina fjara ferðavinnu í Havn. 

Livst, so fotograferast. Tað er so vist og sætt.


Jóhan Jógvansson, bóndi í Saksun, skrivar 5. august: "Hey Birgir. Havi lisið tín Blogg um portrið. Haldi tað er eitt sindur óheppi at tú sigur at bóndin hevur gjørt vegin gjøgnum gjónna í heimildarloysið. haldi tað ber brá av karaktermorði og er eftir mínum tykki ódámligt. Skilmaður tín Andre Kruse var als ikki bóndi tá Saksunar kommuna í tveimum umførum gjørdi vegin gjøgnum gjónna aftaná øgiliga áarføri sum elvdi til Skriður um alt landi og smildraði alla gjónna, Lágabø, brúgvarnar um gjónna, rættina við Rættarhylin og allan áarbakkan annars. Eg havi forstáðilsi fyri misnøgdini tit fleiri hava um portrið, men tað kom ikki av ongum, og André hevur og rindar enn ein stóran persónligan kostna fyri at standa við síni rættindi. Hevði eftir mínum tykki sømt seg við eini rætting. Veruleikin uttan lygnir hevur nokk av tilfarið til karaktermorð um tað er endamálið, sum tað vónandi ikki er. blíðar heilsur Jóhan".