Um vikuskiftið bjóðaði leikbólkurin Tvazz til fimtan ára veitslusýning í høllini í Norðurlandahúsinum við Ó - søgur um djevulskap, risastóru skaldsøguni, ella fragmenteraða savninum, hjá Carl Jóhan Jensen, sum Sprotin gav út í 2005.
Nú átøk verða gjørd, at fáa fólk at lesa føroyskt, er av týdningi at hefta seg við, at søgan sigst vera hin torførasti teksturin at lesa seg gjøgnum á føroyskum lendi. Tí byrjaði leikurin rímiligvís uppá skúlameistaramanér við at spyrja tey møttu, hvussu nógv høvdu lisið hana, djevilsku skaldsøguna, eftir at leikbólkurin impromptu breyt seg inn í høllina við eini dragukistu við áskriftini BK fyri Bænadikt Konradsen, navnið á keypmanninum, og hann, ið gróðursetti óndskapin. The usual suspects rættu hondina upp. So er vøllurin strikaður av millum tey lisnu og tey ólisnu, og tímarnir, teir eru tveir, kundu byrja.
Vit eru í einum rættarlæknafrøðiligum krimiumhvørvi. Kitlarnir eru hvítir og tey fara í hárfínt hvassan dialog við skaldsøguna, tey skriva við kriti á talvuna, sum í Trom, draga fram persónar, dráp og árstøl, og við eitt verða tey í hvíta rannsóknarljósinum so bergtikin, at hon tekur yvir, djevulska søgan um óndsku, hóast gudsmaðurin og trúboðarin, Matthias J. Danielsen, kemur upp í millum og vil tað besta, men holdið er veikt, serstakliga veikt. Rúmið myrknar og pallljósið hjá Súna Joensen tendrar og spælir við sum annað enn tað hvíta skæra ljósið, ið mest er eftir eindimensiónellu rásini, sum sjálvdan er fleirtýdd, og tó.
Nú vellir alt fram og einki er sum væntað, meðan myndirnar verða varpaðar upp á veggin, leygarkvøldið við perfektum hepni, sunnukvøldið við visuellum trupulleikum í byrjanini. Beinleiðis aktiónin í sangi, ljóði, tónleiki, filmi og myndum, er krevjandi, men gevur leikinum tað íborna flog, hann veruliga hevur, og sum neyvan kann filmast ella goymast, so stað- og tíðarbundin er tann eruptiva multimediaaktiónin, sum leikurin er.
Á staðnum og í løtuni.
Ein veitsla av visuellari magi, tí rama gandi, so tú ert málleysur og leggur líka í skilvísið í orðunum og mun til hvørt annað, sum stendur her og so annarleiðis har í prentaðu stórbókini, tí avbjóðandi myndirnar taka yvir og avvápna orðini, gera tey til einkis sum framsagnir, og tú situr ytst á stólinum, forvitin eftir at vita, hvat nú hendir og hvar kollektivi leikurin dregur teg í eini uppseting, ið er á flotið sum søgulig skonnart, ið stevnir gjøgnum toku og illveður, við smuglaravøru umborð, meðan skúmandi skiparar og moldfestir gudsmenn fara í skýmaskot at renna murtin í tað, sum fyri er.
Leikaravrikið er sjáldsama kollektivt. Øll standa seg væl, sjálvt norðmaðurin Frederic Molund, er framúr, tá hann rópar sum skipari. Millum visuelt sterkastu senur, tí tað mesta verður filmað close up og blást upp á stórveggin í svørthvítum, er tá Gunnvá Zachariasen er Bænadikt og allir hinir menninir eisini, og setir seg at royta fugl, ivaleyst ein siping til Shakespeare og allar hansara fuglar. Sterk er eisini senan við Búa Dam, sum stendur fyri eini kanning av dripnu konuni, Duritu Dahl Andreasen, sum er Saloma og Lorenza og fleiri við, og lýsir í smálutum, hvussu skemmarin hevur oyðilagt undirlívið, Kristina Sørensen Ougaard sum Amtmaður, Bettan og fleiri, og so Hans Tórgarð, ið er prædikumaðurin Matthias, sum neyðtekur Salomu, men má fara enn longur við egnari hond, innan hann við berari reyv fer av senuni. Tað vildi eg havt eina mynd av.
Sangurin og ljóðið hjá Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð ber øllum uppi í Dalinum og í Norðuratlantshavi heilt úr Hamburg. Tað er, eins og filmurin hjá Barbaru Lervig, beinleiðis og tí serstakliga krevjandi, tí Anna Katrina skal stýra øllum ljóði, sum morgunvatni í hondvaski, tá hurðin fer upp og syngur og tá Matthias fær luft í tarmarnar og fratar, alt meðan hon sjálv syngur og talar tekstin inn og út úr søguni. Eitt einastandandi avrik, sum eg ikki havi sæð fyrr. Hana kenna vit frá Valravn og hon verður aktuell við egnari klassiskari konsert seinni í heyst.
Nú skillig kapping er um at lesa torførastu bók í landinum vil eg siga, at her var tað visualiteturin, ið vann á tekstinum og helst gav honum munandi størri útbreiðslu, tekstinum, enn nakrantíð. Jú fleiri stórbær og miðsavnandi tiltøk sum hetta hjá Tvazz í Norðurlandahúsinum, jú fleiri ætlaðar lesarar fáa vit veruliga at lesa, uttan at skapa gjáir millum tey lisnu og tey ólisnu.
Visuella gandamegin vann og bygdi brúgv um gjónna, ið altíð er, hevur verið og fer at verða í øllum heiminum millum tey lisnu og tey ólisnu. Í somáta var hetta eitt gott lesiátak, hóast tað í mestan mun ríkaði meg við visuellari megi, ja beint fram gandi, visuellum gandi, sum undir eygnalokunum seint fara at ganga frá mær.
Úr bókini hjá Carl Johan hevur danski Daniel Wedel skrivað og komprimerað leikritið, Jonhard Mikkelsen hevur týtt aftur í føroyskt, og íslendski Egill Pállsson hevur leikstjórnað við sjáldsomum hegni. Til gerandis er hann leikhússtjóri í Tromsø og tað sæst í uppsetingini, at nakað nýtt er komið á heimapallin, sett í ljós og ljóð við eini fynd, sum bara ein fremmandur - í hvussu er í løtuni - kann vísa og halda fram fyri okkum. Síggi, at longu í november stjórnar hann Ødeland um tað fullkomnu oyðing, sum Hitler og norskir nazistar framdu í Finnmørkini undir krígnum. Eg eri málleysur um hesa visuellu gandastyrki, hann hevur slept niðan í Dalin og forloyst á pallinum í Norðurlandahúsinum.
Hetta er visuell magi, eg eftir svikaliga minninum ikki havi sæð síðan Macbeth á Tjóðpallinum fyri skjótt tjúgu árum síðan.
Bravo!
Myndir: Gauih