Uppi í Gásadali, har fjúrtan fólk búgva, er fullkomið samljóð, tá umræður ferðavinnu og at vera um tey vitjandi, innlendsk ella útlendsk, antin tey koma í bili ella á motorsúklu av flogvøllinum ella av Norrønu í Havn. Her síggjast eingir bussar. Her er eittans skelti í øllum Dalinum. Tað er á portrinum niðri við Múlafoss, har skrivað stendur ”Keep closed” afturvið eini fittari mynd av seyði.
Í øllum dalinum sæst einki annað boðskelti til hin ferðandi. Einki. Píkatráður er eingin, hóast vítt er um at fara og landbúnaðararbeiði er alla staðni.
Tráddar gøtur eru lagaliga merktar við bandi og smáum reyðgrønum pelum, so ókunnufólk vita, hvar gangast skal, uttan nakað visuelt róp av ágangandi slag. Alt tykist mær at vera í samljóði við náttúru og fólkið á staðnum, so samfeldi dalurin andar frið og rekreatión. Tað tykist vera fremsta ynski hjá teim búsettu, bóndaskapur og rekreatión, sum hin vitjandi skal kenna seg fjálgt innbjóðaðan í.
Meðan bóndin situr í traktorinum og rystir grasið ytst við múlabakkan, so eg øtist, liggur hundurin tolin og slotar til húsbóndin er liðugur.
Eg eri komin til eitt feriuparadís, kanska nummar eitt í Føroyum. Jú, tað haldið eg, tá eg hyggið meg um í grøna dalinum. Eingin ófriður, eingin øði, glefs ella róp, bara tænasta og vaksið skilagott fólk.
Eisini inni á Gásadalsgarði, har útlendingar og føroyingar sita og njóta góðu tænastuna og útsiktina, sum er enn betri, tí hon kann ikki berast saman við nakra vøru, sum er til sølu, hóst Tindhólmur í løtuni er fjaldur í toku.
So mikið trølsligari verður upplivingin, tí nú er Mykines eisini um at verða fjald í mjørkanum.
Tríggjar kvinnur úr Belgia spyrja, um eg kann taka eina mynd av teimum á terrassuni, meðan tokan stillisliga rekur inn av Mykinesfjørði, nemur við landið og hvørvir so út aftur haðani hon kom. Ein sláimaskina startar, tríggjar italskar motorsúklur koma oman brekkuna og parkera, annars hoyrist einki uttan lagaligt tos millum gestirnar. Sjálvt hundarnir og hønurnar halda stilt, kanska tí tað er sunnudagur.
Íslendski Ó-leikstjórin, Egill Pállsson, stendur bráddliga fyri mær, hann hevur etið skerpikjøt inni hjá Jóhan Dáva Joensen í Tøðuni, so hann veit, hvat henda metallkista inniheldur og hvussu hon skal opnast. Stuttflutt stendur á henni.
Vit skifta orð um týdningin av øllum tí stuttflutta, tá borðreiðast skal. Jákup Sørensen sigur mær, at fyrstu ferð hann hoyrdi orðið, var úr somu húsum. Mamman er ættað hagani, og systkinabarnið, Jóhan Dávur, er bóndi har nú. Tað er hann, ið selur úr blanka skápinum, sum við stuttligu áskriftini stendur nakað yvir eftir vegnum til vinstru. Kortreist, sum norðmenn siga. Jákup og svágurin, Gutti, royndu seg við orðunum nærmatur og nærvøra, men nú tykist snøgga orðið stuttflutt at hava tikið við. - Stuttflutta orðið er úr grannalagnum, tað er kaldbakskonan Lena Reinert, sum hevur smíðað til Tøðuna í Gásadali. Gott at eiga eitt livandi mál, má eg sanna saman við Jákupi.
Forvitnisligt, sum gestur, at eygleiða, hvar markið er fyri ferðavinnu sum dynamo og faktor til trivnað ella fyritaksama vinnu í lokalsamfelagnum, og hvat tað er, sum antin talar fyri ella ímóti at vilja ferðavinnu, ella ynskja hana hagar piparið grør.
- Er alt sum tað skal vera, spyr fryntliga servitrisan við borðið á terrassuni. Jú, tað er tað. Í Gásadali er alt sum tað skal vera. Í hvussu er í huganum hjá tí vitjandi. Her er alt, sum tað skal vera.
Ein mynd av nýggja minnismerkinum yvir av Selvík skal takast, og á sandinum svimja ein maður og kona úr Kekkia púra nakin, meðan ein týskur fólkavognsbussur av tí heilt gamla slagnum við appilsingulum taki og flower power blómum málaðum á síðurnar strýkur framvið.
So er tað huldukonan, sum eins og kekkiska konan stendur nakin fyri kirkjuni í Sandavági, meðan seyðamaðurin á Sondum sporar av stað við stakkinum, ið vist og sætt var so stórur, at hann er messuakul í ikki bara hesari kirkjuni, men øllum kirkjunum í oynni.
Men greitt er, at Vágarnar eru sjáldsama væl giraðar til ferðavinnu. Kanska er tað frá krígnum, tá so nógvir fremmandir hermenn vóru her, og fólkið skjótt vandi seg við at møta fremmandum mentanum og tæna teimum, so sum tørvurin nú einaferð varð. Tað, sum ikki bar til fyrsta dagin, varð heilt vist lagað til næsta dagin, so tað passaði pørtunum. Kanska er tað tí, at oyggin í dag er so væl fyri, hvat tænastu viðvíkur, tá borið verður saman við aðrar oyggjar, ið enn ikki hava møtt fremmandum fólki og mentanum á sama hátt.
Meðan vit bíða eftir at fundamentið til gjaldsportrið niðan á Slættaratind verður stoypt, má eg siga, at Gásadalur rular. Tað sigur mítt egna heimagjørda barometur.