Skip to main content

Posts

The Optics of the World

Amerikanski fotovinurin, Bill Schwab, kom til Føroya í dag at hava ein workshop kring landið við fotografum, sum vóru komnir higar at vera í eina viku. Tíggju ár eru liðin síðan hann fyrstu ferð var her, eftir at hava hoyrt um Føroyar í Íslandi. Tá kendi ongi av hansara vinfólkum Føroyar. Í dag er annarleiðis. Øll kenna Føroyar.  Tí skeyt eg upp at vit skiftu orð um springaradrápið, sum eingin av berari hampuligheit vildi nevna, men øll høvdu hoyrt um.  Grannin, Hans Jacob Hermansen, var til dystin fús og orðaskiftið var bæði virðiligt og hugvekjandi.  Sum fotografur kundi Bill illa hefta seg við annað, enn "The Optics of the World", heimsins eygu, sum nú eru heft á Føroyar, um vit vilja tað ella ei, eins og Chicago gjørdu á fyrstu LP plátuni í 1969: "The whole World is Watching" innan teir skiftu til sangin "Someday" og sipaðu til studentauppreistur, harðrenda løgreglu og Vjetnamkríggið alt í einum.  Hans Jacob segði frá um at vaksa upp við grindadrápi su

Aftur til borðs

Koronastongsul og munnbind eru løgd aftur um bak, matummælarar kjakast í Dimmu um spanskt tapas hjá Katrinu, Sjúrður og Jacob eru í øðini um springarar og rættin at drepa súgdjór, og í Danmark eru tey farin at meta um tjóðarrættin, tartelettir, og hvussu tær skulu serverast. Meðan morgunsjónvarpið í sama landi bjóðar mær eftirgjørda steik úr skordýrum, tí dýr skulu ikki nemast, sleppa vit í biograf at síggja norðuritalskar trøflusavnarar heinta soppar í The Truffle Hunters of Piemonte í fullari spælifilmslongd.  Og her siti eg í Barbara Fish House við góðum vinum og gleði meg til bankatosk. Matur er aftur á skránni.  Hvítur og vælsmakkandi, mildur og fínligur leggur hann seg feitur undir góman, tú tyggir hvørja tægr í eina smakkfylta løtu, stórur í hvíta brotinum sum turrur kalvi, men munin smørmjúkari í flísunum, og eftir eini løtu, har norðuratlantiska havmyndin stendur still, skolar tú varisliga við tí perlandi Chablis, franska víninum, sum í hesum føri er dyrkað síðan 1815 og spro

Børnini eru fyrstu taparar í kríggi

Í øllum kríggjum eru tað børnini, ið tapa. Tað sannførdi nýggi danski filmurin hjá Ole Bornedal meg um. Heitið er Skyggen i mit øje . Yvirskriftina átti leikstjórin sjálvur, tá hann innleiddi filmin. Í søguliga filminum, sum byggir á veruligar hendingar, eru vit í Danmark beint fyri krígslok. Vit fáa fyrst eina skakandi forsøgu av bygd, og so savnar søgan seg um morgunin hin 21. mars í 1945. Nunnurnar gera klárt í Danska Skúlanum á Frederiksberg, har næmingarnir Rigmor, Eva og Henry skulu møta. Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum. Á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur. Álopið eydnast, men stutt frá staðnum hendur ein vanlukka. Eitt flogfar ber við ein steyra og dettur niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær

Nú kemur heystið

Hetta er heystið úr Miðstovuni á Sandi, lagt upp í Vágsbotni, har tað verður sett til sølu mikudagin klokkan tvey.  Aldri áður hevur kjakið um matvørur, helst tær stuttfluttu, verið so ágangandi sum í dag.  Orsøkin er fyrst og fremst teir fjúrtanhundrað springararnir, sum vórðu hildnir til í Skálafirði sunnudagin. Tilfeingi, sum vit ikki eru von við, sum skilliga sást í Degi og Viku í kvøld, har Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, og Jacob Vestergaard, landstýrismaður, kjakaðust og róptu í holið á hvørjum øðrum, braneggjaðir, fyri ikki at siga tendraðir og tí framúr undirhaldandi við orðavali, vit eins lítið eru von við, fyri ikki at siga slettis ikki. Tað er sum okkara tilfeingið hevur fest í teir gomlu veljarafundirnar, sum vóru vanligir fyrr. Einki kann sum matur festa í kjakið. Og í morgin verður aftur høvið at smakka og snakka við fróðarfólk heiman av Sandi, sum koma við fullum føvningi av tilfeingi, beint úr heimsins kova. Tey hava purrur, epli, gulrøtur, grønkál, glaskál og røtur.

Don’t leave us alone with the trolls

Eru árini til tað, verða vit við jøvnum millumbilum mint á, at tey sum hava nógv uppá hjartað, fáa ikki rúm fyri teirra uppáhaldum, og fara so aðrastaðni. Soleiðis hevur altíð verið. Men aldri fyrr hava so nógv havt so nógvar pallar at skriva á og rópa í. Og at taka repeterandi myndir av Múlafossi og Fossá at leggja á Insta, sum stundir ikki eru at skriva fult út. Insta í minsta. Men samstundis hava tey, sum fyrr vóru einaráðandi í almenna rúminum - teir skriftlærdu kongarnir í jarðarinnar manningarhúsi - aldri verið so hótt at missa tign, sum berar av einastu meiningsfullum setningum í borgarliga samfelagnum. Og góðum repeterandi instamyndum, bevares.  Aldri hevur heimsins kór kunnað verið fjøltáttaðari enn nú.  Men krígsstøðurnar eru ikki færri fyri tað, hvørki í kabulskum veruleika, ella millum bleiktrandi reglurnar á heimliga tíðindaskíggjanum.  Skriviligi førleikin er ikki nýuppfunnin, og maktin at definera, hvør skal sleppa til orðanna er enn eldri. Eins og alt annað, sum stingur

Romantiskt jóladrama í Føroyum

Filipinski Netflixfilmurin ”A Faraway Land” er helst tann filmur úr Føroyum, sum flest fólk hava høvið at síggja beint nú. Ikki færri enn 209 milliónir hava møguleika at síggja søguna, ið nemur við integratiónspolitikk og er upptikin í Føroyum fyri jól. Eins og tað aldri fer at bera til at vita, hvussu tað er at vera ferðafólk í Føroyum, eins trupult verður tað at fáa innlit í, hvussu tað er at vera tilflytari, tíansheldur flótti, í Føroyum.  Ikki uttan so, at vit fáa frásagnir, sum frá fyrstu hond kunnu greiða okkum frá um tílík viðurskifti á sannførandi hátt og á upplýstum grundarlagi.  Nú eru vit komin eitt stig nærri, tí Netflix vísur fiktiva filipinska filmin, ”A Faraway Land”, sum Veronica Velasco hevur gjørt fyri MavX í Føroyum. Við sama høvundi, Erwin Blanco, hevur hon í 2019 gjørt filmin ”Nuuk” í Grønlandi, og í 2018 gjørdi hon ”Through Night and Day” í Íslandi við tveimum øðrum høvundum. Mongu filmarnir hjá Velasco røkka heilt aftur til 2009. Hon arbeiðir skjótt, tí eg síggi