Skip to main content

Nú kemur heystið

Hetta er heystið úr Miðstovuni á Sandi, lagt upp í Vágsbotni, har tað verður sett til sølu mikudagin klokkan tvey. 

Aldri áður hevur kjakið um matvørur, helst tær stuttfluttu, verið so ágangandi sum í dag. 

Orsøkin er fyrst og fremst teir fjúrtanhundrað springararnir, sum vórðu hildnir til í Skálafirði sunnudagin. Tilfeingi, sum vit ikki eru von við, sum skilliga sást í Degi og Viku í kvøld, har Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, og Jacob Vestergaard, landstýrismaður, kjakaðust og róptu í holið á hvørjum øðrum, braneggjaðir, fyri ikki at siga tendraðir og tí framúr undirhaldandi við orðavali, vit eins lítið eru von við, fyri ikki at siga slettis ikki. Tað er sum okkara tilfeingið hevur fest í teir gomlu veljarafundirnar, sum vóru vanligir fyrr. Einki kann sum matur festa í kjakið. Og í morgin verður aftur høvið at smakka og snakka við fróðarfólk heiman av Sandi, sum koma við fullum føvningi av tilfeingi, beint úr heimsins kova.

Tey hava purrur, epli, gulrøtur, grønkál, glaskál og røtur. - Sandafløtan er gamal havbotnur, sum kom undan, tá ísurin hvarv, og hitin hevur verið nógvur á Sandi, og tessvegna er mikil gróður, siga tey av Sandi, nú vit kunnu marka í kalendaranum, at tey koma við heystinum til Havnar.