Skip to main content

Romantiskt jóladrama í Føroyum

Filipinski Netflixfilmurin ”A Faraway Land” er helst tann filmur úr Føroyum, sum flest fólk hava høvið at síggja beint nú. Ikki færri enn 209 milliónir hava møguleika at síggja søguna, ið nemur við integratiónspolitikk og er upptikin í Føroyum fyri jól.

Eins og tað aldri fer at bera til at vita, hvussu tað er at vera ferðafólk í Føroyum, eins trupult verður tað at fáa innlit í, hvussu tað er at vera tilflytari, tíansheldur flótti, í Føroyum. 

Ikki uttan so, at vit fáa frásagnir, sum frá fyrstu hond kunnu greiða okkum frá um tílík viðurskifti á sannførandi hátt og á upplýstum grundarlagi. 

Nú eru vit komin eitt stig nærri, tí Netflix vísur fiktiva filipinska filmin, ”A Faraway Land”, sum Veronica Velasco hevur gjørt fyri MavX í Føroyum.

Við sama høvundi, Erwin Blanco, hevur hon í 2019 gjørt filmin ”Nuuk” í Grønlandi, og í 2018 gjørdi hon ”Through Night and Day” í Íslandi við tveimum øðrum høvundum. Mongu filmarnir hjá Velasco røkka heilt aftur til 2009. Hon arbeiðir skjótt, tí eg síggi at upptøkurnar eru gjørdar í Føroyum beint fyri jól í fjør. Var tað ikki fyri korona, so var lidni filmurin longu klárur at vísa í biografum í mars, siga tey.

Nýggi filmurin, ”A Faraway Land”, er um filipinskar kvinnur í Føroyum. Mesta fer fram beint undan jólum, so filmurin, ið er ein lýtaleys og slick framleiðsla, er til innihalds eitt romantiskt kærleiksdrama av tríkantsslagnum, ein Ménage à trois, um eitt parlag fyri tvey, hóast trý eru umborð.

Filipinska kvinnan, Majhoy (Yen Santos), hevur føroyska eftirnavnið Garðalið, tí hon er gift føroyinginum, Sigmundi, sum í filminum er Hans Tórgarð. Tey hava eina dóttir, sum Laura Joensen oftast passar. Ferðandi filipinski sjónvarpsjournalisturin, Nico Mercado (Paolo Contis), kemur higar at gera eina reportasju um filipinskar kvinnur. Tað ger, at filmurin er í tveimum løgum, bleytur spælifilmur, men eisini upplýsandi faktafilmur, ja infotainment, fyri fremmand í Føroyum. 

Sigmund er burtur, og tað rennur saman millum Majhoy og Mercado, sum vit síggja á songarstokkinum í ósexutum ljósi.

Vit fáa innlit í gerandislig viðurskifti, sum at koyra á seyð, og eta skerpikjøt, garnatálg og ræstan fisk, men eisini týdningarmiklari viðurskifti, sum at heinta børn í barnagarði, og hvussu nógv børn eru í miðalhúskinum her og í Filipsoyggjum.

Men vit fáa ikki innlit í tann veruleika, at Føroyar eru ein fjarur partur av Danmark, har fáar um nakrar almennar skipanir eru, til tess at stuðla upp undir at fremmand fólk, sum ikki duga málið og enn minni danskt, kenna seg vælkomin og koma rætt uppá pláss. 

Í veruleikanum mótarbeiðir landsins løgmaður púra óskammaður einum virknum integratiónspolitikki, og tað eru privat arbeiðspláss, ið frá fyrstan tíð hava víst dugnaliga umsorgan á økinum. Hetta liggur uttanfyri filmin, og er ein eftirtanki, sum júst hesin filmurin kann lyfta fram í ljósið.

Filipinsku høvuðsleikararnir, Paolo Contis, og Yen Santos, hava sambært IMDB spælt í fleiri filmum í Filipsoyggjum. Contis bleiv kendur sum 8 ára gomul barnastjørna í sjónvarpsrøðini ”Ang TV”. Hans Tórgarð er hinvegin einasti føroyingur, ið hevur sagt ein setning í einum Wim Wenders filmi, so hann er langt síðan halgaður kultstatus, hóast júst tann filmurin er hin lakasti hjá Wenders higartil. 

”A Faraway Land” skrivar seg inn í drúgvu konsumhevdina við vinarliga vælmeinandi jólafilmum, sum oftast eru amerikanskir, og ongum gera fortreð, meðan kalkunin, gásin, dunnan, ella tað sum mentanin fyriskrivar, er í jólaovninum, meðan børnini gleða seg. 

Vakru føroysku dronumyndirnar hjá Árna Øregaard, gjøgnumgangandi góða fotograferingin og framúr ljóssetingin, geva filminum eitt gott framleiðslustøði, har mongu product placement møguleikarnir fáa góða rúmd og verða væl brúktir serliga á filipinskari matstovu í Miðvági, á flogvøllinum og hjá Atlantsflogi. Undir poleraðu framleiðsluni liggja tó álvarsligir spurningar, so sum gravandi journalistar, ið hvørva í Filipsoyggjum.

Árni, sum undirstrikar, at hann einki hevur við søguna at gera, sigur, at Durita Krosstind Gregersen ringdi, tí hon hevði hoyrt, at Árni var dronupilotur og gjørdi film. Filipinska filmsliðið leigaði húsini hjá henni og Durita, sum eisini er við í filminum, hjálpti við ymsum praktiskum. 

- Eg tók sjálvandi av, tá eg var spurdur, tí eg helt tað vera spennandi at fáa mínar dronuupptøkur við í ein film, ið varð filmaður í Føroyum, og sum skuldi vísast á Netflix, sum hevur ikki færri enn 209.000.000 haldarar kring heimin, sigur Árni. 

- Vit avtalaðu at hittast á Norðradalsskarði, har nøkur filmsbrot skuldu takast upp. Tá vit høvdu filmað har, fóru vit til Norðradals, og seinni filmaðu vit ymsastaðni á Oyggjarvegnum. Fólkini frá filipinska MavX framleiðslufelagnum vóru sera fitt og fryntlig at práta við, og upptøkurnar gingu væl, sigur Árni.

Ein filipinsk kvinna, sum er gift her og hevur børn, hevur sæð filmin. Hon vil vera dulnevnd, men eg veit, hvør hon er. Hon ger mær greitt, at henni dámar ikki so væl innihaldið í filminum. I did not like it, sigur hon.

- Eg kendi meg flova, embarassed. Tað tykist í filminum sum um vit, filipina, hava ongan annan møguleika, enn at vera bundin at okkara manni, hóast vit ikki elska hann, tí so kunnu vit vera her, bara fyri at arbeiða. Vit verða lýstar sum workaholic, arbeiðsnarkomanar, í so víðari merking, at vit ikki síggja virðið í kvalitetstíð saman við okkara familju. We are confused between love and lust. 

 - Hvussu helt tú lýsingina av Sigmundi vera í filminum?

 - Sigmundur varð lýstur á ein lítið kærleiksfullan hátt sum ein maður, ið ikki hjálpir konuni, tá hon ikki biður um tað. Hóast hann elskar konuna, tykist tað ikki at vera eitt tætt samband millum tey bæði. Tað var syrgiligt, tá Sigmundur verður spurdur, um hann elskar konuna, og hann svarar ”ja”, samstundis sum hann ikki er vissur í, at konan elskar hann aftur.

- Hava vit í Føroyum nógv at læra, tá talan er um integratión? Heldur tú, at hesin filmurin kann brúkast í føroyskum integratiónsarbeiði? Til dømis sum eitt tiltak, har tilflytarar møtast?

- Jú, okkara mentan er rættuliga annarleiðis, og eg haldi at tað er nógv eftir at læra um integratión her í Føroyum. Hesin filmurin sigur helvtina av sannleikanum um støðuna hjá útlendskum kvinnum, sum eru giftar føroyskum monnum. Onkrar eru akkurát sum Majhoy, arbeiða nógv, og hugsa ikki um týdningin av kvalitetstíð við familjuni. Tað hava verið tiltøk um integratión, sum til dømis Reyði Krossur hevur skipað fyri, men uppmøtingin hevur verið ógvuliga lítil. So veruligi spurningurin er, hvussu vit fáa útlendingar at verða ein part av integratiónsmálum, tá tey verða tikin upp og viðgjørd. Hvussu vit fáa tey við, verða aktiv og í tí gongdini fáa eyga á tann týdning, sum hin góða integratiónin hevur.

- Hvat ummæli vildi tú givið filminum?

- 4/10 er stutta svarið frá filipinsku kvinnuni, sum er gift í Føroyum.

Meðan filmurin er greitt upplegg til integratiónspolitikk, og alt Evropa skríggjar eftir faklærdari arbeiðsmegi, sum týskarar og norðmenn tvíhalda um, at bara tilflytarar kunnu bjóða, til dømis sum kokkar, so avdúkaði Dagur og Vika aftur hesa vikuna, at vit helst hava grunnasta løgmannsembæti í søguni. 

Løgmaður sigur seg ikki ynskja subkulturar í landinum, hann tvíheldur um, at vit hava onga serfrøði, at taka móti fremmandafólki, og sum krúnan á verkinum sigur løgmaður í Degi og Viku, at vit hava ongar flóttar, og hava ongantíð havt nakrar heldur, hóast ordiligir miðlar og eisini sosialir miðlar hava formidlað vitanina um flóttar í Føroyum, og hvussu tað víðari gekst teimum her í landinum, takkað verið eina og áleina einum privatum arbeiðsplássi, Bakkafrost, og hvussu eitt annað privat arbeiðspláss, PM, saman við kvøldskúlanum í Havn, javnt og samt hevur lært tilflytarar, sum koma úr fjarum londum, føroyskt. 

Eisini undir krígnum tóku Føroyar móti norskum grannalandsflóttum, sum vórðu vælkomnir, serliga í Klaksvík, har allar dyr vóru opnar.

Í dag sigst at hundrað lond eru umboðað her hjá okkum, og at vit eftir fólkatali hava flestu sálarfrøðingar í verðini at vera um fremmand, skuldi tað verið neyðugt. 

Hann náði tú meg, sum politiska visiónslandið Føroyar er veikt og undirbrotligt, samstundis sum vit hava so dugnalig filmsfólk, sum vit javnan verða mint á í biografi og á skermi. 

Vit mugu fáa fleiri fremmandar filmar, góðar ella ringar, bara teir kunnu upplýsa okkum - um okkum sjálvi í heimssamfelagnum. Og ikki minst at upplýsa treka og afturhaldssinnaða løgmansembætið.

Sæð við teimum brillunum er ”A Faraway Land” ein týdningarmikil integratiónsfilmur, sum fleiri fólk enn nakrantíð hava høvið at síggja úr Føroyum beint nú. So kann løgmaður siga, tað hann vil. Í Føroyum er filmur blivin fólkaupplýsing.