Í øllum kríggjum eru tað børnini, ið tapa. Tað sannførdi nýggi danski filmurin hjá Ole Bornedal meg um. Heitið er Skyggen i mit øje. Yvirskriftina átti leikstjórin sjálvur, tá hann innleiddi filmin.
Í søguliga filminum, sum byggir á veruligar hendingar, eru vit í Danmark beint fyri krígslok. Vit fáa fyrst eina skakandi forsøgu av bygd, og so savnar søgan seg um morgunin hin 21. mars í 1945. Nunnurnar gera klárt í Danska Skúlanum á Frederiksberg, har næmingarnir Rigmor, Eva og Henry skulu møta. Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum. Á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur. Álopið eydnast, men stutt frá staðnum hendur ein vanlukka. Eitt flogfar ber við ein steyra og dettur niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær roykurin hini bumbuflogførini at halda, at hetta er bumbumálið, sum fjalir seg undir roykinum og eldinum úti á Frederiksberg. 86 børn og 18 vaksin doyðu í atsóknini, sum á minnistalvuni verður kallað eitt ”fejlbombardement”.
Føroyska Alice var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini. Hon andaðist í 1987 og er grivin í Nýggja kirkjugarði við Velbastaðvegin í Havn.
Í sterka krígsfilminum, sum hevur fimtan ára aldursmark, fylgja vit børnunum Henry (Bertram Bisgaard), Eva (Ella Nilsson) og Rigmor (Ester Birch) og næstrafólkum teirra, nunnuni Teresu (Fanny Bornedal), danska HIPO manninum Frederik (Alex Høgh Andersen), bretsku flogskiparunum Peter (Alban Lendorf) og Andy (James Tarpey), og tveimum mótstøðumonnum, sum verða fangaðir. Teir eru Jens Sætter-Lassen og Joen Højerslev. Foreldur at børnunum eru m.a. Danica Curcic, Mads Riisom, Kristian Ibler, Malene Beltoft og Maria Rossing.
Skyggen i mit øje verður vístur í Havn mikudagin hin 13. oktober. Saman við Margrete den Første og animatiónsfilminum Flugt, er Skyggen i mit øje í løtuni í uppskoti at umboða danska filmslist, tá Oscarvirðislønirnar verða handaðar fyri besta altjóða film. Tað sigur Danski Filmstovnurin í dag. Eg havi sæð allar og vóni, at filmurin hjá Ole Bornedal vinnur allan vegin ígjøgnum, so sterkur og sannførandi er hann í filmiskari frásagnarlist at lýsa eina døkka og lítið heroiska hending í danskari søgu. Tað er góð filmslist.