Hetta er Modou Diagne úr Senegal, avmyndaður í matstovuni 111 by Modou í Glasgowforstaðnum, Kelvinside, fríggjakvøldið. Átjan ára gamal kom hann úr Spania til Skotlands í 2013. Heimleysur, við tveyhundrað pundum í lummanum. Eftir tíggju dagar in the rough kom Modou í samband við eina kirkju, ið hevði tað kall, at vera um heimleys. Har fekk hann shelter og søkti arbeiði í eitt ár, men fekk einki, tí hann dugdi ikki málið. Á netinum sá hann eina lýsing frá Nico Simeone, sum hevði tørv á einum kitchen porter á matstovuni 111. Modou søkti í stundini og fekk starvið, tí eigarin var hugtikin av høga arbeiðsmoralinum, sum tó ikki bygdi á vesturlendskan kunnleika um fínari matgerð og at eta úti við knívi og gaffli. Enn einaferð er tað sum at lesa fyrstu søguna hjá George Orwell, Down and out in Paris and London (1933), har høvundurin, sum gamaní var úr frægari korum, lýsir fátækradømi, meðan hann arbeiðir seg gjøgnum stórbýarkøkarnar. Nico Simeone, ið er av italskari ætt, men føddur og v