Hin sjeynda juli kom fram í Útvarpinum, at Heilsufrøðiliga Starvstova, ið hevur havt eftirlit við gerð og innrætting av matstovum, og tí virksemi, ið fer fram har, hevði stongt seks matstovur higartil í ár.
Matstovurnar eru í Havn, Klaksvík, á Strondum og Norðskála.
Talan er um Nest Take Away, SK Pizza, Pizza King/Salt&Pepper, Joe Pizza, La Fiesta og No 12.
Tað er tryggjandi at vita, at ein almennur landsstovnur hevur upparbeitt rutinu at seta krøv og gera eftirlit, tá nýggir køkar og brúksflatar verða gjørd í nýggjum og gomlum matstovum. Krøvini eru strong, og onkuntíð hevur verið at hoyrt, at smástøð, sum úti í Skúgvi, hava hildið, at eftirlitskrøvini úr Havn hava verið dekan og strong og dýr at eftirlíka, tá umræður reinleika, og at matvørurnar ikki skulu koma í bland við aðra vøru, og so gongd, serliga á vesi, við skaðiligum avleiðingum, ja kanska deyðiligum, fyri hin vitjandi eins og starvsfólk, fer hann ella hon ikki gjøgnum røttu dyrnar og til rætta vaskið, meðan matgjørt og borðreitt verður.
Tí tað, tú tekur í munnin, skal lúka tey hægstu krøv. Einki minni. Matstovur skulu vera tryggar at vitja.
Tí hvesti eg mær oyruni, tá Útvarpið bar tíðindini um, at higartil í ár vóru so mikið sum seks matstovur stongdar av heilsufrøðiligum ávum.
Øll støð uttan eitt, vóru pizzastøð, sum hava tað eyðkennið, at har kanst tú keypa ein skjótan bita út við, kanska eftir midnátt, tá seðlarnir hjá ungdómi sita leysastir í lummanum, ikki minst tá taxabilurin bíðar. Umsetningurin er sjáldsama skjótur, serliga um vøran kostar undir hundrað, siga vinnurekandi.
Í Útvarpstíðindunum varð sagt, at Heilsufrøðiliga Starvsstova hevur hvørki skyldu ella heimild at almannakunngerða, hvørjar tær stongdu matstovurnar eru. Í somu tíðindum verður sagt, at ein og hvør kann bara søkja um innlit í øll stongsilsmálini.
Sum sagt so gjørt.
Men so lesi eg, at sagt verður í svarskrivinum: ”Tað skal viðmerkjast, at tað ikki verður skrásett í journalskipanini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, nakað yvirlit yvir hvørjar matstovur verða afturlatnar, og tí er yvirlitið niðanfyri gjørt við at finna einkult mál fram. Tað kann tí ikki veitast vissa fyri at yvirlitið er fullfíggja.”
Tað vil siga, at eingin veit seg tryggan at eta á eini føroyskari matstovu. Eingin. Tað kann jú hugsast, at ein annan part av árinum er yvirlitið púra skeivt, og at matstovuúrvalið, matstovuslagið, av onkrari orsøk er tikið úr leysum loftið, eftir hesum fyrivarni at meta. Kanska er tað bara ein einstakur persónur, sum ikki orkar fyri pizza? Um so er, hvat verður so tað næsta? Sushi ella ræst?
Tí er einki annað at gera, enn at skipa eina brúkaravinarliga, nyttuga og fakliga upplýsandi tænastu, sum reelt kann siga okkum nakað um júst hesa matstovu, eg nú ætli mær at vitja, nakað sum hin danska smiley-skipanin.
Tí upplýsing, sum er reell og eftirfarandi er neyðug á matstovum, skulu vit taka kanningarúrslitini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni fyri fult. Sum nú er, hvørki kunnu ella sleppa vit at gera tað. Tað tænir ongum endamáli, at Starvsstovan bølir oman á ófráboðaðu kanningarvitjanunum á føroyskum matstovum til onkur dittar sær at biðja um alment innlit í átøkini og úrslitini, eftir at Útvarpið hevur verið so framfýsið at taka málið upp.
Eins og vit eiga at fáa Michelinstjørnurnar aftur á eina føroyska adressu, eiga vit nú at fáa eitt mennandi matstovueftirlit.