Um nátturatíð í kvøld fór seinasti russarin fram við vindeyganum. Tað var risa stóri Arctica, sum sambært Vessel Finder hevur ligið á Havnini síðan 31. mai, og nú er farin, uttan at næsta havn er upplýst, destination not available.
Arctica er fjórða navn, sum 32 ára gamla skipið hevur. Jú fleiri nøvn, jú størri peningaligar spekulatiónir. Í Havn kunnu vit ugga okkum við, at fyri risastóra skipið hevur Tórshavnar havn fingið nógvar rublar fyri skipið, sum nú leggur út á hav. Vónandi koma teir væl við, havnapengarnir frá krígstjóðini.
Tó, undir Eystnesi liggur enn eitt russiskt skip, og við kaj í Runavík liggja tvey. Tað er nú margháttligt at samtykkja, einki samstarv at hava við russisku krígstjóðina, samstundis sum havnirnar bjóða skipum vælkomnum, og sama dag at fáa BBCtíðindi úr Ukraina um, at russar hava dripið ein fýra ára gamla gentu. Við hesari útsiktini, haldi eg, at eg leggi meg á hina liðina. Stop the world, and let me off, sum Patsy Cline sang í 1957, tá kalda kríggið var eins kalt og nú.