Fyrireikarar, ferðafólk, miðlar og púra vanlig fólk hava tikið nógvar myndir á sandinum í Syðrugøtu meðan G!festivalur varð hildin eftir drúgva koronastongsilin.
Jens Kristian Vang, fotografur úr Kvívík, sum í mong ár fotograferaði fyri Sosialin, hevur altíð havt eitt vakið eyga fyri tí góða motivinum, sum samstundis sigur ein søgu, ið stuðlar upp undir tann góða tekstin, hesuferð fyri Portalin.
Á G!festivalinum var einki undantak. Jens Kristian var uppá blettin og fylgdi eina løtu við, meðan Eiler Fagraklett og Laila av Reyni vóru á sandinum.
- Tey tóku myndir av hvørjum øðrum, meðan eg stóð nakað burtur frá, og tók myndir av teimun, uttan at tey vistu av. Aftaná vísti eg teimum myndirnar, sigur Jens Kristian. - So kemur ein dama gangandi niðan, hon hevði svomið í sjónum, og kemur beint inn í motivið.
Og júst tað ger væl fangaðu myndina í lágari sól geniala, fullfíggjaða og vælproportioneraða, haldi eg. Sum klassiskt korpus og ikki navnsnevndur høvuðspersónur, gongur anonyma kvinnan til høgru úr sjónum og inn í motivið, og lyftir tað upp á eitt hægri støði, sum var tað ein klassisk filmsplakat frá fimmtiárunum, kanska italsk, út móti riviera’ini, meðan tey gera kokteyls klárar á promenaduni í filmbýnum Gøtu, langt frá la Croisette. Fatamorgana? Nei, tað var Jens Kristian úr Kvívík, sum fotograferaði fyri Portalin.
Bravo!