Hóast biografstøðan í landinum er so trongd, at vit nú bara hava ein av slagnum, sum vísir film á handilsligum støði, Havnar Bio, so komu nógvir filmar á føroyska marknaðin. Mest sum allir teir filmar, ið hava verið vístir og umrøddir úti í heimi, hava í somu løtu verið at sæð í heimliga biografinum. Soleiðis hevur støðan verið síðan biografar blivu talgildir og stroyming tók seg upp. Hevur tørvurin hjá biografgangarum verið enn størri, tá umræður nýggjar listarliga áhugverdar filmar, so hevur Filmsfelagið, sum í oktobur fór um tey 60, sett arthouse filmar á skrá hvørt mikukvøld í sama biografi, har felagið varð stovnað í 1962. Sama verður í komandi ári. Havnar Klubbi eigur hølini, sum Havnar Bio húsast í mitt í býnum, har sýningarhølini eru tvey. - Eftir tvey ár við avmarkingum, skulu vit føroyingar venja okkum frá gerandisdegi heima, til aktivt at koma út og aftur uppliva filmslistina og biografupplivingina, sigur Jógvan Kruse, sum er annar av eigarunum í Havnar Bio. - Avatar 2 Th