Skip to main content

Jólamatur


Neyvan hevur nøkur vinnugrein upplivað so stórar broytingar í okkara tíð, sum matstovuvinnan. Broytingarnar eru í fyrsta lagi sjónligar í høvuðsstaðnum, har vit hava fingið hópin av ymiskligum matstovum, og í øðrum lagi eina tænastuvinnu, sum er so vitandi og fyrikomandi, at tú undrast yvir, at vit nakrantíð hava kunnað livað uttan eina so sjálvsagt virðiliga tænastu við matstovuborðið. 

Fyrr fór tú út at eta búff við brúnari sós. Fisk át tú heima, tí ein útróðrarmaður hevði borið tær hann, nýveiddan av fjørðinum. So koyrdi tú hann í pottin, kanska paneraðan á pannuna, og borðreiddi so við eplum, sum vóru í kassanum. Nógv epli og lítið raffiniment. Og nú eplini eru dýrari enn nakrantíð, keypir tú tey allarbílagstu, sum eru írsk og mjølvut, perfekt at mosa niður í brúnu føroysku sósina og danska reyðkálið. Soleiðis broytast vanar og siðir av ymsum ávum, sum vit ikki altíð sjálvi hava raðið á.

Aktuella avbjóðingin er, hvørt matstovuvinnan megnar at fara út um landið, og finna eitt burðardygt støði. Tí tænastuvinna kann sjálvdan dikterast. Tað er bara við støði í einum fakliga væl undirbygdum dugnaskapi, hon kann vaksa fram í eini kvalifiseraðari roynd at finna marknaðin og eftirspurningin við støðið í stuttfluttum rávørum, sum brúkarin vil leggja á tunguna. Tí hetta er ikki bara ein spurningur um at fáa mettuna og teppa sansirnar. Nei, hetta er ein uppliving, sum liggur leingi á. Tað krevur gesturin á matstovuni.

Roks hevur síðan systurmatstovan Koks flutti til Grønlands, roynt seg á egnum beinum Heima í Havn í Fútastovu. Leygarkvøldið royndi eg hana fyri fyrstu ferð, drúgvu Roksmatskránna.

Tað er heilt greitt at ungu tænastusinnaðu fólkini, tænarin Katrin Joensen, og kokkurin Mantas Vaidelis, sum er úr Litava, eru fyrstu og fremstu aktiv hjá matstovuni at bera matin fram fyri okkum, ið eru setst við langa borðið fyri fyrsta sunnudag í advent. Fryntlig og vitandi eru tey um allar smálutir í skránni, eisini um vínið og djúsið, sum alt eftir persónligum smakki kann parast afturvið matinum, sum kemur so hvørt.

Vit eru í einum av elstu húsum í Havnini. Bøkurnar siga, at tey hava útvið 350 ár á baki. Við góða útsýninum yvir vágna, er tað hugtakandi, at tú situr í eini stovu, sum hevur hýst fólki síðan síðst í 1600-talinum. Tú skalt hava eina heilt serliga tíðaralin við tær, fyri at fata hetta spenni.

Murrikrutt er tað fyrsta eg síggi á talvuni við fiskanøvnum, sum eins og matskráin er gjørd til høvið. Tóroddur Poulsen hevur skrivað og teknað. Men dekanfari finnið eg navnið í orðabókini, murrikrutt. Tað havi eg ikki upplivað áður, at verða førdur inn í eina matstovu, sum so væleydnað hevur drigið upp av grunni tað, sum eg helt vera fiktivt, og úr bókmentanarliga savninum hjá einum etableraðum yrkjara og teknara. Tað fiktiva, ið verður gjørt so hondgrípiligt, at tú tekur tað í munnin, tyggir og smakkar. Framúr at seta myndlist saman við matlist í elstu Havnini.

Fyrst eru knasandi minnbitar úr skræðu á borðinum. Stuttligir bitar at deila kring borðið, meðan hugt verður í skránna. So kemur tað slag í slag, átta ferðir, og so kaffi omaná. Høvuðsrætturin er havtaska, men mest minnisverd er lodnan, sum heilstokt í frituru smakkar akkurát so feit, sum hon er, men fekk eina fína javnvág afturvið tí, sum tá var á borðinum. Lodnan gav mær besta eftirsmakkin. Men tað er altíð treytað av tí, sum í løtuni er á felags borðinum. Matur er sum einki annað bundin at løtuni, og hann etur tú helst og best saman við tínum næstu ella starvsfeløgum, nú jólini stunda til. Her eru myndabrot frá felags matborðinum.

Hóast køkurin í søguligu Fútastovu av natúrligum ávum er avmarkaður, er Roks ein stuttliga spælandi uppliving í myrku jólatíðini, akkurát so sum teksturin á heimasíðuni sigur. Men heldur ikki meir. Rættirnir eru nógvir og smáir. 

Eg kundi hugsað mær, at onkur av rættunum, kanska høvuðsrætturin, varð eitt lítið sindur meira avbjóðandi í smakki og kanska í fyllu eisini. 

Afturvið framúr servering, hevur tú upplivað nógvar smakkir, men vil hava uppaftur meir. Ikki í talið, men heldur í vavi. At hvør einstakur smárættur er eitt vet generøsari, so dvalast kann við fleiri smakkir. Tað hevði tænt matstovuni, sum í allar aðrar mátar er framúr. Ikki minst blámálaðu niðurlendsku kaklarnir, sum við Eystaruvág anda eina óbrotna søgu við kaminina. Og so er tað Tóroddur, sum við listini og tekstunum knýtir eina sloyfu um alla upplivingina. Hugvekjandi afturvið munngóða jólasmakkinum við vágna.