Fyri fyrstu ferð hevði Kringvarpið fingið atgongd til stóra grannahúsið, Norðurlandahúsið, at avvikla tann partin, sum valkvøldið lá uttanfyri nýggju Dag-og-Viku-stovuna í Útvarpshúsinum.
Logistiskt var tað gott, tí avtalur kundu gerast við øll tey relevantu fólkini at vera ymsa staðni í húsinum, so hvørt tørvur var á teimum. Og sum krúnan á verkið kundi formansumfarið gerast klárt, og tað av einslistum, beint har fólkið savnaðist, og tó til viks, so tað ikki sást í nøkrum kameravinkli, hóast fólk koma og fara í gongini og savnast at seta seg við borð og fara á vesi at greiða sær.
Framúr hús til beinleiðis filming, kennir tú vinklarnar og ljósvirðini.
Men tøknin, bæði ljóð og serliga tað at fáa røttu talvurnar fram á skíggjan, sveik ov ofta. Alt ov ofta.
Hóast hann leingi hevur ligið í dvala, eru ríkir møguleikar í og við hesum multimediala stíli hjá Kringvarpinum.
Var sjálvur boðin at tosa við Kára Sólstein og Trónd Vatnhamar innast í Klingruni um sosialar miðlar í stroymdu sendingini, ið tók við sum útvarp og sjónvarp, tá vit komu til magiska Dag-og-Viku-markið klokkan sjey, meðan tann sendingin koyrdi í grannarúminum.
Slappa at siga, at sosialu miðlarnir hava elvt til tað positiva, at valevni eru blivin punktlig og eru væl fyrireikað, og at ávirkanin úr sosialu miðlunum er, at gomlu leivdirnar av egningarskúrsretorikki, sum eg dittaði mær at kalla politiskan seyðatjóða-retorikk, var burtur og nú er eingin, ið kallar nakran dadluplukkara í sandulum, júst niðurkomin úr trøunum. Troll og killers á netinum hava gjørt, at soleiðis siga vit ikki longur í kjaki í almenna rúminum, annars fært tú um skrúvuna. Føroysku fornreliktini eru burtur og horvin. Nú er uppgávan at halda hesum retoriska ólevnaði burtur.
Av og á verður tosað um x-faktor. Júst tað hevur John. Við honum sum tryggum sjónvarpsverti og akkersmanni, varð valkvøldið avviklað á besta hátt. Á øllum pallum.