Skip to main content

Nám X vann filmskappingina hjá Námi


Í kvøld varð kunngjørt í Havnar bio, hvør vann fjórðu stuttfilmskappingina hjá Námi um Heimsmálini hjá ST. Saman við lærarum hava næmingar í hádeild og miðnámi kring landið arbeitt við filmi í heyst. Vavið er í mesta lagi sjey minuttir og karmurin hevur verið eitt ella fleiri av teim seytjan Heimsmálunum. 

Nógvir næmingar vóru møttir, og Tóri Slættalíð, sum er leiðari í nýggju Ráðgevandi deildini í Námi, bjóðaði vælkomin í Havnar Bio, har ellivu av filmunum, sum dómsnevndin hevði valt, vóru sýndir.

- Teir filmar, sum løgdu seg fremst í huganum hjá dómarunum, vístu á serstakliga góð næmingaavrik, men hvør á sín hátt, segði Tóri og upplýsti, at eina løtu stóð á jøvnum, tá veljast skuldi millum bestu filmarnar. Men so samdust teir fimm dómararnir um vinnarafilmin. 

Dómarapanelið, sum telur fimm fakfólk har Árni Øregaard er formaður, er av teirri áskoðan, at vinnarafilmurin í ár vísir beinleiðis til trý av heimsmálunum, og í fluttari merking eisini til onnur heimsmál, serliga um vit tosa um avleiðingar. 

Dómararnir vístu fyrst og fremst á tað filmiska í stuttu søguni og framúr eginleikarnar at finna góð støð, locations, at lýsa hendingarnar, og ta støðu, persónarnir eru í. 

Sagt varð soleiðis um vinnarafilmin:

- Stuttfilmurin kann tulkast nógvar vegir, men bindingin til fyrst skúlan og síðan fría valið hjá tí einstaka, hugtók dómarapanelið. Serliga tá vit fóru í myrka skúlakjallaran at skifta brostna ljósið, og høvuðspersónurin ger júst tað, sum hann hevur granska seg fram til í lestrarumhvørvinum. Nú gevur hetta honum tøkar pengar úr kriminella føroyska umhvørvinum, so hann kann geva dóttrini nýggjasta og dýrasta luksusamboðið at definera samleikan við. Vinnarin í stuttfilmskappingini hjá Námi 2022 er ”Ráðaloysi” hjá filmsbreytini á Nám X.

Hanus Johannessen hevur verið lærari hjá næmingunum. Leikarar eru Edvin H. Niclasen, Knud Knudsen, Ranja R. Danielsen, Fríði M. Dam og Bartal Clementsen. Leikstjóri, kamera maður og klippari er Sirius J. Helmsdal, Tróndur Galán er tónasmiður, b-foto og runner og Luitjen A. Apol er ráðgevi og hjálpari.   

Filmurin er fyri stórsta partin upptikin í kjallaranum í Eysturskúlanum og á Vestaru bryggju í Havn.

Vinningurin fyri besta stuttfilmin er 30.000 krónur.