Skip to main content

Hvør var besti filmur í ár?


Hóast biografstøðan í landinum er so trongd, at vit nú bara hava ein av slagnum, sum vísir film á handilsligum støði, Havnar Bio, so komu nógvir filmar á føroyska marknaðin. 

Mest sum allir teir filmar, ið hava verið vístir og umrøddir úti í heimi, hava í somu løtu verið at sæð í heimliga biografinum. 

Soleiðis hevur støðan verið síðan biografar blivu talgildir og stroyming tók seg upp. 

Hevur tørvurin hjá biografgangarum verið enn størri, tá umræður nýggjar listarliga áhugverdar filmar, so hevur Filmsfelagið, sum í oktobur fór um tey 60, sett arthouse filmar á skrá hvørt mikukvøld í sama biografi, har felagið varð stovnað í 1962.

Sama verður í komandi ári.

Havnar Klubbi eigur hølini, sum Havnar Bio húsast í mitt í býnum, har sýningarhølini eru tvey.

- Eftir tvey ár við avmarkingum, skulu vit føroyingar venja okkum frá gerandisdegi heima, til aktivt at koma út og aftur uppliva filmslistina og biografupplivingina, sigur Jógvan Kruse, sum er annar av eigarunum í Havnar Bio.

- Avatar 2 The Way of Water er avgjørt stórfilmurin í løtuni. Hugdi eftir honum í nátt. Ein sera flottur filmur, sigur Jógvan.

James Cameron, sum gjørdi Titanic, hevur longu gjørt triða Avatar-filmin, sum verður frumsýndur í 2026. Kann meir enn so hugsast, at henda filmsrøð fer at seta nýggj krøv og broyta fatanina av biografupplivingini í komandi tíðum.

Av teimum filmum í Filmsfelagnum, sum fingu fólk av húsi at hyggja, so fult varð, er Triangle of Sadness eftir mínum tykki hin besti. 

Hyggur tú javnt og samt at nýggjum filmi, fært tú lyndi at koyra teir í tveir bólkar: góðar filmar og neyðugar filmar.

Triangle of Sadness, sum Filmsfelagið vísti tólvta oktobur, var í báðum bólkum, tí umframt eftir øllum sólarmerkjum at verða filmiskt góður, viðger hann á ein neyðugan hátt varandi samfelagslig viðurskifti sum stættarstríð, makt, útbúgving og burðardygd.

Vit kunnu siga, at svenski leikstjórin, Ruben Östlund, sum fyri aðru ferð vann Gylta Pálman, vendir stættarsamfelagið á høvdið. Fyrru ferð við listasatiruni The Square, sum Filmsfelagið vísti, og nú við yvirstættarsatiruni um mótaverðina og tey superríku, Triangle of Sadness

Östlund er ein meistari at skapa órógv, discomfort, so vit við støði í tí kenda verða førd inn í ókent land, har einki er, sum vit væntaðu. Alt er vent á høvdið.

Í fyrra vinnarafilminum, The Square, var tað listin sjálv, ið varð sett til diskussión. Til ein veitsludøgurða, kanska eina parodi uppá innantómar klædningar og veitslukjólar í Cannes, fer ein óður leikari, ið ber seg at sum ein orangutang, upp á borðið og skapar kaos, meðan borgarligheitin roynir at tvíhalda um tað syndarligu rest, sum í hesi løtu er eftir av yvirstættartilveruni. Ætlaða listaátakið, sum filmurin er um, kemur í hæddina, tá eitt hvítpurlut barn verður sett í The Square, ein bás á gøtuni, og sprongt í luftina, fyri at skapa uppmerksemi og marknaðarføra júst hesa framsýning, sum er eitt frírúm, har alt annað er terror. Altso ein greið listarlig satira.  

Í nýggja filminum, Triangle of Sadness, eru Carl og Yaya, sum bæði eru modell, boðin umborð á eitt cruiseskip við oligarkum, vápnaseljarum og influensarum. Amerikanski alkoholiseraði skiparin elskar at sitera Marx í kjaki við russiska mannin, ið selur handilstøð, ”shit”, men í illveðri, har øll spýggja og skræpa afturvið sjeyrættaðu luksusmatskránni, møta tey vápnaðum sjórænarum úr Afrika og skipið søkkur. Flótandi stættarsamfelagið verður vent á høvdið, tí bara filipinska konan, ið vaskar vesið í kjølinum, dugir at fiska og kynda eld, so tey fáa mat í munnin á oydnu griksku oynni, tey nú hava bjargað sær á. Nú byggir hon seg upp at verða ein nýggjur maktfaktorur. Um hornið er ítøkiligi hotell- og ferðavinnuídnaðurin. Altso ein greið samfelagslig satira um maktrelatiónir, eisini tær fordektu, í nútímans samfelagnum.

- Triangle of Sadness var avgjørt besti filmur eg sá í Cannes, segði Gudmund Helmsdal Nielsen í summar. - Eg kendi tað sum at vera vitni til ein nýklassikara, ið bleiv til, so hvørt eg hugdi, frame by frame. Ein fantastiskur filmur, als ikki subtilur, men rakar seymin á høvdið, slag fyri slag, inntil hann at enda rakar seinasta slagið. Fult uppiborðin Gullpálmi, sigur Gudmund um gullvinnaran úr Cannes í ár.

Sami filmur vann fýra virðislønir, European Film Awards, í Reykjavík fyri stuttum, og er í uppskoti at fáa Golden Globe sum besti filmur í allari verðini í ár

Hóast hópin av stroymingartænastum, eru enn møguleikar at síggja filmar, sum norðurlendsku public service støðirnar vísa. Tað dámar mær væl, at síggja film, sum eg veit at onnur eisini hyggja eftir meðan eg geri tað. Autonomir filmar, sum bara eg hyggi eftir, eru ikki so interessantir í sýningarløtuni. Felagsskapurin at síggja film er verdur at hjúkla um.

Í apríl 1989 skipaði Filmsfelagið, sum tá hevði 1200 limir, fyri Norðurlendskari Filmstevnu í Norðurlandahúsinum og Útvarpshøllini í Havn, har ein ferðabiografur frá Danska Filmstovninum varð settur upp. 130 altjóða gestir, mentaleiðarin hjá RAI, Derek Malcolm frá The Guardian og stjórarnir fyri New Yorker Films og filmstevnuni í Berlin, búðu øll á Hotel Borg, sum hotellið tá kallaðist. Umframt at fyrsti føroyski filmur, Atlantic Rhapsody hjá Katrini Ottarsdóttir, varð sýndur fyri fullum húsum, høvdu Anders Birkeland og Börje Hansson við sær spildurnýggja svenska filmin s/y Glädjen, sum teir ikki høvdu sæð liðugt kliptan. - Vit hava báðir bát og elska at sigla, men hesin filmur hevur kostað okkum tað ítrivið forever, søgdu teir og hugdu djúpt í konjakkglasið í barrini á Borg eftir sýningina í Norðurlandahúsinum. Havi ikki sæð filmin síðan, nú eg eftir 33 árum endursá hann á SVT1 í fyrrakvøldið. Og hann helt allan vegin í gjøgnum, svenski filmurin um seglbátin við tragiska navninum s/y Glädjen, ið varð sýndur rákliptur í Havn, hálvt ár undan almennu frumsýningini í Stockholm. Tað var besti óvæntaði góði, gamli filmur eg sá í ár.

Í nýggja árinum fer Filmsfelagið at sýna suðurkoreanska Decision to leave, danska nunnufilmin Den store stilhed og týska holocaustfilmin Die Wannseekonferenz í januar.

Góðir filmar eru altíð í væntu.