Skip to main content

Drunnur nummar 1: Kjak og kjakmentan

Fyrsti kapitil í drunni, sum Kári Árting setti í gongd 26. oktober 2001:

Einaferð var nakað, sum tey lærdu róptu dialektikk. At møtast og skifta orð um mangt og hvat, sum frammi var, ella bara okkurt nýtt, sum skilafólk høvdu varnast í havsbrúnni. Kanska høvdu tey góðan kikara tá, skilafólkini uttan teldu. Kunnu dagsins telda og tøkni gerast okkara nútíðar-kikari, so er væl sloppið. Tí enn er teldan ikki vorðin tað. Heldur ikki kjakið. Kjakið er nærum ikki til, hvat so evni er. Og har kjak er, má eg tíanverri sanna, at kjakmentan okkara er mangan vánalig. Í minsta lagi ivasom.

Tey, sum stíla fyri hesum kjaki, vilja blæsa lív í eitt mentanarligt kjak her heima. Veit ikki, um hugtakið »her heima« hevur nakra meining í tykisheimi. Men støði kann so, ið hvussu er, takast her heima. Eisini hjá føroyingum í útlegd. Harvið gera vit føroyska kjakið og heimliga samfelagið globalt. Soleiðis eru vánirnar í tykisheimi. Tað lokala gerst globalt. Frálíkt. Og tí taki eg fult og heilt undir við hesi ætlan og taki tað harafturat sum einki annað enn ein heiður at sleppa at seta hol á kjakið.
»Birgir, minst til, at ítróttin er eisini mentan«. Soleiðis segði ein mentamaður, eg møtti herfyri. Gamaní. Eg skal so ikki forða nøkrum fótbóltspælara at sýna røtt mentanaravrik. Eitt nú at savna tjóðina. Fátt kann sum fótbóltur gera tað. Men eg vil leggja sjónarvinkulin eitt sindur annarleiðis.

Er tað rætt og rímiligt, tá vit til dømis hyggja at mvg-lóggávuni og síggja, at meðan ein einslig floytukonsert verður løgd undir meirvirðisgjald, so verður eingin ítróttur hindraður av hesum undarliga tálmandi gjaldi? Er tað tí, at so lítið er at fara eftir í ítróttarverðini, og so nógv er at heinta í hinum partinum av føroyska mentanarumhvørvinum?

Ella er tað tí at eingin peningur er tøkur í eitt nú proffessionella fótbóltsumhvørvinum? Og at tað samstundis eru so ovurhonds nógvir pengar í heitum umfari hjá føroyskum rithøvundum og øðrum, sum blæsa lív í føroyskar stovur? Og sum við mikið stríð hava fingið ta ómetaligu náði at fáa arbeiðsstyrk? Ein arbeiðsstyrk, har helvtin straks verður borin aftur í landskassan? Og loystar billettir, eitt nú til floytukonsert, verða álagdar mvg?

Og nær hava ítróttarfeløgini lýst í almennu miðlum okkara at »B36 spælir móti GÍ í Serpigerði í morgin, um nóg nógv tekna seg. Innkomni peningurin fer til nýggjan minnisvarða hjá bygdarfelagnum«? Nei, ikki sannheit, handa lýsingin er sjáldan hoyrd. Kanska tí hvørt orðið kostar. Men lýsingar frá einsligum floytikonsertum - til fullan prís - júmen hava tær verið hoyrdar.

Kanska tí har er ein kapitalur. Ein kapitalur, sum eyðsæð ikki er í ítróttarhøpi.
Hondina á hjartað. Dukandi cyber-hjarta heldur, tað er tvørturímóti. Kenni onkran professionellan fótbóltsspælara, sum er um at koma í rasshaft av teirri stóru inntøkuni. Veit ikki, hvat hann skal finna upp á næsta ár.

Hvør føroyskur listamaður man hava forvunnið somikið? Ella eri tað eg, sum fari púra skeivur og ikki havi varnast, at slettis eingin kapitalur er í føroyskari list? Havi eg livað í eini bláari dreymaverð? Hevur tað verið í tonkunum, at eg havi sæð savnsvørar og savnsstjórar kring alt Norðuratlantshav, sum á altjóða søvnum hungra eftrir føroyskari list og hóma gull?

Eitt er, um kapitalur er í list ella ikki. Annað er, um vit sjálvi hava nakran førning. Ein egnan, innvortis mentanarligan kapital. Hava vit tað? Kunnu vit staðfesta og seta orð á ein sovorðnan kapital, so er kanska fyrsti kapitul í einum komandi føroyskum mentanarpolitikki longu skrivaður.
Livst, so spyrst.

Henda mentanarliga tykisdrunn fari eg tí at lata ganga víðari til fomannin í Listasambandi Føroya, Oddfríð M. Rasmussen.

Fyrsti kapitil í drunni, sum Kári Árting setti í gongd 2001