Skip to main content

Posts

Showing posts from April, 2025

Løgmaður er ein einsamallur maður

Tað er kenslan eg siti við, eftir at hava sæð nýggjasta heimildarfilm í Kringvarpinum Suðuroyartunnilin og skuggatølini . Samstundis er filmurin ein sjáldsama væl fangað studia í manipulation, tá vit síggja hvussu nógvir menn og bert hendinga kvinna, eru við í hesi søguliga stóru ætlan, sum vit øll skulu bindast niður við, uttan at nakað innlit fæst í privata felagið, sum fær uppgávuna. Virðislønarverdi moment-of-zen-sekund-parturin er, tá suðuroyartingmenn og ein kvinna, eisini úr Suðuroy, skriva undir hesa ætlanina. Í fullum dagsljósi og uttan at nakar heldur teim byrsumunnan fyri tinningin. Eftir duell millum ein landstýrismann, eisini úr Suðuroy, og løgmann, fáa vit skorið út í papp, at løgmaður hevur tunnilin og allar hinar eisini. Ein gjøgnumarbeidd sjónvarpssending úr Kringvarpinum, sum bit er í. Marjun er gjøgnumførd og fyrireika, og kann longu eftir fáum minuttum fanga løgmann í eini undanførslu. Smyrlarnir síggjast í einum stuttum yvirliti. Tjóðpallur, sum ongantí...

Køksgleði heima í Havn

Frá hósdegi til mánadag fekk meistarakokkurin í Ræst, Sebastian Jiménez, ið sæst við brillum mitt fyri omanfyri á myndini og er ættaður úr Meksiko, vitjan av italska Michelinkokkinum, Riccardo Gaspari, sum sæst í hvítari skjúrtu aftast.  Í norðuritalska landslutinum Veneto, tvey hundrað kilometur norður úr Venezia, er hann kokkur á matstovuni SanBrite, sum er í tólv hundrað metra hædd í Cortina d'Ampezzo í dolomittafjøllum, fremsta skíítróttarstaðnum í Evropa, júst har Olympisku Vetrarleikirnir verða hildnir næsta ár. James Bond hava vit eisini í felag við henda stað, tí ein stórur partur av For your eyes only varð tikin her í 1981. Karin Visth, ættað úr Sveis, er sommelier hjá Gist & Vist, og skapar og mennir støðugt karmarnar um Ræst í Nýggjastovu og Roks í Fútastovu og hugvekjandi sambondini út í heim. Hon sæst longst til vinstru á ovastu myndini, sum er tikin í køkinum á Ræst. Leygarkvøldið bjóðaðu Karin og Sebastian til ferhenta fest, four hands dinner, við italska og meks...

- Skal eg svara uppá tað?

Í stutta treylaranum , sum er ein brellbiti at fáa fólk at varnast og hyggja at heimildarfilminum um Bakkafrost, spyr Óluva Zachariasen, sum er vælupplagdur vertur í trípartarøðini Bakka, hví tað er so gott at verða børsskrásettur. Tá er tað, at stjórin, Regin Jacobsen, dregur eitt sindur uppá tað, ivast, ger seg kláran og sigur opin: “Skal eg svara uppa tað?”  Og so byrjar filmurin, fyri meg í Løkshøll, har fult er av fólki, og filmurin kann falda seg út í sínum rætta elementi við góðum ljósi, ljóði, fotografering - og endaligari klipping, sum nú verður løgd fyri dagin burturúr 70 tímum av filmi í tvey ár. Fyrst er inngangur, sum starvsfólkaleiðarin, Heini Kristiansen tekur sær av í samrøðu við fíggjarstjóran Høgna Dahl Jakobsen. Seinni fær Heini eisini forstjóran, Regin, at greiða frá og taka móti spurningum. Serliga gott er ljóðið í filminum, tá pakkarnir frá Bakkafrost verða stakkaðir, klárir at senda út í verð. Júst tað ljóðið, sum í roynd og verðu bara er eitt "tjums...