Skip to main content

Nólsoyarmálarin



Ole Wich tók myndirnar, tá framsýningin um Nólsoyarmálaran lat upp á Látrinum í Nólsoy leygardagin. Ovast sæst Kinna Poulsen, listfrøðingur, greiða frá um Steffansmyndir í miðhøllini. Eins og øll onnur var ein kona úr bygdini hugtikin av málningunum. Ole Wich fangaði hana meðan hon gekk fram við og á ein surrealistiskan hátt gjørdist ein partur av málningunum hjá Steffani. Ein livandi løta í Nólsoy. Niðast beri eg fram heilsanina frá borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu. Til vinstru í myndini eru Emil Juul Thomsen, Erla Olsen og Kinna Poulsen (Myndir: Ole Wich)

Leygardagin á ovastevnu varð framsýningin Nólsoyarmálarin latin upp á Látrinum í Nólsoy. Kinna Poulsen hevði valt út 17 málningar eftir Steffan Danielsen (1922-1976) - Nólsoyarmálaran.

Málningarnir eru úr stóra savninum hjá Emil Juul Thomsen, sum býr í næstu húsum. Saman við John Dalsgarð ger Kinna bók um einastandandi og sjáldsama málaran úr Nólsoy. Bókin kemur út 24. september á forlagnum hjá Emil, Bókagarður.

Borgarstjórin Heðin Mortensen skuldi vígað trý pør í Havn henda sama leygardag, so tað fall mær í lut at seta framsýningina.

Eftir setanina hugleiddi Kinna, ið er listfrøðingur, um Steffan og úrvaldu myndirnar, sum her vóru at síggja, og um spennandi bókina, sum kemur í næstum. Kinna gav eina livandi mynd av hvussu Steffan arbeiddi og varð umrøddur í samtíðini. Til bókina hevði hon tosa við Janus Kamban sála og Zacharias Heinesen. Hugtakandi at hoyra um hansara tøkni, ikki minst tá umræður perspektiv úr túninum í Nólsoy.

Heimildarfilmurin hjá Knud Leif Thomsen varð sýndur á flatskíggja og vísti ein leikandi lættan mann á bygd fyrst í 60'unum. Tað kom mær fyri at hetta var ein av manningini á dagsins stóru trolarum - Leivur Øssurson ella Brandur Sigmundarsson - ið var farin í land millum tveir túrar. Og tó ikki.

Hann mælir ikki eitt orð í filminum, men arbeiðir intenst við listini, so sum hon sæst aftur í heimliga túninum. Kanska í so naivt.

Í 1975, tá eg var í skrivstovulæru í Málingahandilinum úti við Landavegin, var uppgávan eisini at avgreiða kundar í hobbydeildini á loftinum. Summarið hetta árið kom Steffan inn at keypa máling og penslar. Ílætin akkurát sum í filminum frá 1961. Lukkutíð var avgreiðsludiskurin úr glasi, sum í gomlu kondittaríunum. Steffan hvørki mælti ella hugdi upp, men peikaði niður á tuburnar, hann vildi hava og onkran pensilin eisini. Soleiðis var handilin við nólsoyarmálaran avreiddur í allari lagaligheit, uttan eitt orð. Visti lítið og einki um hann tá. Mintist bert spartansku málningarnar av turkiløgum í framsýningarglugganum hjá Andor Eirikstoft í Sverrisgøtu.

Hóast ringasta veður á ovastevnu, vóru nógv møtt til upplatingina leygardagin. Prátið gekk og fólk hugna sær og skiftu orð um Steffan og málningar hansara. Ikki minst var hugaligt at Emil Juul Thomsen sjálvur var møttur og bar fram eina ella tvær serenadur, ið kanska - kanska ikki - tóku støði í Nu flyr jeg til din nåde og øðrum versum, ið knýta seg til Kingohevdina kring landið.

Niðanfyri er heilsan frá borgarstjóranum, sum eg fekk høvi at frambera.

Nólsoyarmálarin - heilsan borgarstjórans tá latið varð upp, leygardagin 15. august 2009 kl 15:30:

"Hetta er seytjanda árið á rað at nólsoyingar bjóða okkum vælkomum á ovastevnu.

Sum borgarstjóri er tað mær ein gleði at síggja at ovastevan hevur vaksið seg stóra og sterka og nú telist millum føstu stevnurnar í landinum.

Í ár er Tórshavnar kommuna serliga fegin um at fáa innivist í hesum frálíku hølum við einari myndlistaframsýning, har hugtakið list verður sett í eitt bæði viðkomandi og sannførandi ljós.

Saman við listfrøðinginum Kinnu Poulsen eru vit sloppin inn í grannahúsini – húsini hjá Emil Juul Thomsen – at hyggja at einum tí mesta sjáldsama og gávuríka listafólkinum, sum hetta land hevur fostrað. Tað er Steffan Danielsen. Sum júst eisini var nólsoyingur, við stórum N, um ein so kann siga.

Sæð frá mínum vinkuli sum borgarstjóri í kommununi, er tað sjáldsama í hesari framsýning, at øll myndaevnini eru hiðani úr túnunum. Allir málningar, sum Steffan hevur málað, og sum vit hava lánt frá Emil úr grannahúsunum, eru úr Nólsoyar bygd.

Reint topografiskt, staðbundið, er júst hetta ramman um sanna list. At listafólkið sjálvt av fyrstan tíð hevur havt serligar gávur, velur at gera nakað við tað – málar og málar – og fyriheldur seg aktivt uppsøkjandi, tá umræður listaverk og avrik, og tað, sum rørir seg í tíðini. Men altíð við støð í tí heimliga, í túninum og í bønum, sum vit so meistarliga síggja í filminum, sum Knud Leif Thomsen gjørdi her í Nólsoy í 1961.

Her síggja vit Steffan veruliga spæla fyri kameranum út í bønum meðan hann mátar og málar við staffeliið. Ein sannur sjónleikari og ein skarpur eygleiðari.

Sami Knud Leif Thomsen, sum gekk her í túninum mitt í 60’unum, filmaði eisini Tine hjá Herman Bang, Hosekræmmeren hjá Steen Steensen Blicher, Midt i en Jazztid hjá Knud Sønderby og Løgneren hjá Martin A. Hansen.

So hesin danski filmsleiksjóri hevur sæð nakað í Steffani longu tá.

Og hetta við sjónligheit, at gáa um og at lata seg síggja sum listafólk er so ómetaliga umráðandi.

Tí er tað ein gleði í dag at vita, at onkur gáar um hesi frágera listaverk. Tí viðkomandi blíva tey ikki fyrr enn vit – almenningurin – síggja tey. Og kunnu skifta orð um tey.

Og lukkutíð hava vit her í bygdini ein mecén, ein vælvildarmann, ið hevur gáað um listina hjá Steffani, og ger tað enn, hóast árini eru vorðin mong. Og tað er Emil.

Hann og hansara fólk eiga stóra tøkk fyri at hava latið upp fyri hesum dýrgripi, sum Nólsoyggin eigur, og tað í næsta grannahúsi.

Sum sangurin um Nánd sigur: ”Tað manglar bert tað, at tú varanst tí.”

Kæru nólsoyingar, kæru gestir. Nú er høvið at varnast, at varnast staðbundnu listina hjá Steffani Danielsen, hiðani úr Nólsoy.

Kinna, ið er listfrøðingur fer klokkan 4 at røða um listina sjálva, so eg skal bara avmarka meg til at siga, at í mínum eygum er henda listin so unikk, so einastandandi, fyri Nólsoyarbygd, at hetta er sonn heimslist.

Hetta er tykkara størsta íkast í Nólsoy sum attraktión og ferðavinnuoyggj.

Tí øll sonn heimslist sprettur úr heimrustini, tí heimliga túninum. Um list gevur meingin millum grannar, so kann hon sanniliga eisini sleppa longur.

Og eg vænti at fólk vilja ferðast langa leið at síggja hesa list, beint her.

Vegna Tórshavnar kommunu skal eg takka tykkum her á Látrinum fyri innivist og ágrýtni. Eisini skal eg takka Kinnu Poulsen listfrøðingi fyri vælvild og dugnasemi. Tryggingarfelagið Føroyar skal eisini hava eina stóra tykk fyri tann stuðul, ið liggur í at tryggja hvørt einstakt listaverk á hesari framsýning.

Listamaðurin sjálvur hevur ikki verið millum okkum í 32 ár, og 28 ár eru liðin síðani myndir hjá Steffani Danielsen síðst vórðu sýndar fram. Men varðveitslan av málningum hansara hevur alla tíðini verið eitt hjartamál hjá Emil Juul Thomsen.

Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí veita honum og hansara næstrafólkum, kanska serliga Bjørn og vertsoninum John, eina hjartans tøkk.

- Emil, uttan tína umsorgan fyri listini hjá Steffani Danielsen varð henda framsýning aldri vorðin til. Í hvussu ikki her úti, í bygdini hjá Steffani sjálvum.

Henda karm eru vit í Tórshavnar kommunu serliga stolt av, og ikki minni glað fyri, nú ovastevna er. Og fyri at hava lagað karmin so góðan, sum vit síggja her inni, skal eg serliga takka leiðaranum á Látrinum, Guðrun Sundar Hansen.

Takk øll somul fyri hesa sjáldsamu listarligu uppliving í okkara egnu kommunu.

Góða ovastevnu og góða framsýning!"