Meistarligu myndirnar í leikskránni tók Eija Mäkivuoti
Lars Von Trier (f. 1956) er millum kendastu filmsleikstjórar í okkara tíð. Hann er eirindaleysur í øllum sínum filmslistarliga arbeiði og kann sum fáur skapa øsing kring seg sjálvan. Hann var ein av donsku Dogme brøðrunum, sum í 1995 settu hvørjum øðrum krøv um filmsgerð, har einki eftirgjørt varð loyvt í listini, men alt skuldi verða ektað og eftir náttúruni. Um enn hugvekjandi og kend um allan heim, er henda rørsla í dag ein fótnota í filmssøguni.
Í 1996 fekk Lars von Trier Grand Prix virðislønina í Cannes fyri Breaking the Waves, í 2000 fekk hann Gyltu Pálmurnar fyri Dancer in the Dark og í 2009 fekk hann norðurlendsku filmsvirðislønina fyri Antichrist, sum elvdi til kjak um mismun millum kynini, ið var sum einki at rokna, tá hann í fjør frumsýndi Melancholia og undir einum tíðindafundi í franska Miðjarðarhavsbýnum nevndi, at hann skilti so væl tann neyðars mannin Adolf Hitler. Í miðlunum hevur persónurin Lars von Trier ofta skuggað fyri filmslistini.
Í 1984 læt hann føroyingar vita, at eftir sum hann ikki fór í flogfar, so kundi hann tíanverri ikki koma higar at vísa filmin Forbrydelsens Element, hin fyrsta í stóru trípartarøðini við Evropa sum evni. Boðini vórðu skrivað við grefligum grønum spjaldrastavum við tusji, sum vóru tey úr einum barnagarði. Í persónliga eins og listarliga umhvørvinum hjá Trier er einki tilvild. Alt er sett á pall. Á hvørjum ári í mai kunnu vit lesa í boulevardpressuni, hvussu hann koyrir til Cannes í einum kampingvogni og tað gav at bíta, tá hann í heimlandinum skuldi gera nýskapandi sjónvarpsrøðina Riget og ikki kundi fara upp í eina lyftu.
Margháttliga nevrotiska atferðin kann tó lættliga sigast at hava skapt forvitni og nýggjan áhuga fyri filmslistini yvirhøvur og ikki minst hansara egnu filmum. Og tað er bara gott. Tí Lars von Trier er í øllum filmum eitt ævintýr, heilt fyri seg. Hann sker inn á bein og letur leiklutir standa eftir, nektaðir og tvungnir at taka støðu til viðurskifti, ið ikki slepst uttan um í pallsettu søguni. Í Antichrist eru tað hjúnini, sum í sorg eftir at hava mist barnið, leita út í myrka skógin og í Melancholia eru tað tvær systrar, onnur ljós hin myrk, sum gera seg til reiðar at møta heimsins undirgangi, onnur bangin, hin rólig.
Foto: Eija Mäkivuoti
Í Breaking the Waves eru vit á bygd í Skotlandi í sjeytiárunum, har hin góðvarna og gudfryktiga Bess (í filminum Emily Watson og í leikinum Beinta Clothier), møtir hinum forsna norðmanninum Jan (í filminum Stellan Skarsgård og leikinum Hjálmar Dam), sum arbeiðir á oljuborðipalli í Norðsjónum. Longu karmurin er spennandi í sínari avmarking. Og ikki minst avbyrgda skotska arbeiðaraumhvørvið og sterka knýtið til meinigheit og kirkju, so meinlíkt okkara veruleika. Ikki minst tá vit fara at finna olju.
Foto: Eija Mäkivuoti
Avbjóðingin í skotsku bygdini í Breaking the Waves, og harvið pallsetta leikinum, er fyrst og fremst kvinnan og leiklutur hennara millum gamaltestamentligar patriarkar, sum fær eina óvæntaða vend, tá Jan gerst púra lamin av arbeiði og, eftir hansara hugsan, ikki longur er førur fyri at nøkta kynsliga tørv hennara.
Foto: Eija Mäkivuoti
Leikurin fer nú tann náðileysa vegin, at Bess skal geva seg undir krav hansara, at finna sær ein elskara í bygdini, skal samlív teirra halda fram, nú hann er bundin í koyristóli. Við guddómligari kraft reisir Lars von Trier spurningin, um hon verður skøkjan í bygdini, ella um hon heldur er hetjan, ið vinnur á patriarkunum og teirra avpartaðu gudstrúgv í meinigheitini?
Ilt er at taka dagar ímillum, hóast eitt er vist. Í endum ringja kirkjuklokkurnar og leikurin er fullkomin. Eins og allar aðrar upplivingar við Lars von Trier og tí, sum sprettur úr hansara filmum, er ferðin guddómlig.

Skotski høvundurin Duncan McLean (f. 1964), sum var á Listastevnu Føroya í 2001, skrivaði í 1993 leikin Julie Allardyce um hetta sama karga lívið kring ein oljuborðipall í Norðsjónum og somu lýsing, um enn nakað mildari, ger norski filmsleikstjórin Hans Petter Moland (f. 1955) í filminum Aberdeen við júst Stellan Skarsgård í høvuðsleiklutinum. Foto: Eija Mäkivuoti
Avbjóðingin í skotsku bygdini í Breaking the Waves, og harvið pallsetta leikinum, er fyrst og fremst kvinnan og leiklutur hennara millum gamaltestamentligar patriarkar, sum fær eina óvæntaða vend, tá Jan gerst púra lamin av arbeiði og, eftir hansara hugsan, ikki longur er førur fyri at nøkta kynsliga tørv hennara.
Foto: Eija Mäkivuoti
Leikurin fer nú tann náðileysa vegin, at Bess skal geva seg undir krav hansara, at finna sær ein elskara í bygdini, skal samlív teirra halda fram, nú hann er bundin í koyristóli. Við guddómligari kraft reisir Lars von Trier spurningin, um hon verður skøkjan í bygdini, ella um hon heldur er hetjan, ið vinnur á patriarkunum og teirra avpartaðu gudstrúgv í meinigheitini?
Ilt er at taka dagar ímillum, hóast eitt er vist. Í endum ringja kirkjuklokkurnar og leikurin er fullkomin. Eins og allar aðrar upplivingar við Lars von Trier og tí, sum sprettur úr hansara filmum, er ferðin guddómlig.
Duncan McLean skrivar á titulblaðnum til leikin Julie Allardyce: ...kanska til Grímu!