Skip to main content

Føroysk flora á fløsku í foodlab


Við Litfloruni í hondini hevur Leif Sørensen savnað føroyskar plantur og tarasløg, sum kunnu hugsast at verða brúkt í snapsi og mildum drammi. Granskingararbeiðið fer fram í foodlab køkinum í granskingarsetrinum iNova við Hoyvíksvegin í Havn.


Granskarasetrið iNOVA varð tikið í nýtslu í juni í fjør. Her hava privatar og almennar fyritøkur atgongd til nýmótans starvsstovur, framkomin tól og skrivstovur. Niðanfyri er laboranturin og granskarin Tina Ziska komin inn í køkin hjá Leif at smakka dagsins úrdrátt.


Her er litfagra arbeiðsborðið og nøkur av amboðunum hjá Leif Sørensen í morgun.


Leif hevur verið norðuri við Gjógv og savnað apublómu í gjónni, og trøllakapar í haganum og fram við vegjaðaranum, og eisini gras og hoyggj, sum alt verður latið á fløsku og merkt eftir eini nærlagdari skipan.


Eisini tari av ymsum sløgum verður kannaður og brúktur í royndini at finna ein føroyskan smakk.


Kanningararbeiði krevur tíð og tol og nógva skráseting við køksborði í starvstovuni í iNOVA.


Ein partur av granskarasetrinum er innrættaður sum nýmótans starvsstovukøkur, foodlab, til gransking og menning av føroyskum matvørum. Køkurin er sniðgivin sum ein partur av Nýggju Norðurlendsku Matrørsluni. Av tí sama er hann útgjørdur við serligari køksútgerð, sum kokkar og onnur serkøn kunnu brúka til at menna nýggj hugskot og rættir, har føroysk rávøra er nýtt.


Regin W. Dalsgaard, stýrisformaður í Vinnuframa og nevndarlimur í iNova, sigur í ársfráðgreiðing undir yvirskriftini Matvørugransking, at "Leif Sørensen og aðrir av Føroya fremstu kokkum hava sína dagligu gongd á Granskarasetrinum, har til ber at granska í matvørum, og har umstøðurnar eru til staðar fyri, at Føroyar kunnu gerast ein norðurlendskur miðdepil fyri matgerð." 


Leif Sørensen var ein av teimum kokkunum á Kommandanten í Keypmannahavn, sum sannførdu eitt altjóða dómarapanel um, at júst henda matstova skuldi hava ikki færri enn tvær Michelinstjørnur. Í 2004 var Leif ein av teimum, sum skrivaðu manifestið Ny Nordisk Køkken. Síðani flutti Leif til Føroya og stovnaði matstovuna Gourmet, har sum Irish Pub er í dag. Eg vil ikki taka meg aftur í at siga, at hetta var Føroya fyrsta fínari matstova. Saman við Mortani í Hamrabyrgi og øðrum var Leif við at mynda Tórshavnar Matfestival í Vágsbotni og út eftir Bryggjubakka í 2009, tá Tórshavnar kommuna hátíðarhelt 100 ár sum fólkavald kommuna. Síðani hevur Leif staðið á odda fyri Koks, ið er fyrsta føroyska matstova, sum leggur seg eftir at brúka føroyska rávøru á hægsta stigi. Síðani Leif gavst í hesum starvi í vár, hevur hann granskað í iNOVA.


Áhugin fyri plantum er stórur í Føroyum. Leif hevur Litflora (Føroya fróðskaparfelag 1980), sum er í praktiskari plastpermu, í lummanum, tá ein fer út í náttúruna at leita eftir plantum. Í bókini Føroysk flora (Nám 2000) verða 67 plantuættir, tilsamans um 400 blómuplantur og leggstreingjagróplantur, viðgjørdar í teksti og við littekingum. Fyrsta floran á føroyskum, Føroya flora eftir Rasmus Rasmussen, kom út í 1936 og aftur í 1952. Í føroyska partinum í nýggja atlasinum hjá Námi er ein síða við tilsamans 235 plantusløgum, frá teim heilt vanligu til tey sera sjáldsomu í tali, summi ovarlaga, tað vil siga omanfyri 300 metrar, og onnur niðarlaga, niðanfyri 300 metra hædd. Flestu plantusløg, 85, eru í øllum hæddum, 81 vaksa ovarlaga og 68 niðarlaga.


Granskarasetrið iNOVA, sum umframt foodlab hevur starvsstovur, skrivstovur, fundarhøli og ein høll, er úrslitið av einum samstarvi millum privatar og almennar fyritøkur, hvørs endamál var at styrkja vísindaliga undirstøðukervið í Føroyum. Hendan samansetingin gevur góða atgongd til framkomin tól og samstarv millum granskarar.