Skip to main content

Ræðslan fyri tí ókenda


Hví var tað so umráðandi at forða fólki at síggja filmin Fifty Shades of Grey og heldur geva Kvinnuhúsinum peningin fyri atgongumerkið? Er nakar munur á hesum átaki, og tá Filmseftirlitið bannaði Last Temptation of Christ, og politikarar vildu steðga Ginusøgum? Eru filmar og sjónleikur ein hóttan, ið kann skeikla maktjavnvágina í etableraða samfelagnum?

Birgir Kruse,
Sosialurin 27. mars 2015


Vit kunnu ilskast ella gleðast, tá vit raka við nýggjar mátar at siga søgur. Tað velst alt um, hvussu okkara gerandisdagur er, hvørjar royndir vit hava, og hvørjar tankar vit gera okkum um at deila makt, vitan og undirhald við medmenniskju okkara.

Fyri fáum árum síðani østu politiskir flokkar, sum vit sjálvi høvdu valt á ting, seg upp um kynsvillingar, sum skuldu í viðgerð, tí teir vóru sjúkir og vilstir. Men so kom LGBT-rørslan og fór á Facebook og broytti almennu hugsanina, so tað bleiv stovureint at liva eitt lív sum samkyndur. Í dag er eingin rættsiktaður politikari, sum hevur dirvi at broyta hesa sannkenning, ið hvørt ár savnar í túsundavís av atkvøðum undan tjóðardegnum. Ógrundaða ræðslan er sett upp á pláss.

Listin sum leiðregla

Kynstrið at prenta, sum var gamalt í Kina, kom til Evropa, tá Johannes Gutenberg (1398-1468) legði lunnar undir bókaprent í 1439. Nú kundu onnur enn bara skriftlærd lesa bøkur, akkurát sum Umberto Eco (f.1932) so stuttliga sigur frá í krimisøguni Navn rósunnar (1980), har lykilin til stongda kleystursbókasavnið verður funnin.

Ivaleyst hevur henda nýggja og breiðkaða formidling loypt ræðslu á fólk, nú rennessansan kom í spergament, og onnur enn tey ráðandi sluppu at lesa og greina.

Omanfyri síggja vit ávarandi senur úr gerandislívinum hjá evropeiskum samtíðarbóndum í óhugnaliga prentinum hjá Pieter Breugel eldra (1525-69). Myndaligu ávaringarnar um girnd skulu helst minna áskoðaran á ævigan glatan, um hann ikki heldur seg til eitt sømiligt og borgarligt lív, so sum kirkjan prædikar.

Byltingar skapa ræðslu

Í okkara tíð er ræðsla altíð komin á fólk, tá nýtt kynstur, ið skapar nýggjar mátar at miðla og deila makt  uppá, stingur seg upp. Bara úr okkara tíð kunnu nevnast teknirøðir, video, filmur og telduspøl. Samtíðin hevur fatað hesar miðlar so subversivar, at brúnasíðar nevndir mugu setast at umsita viktorianskar lógir við rætti at sensurera og krevja inn tálmandi skattir og stuttleikagjøld.

Í summum londum kann eisini lóggáva í sjálvum sær elva til ræðslu, til dømis í Danmark, tá porno varð loyvt at vísa á myndum í 1969. Sama ræðsla sæst á Tingi viðvíkjandi afturvendandi málinum um fosturtøku. Vit forganga sum tjóð, um vit loyva hesum inntrivi í kvinnukroppin, siga tey ræddastu, uttan at geva sær far um, hussu góð okkara hagtøl eru. Men sjálv søgan er betri enn tølini og fær bein at ganga á í almenna rúminum.

Bretski sosiologurin Stanley Cohen (1942-2013) brúkti í 1972 heitið the folk devils um tey, sum miðlarnir av onkrari orsøk fara at ávara um, so ræðsla kemur á tey, sum brúka miðlarnar. Hugsaða ræðslan breiðir seg úr miðlunum út í almenna rúmið og gerst ein almenn moralsk ræðsla, sum tekur fólk av fótum og kann heimiðla ymsar atgerðir, innsavningar til neyðstødd, eftirlit við ivasomum ungdómi, ella fullkomið forboð fyri ávísum viðurskiftum.

Cohen varpaði ljós á ungar ótillagaðar menn, mods og rockers, úr bretsku arbeiðarastættini. Mods, sum vóru nógv frammi í 60’unum, eru eisini evni í Quadrophenia hjá The Who í 1973. Kanadiski miðlagranskarin Marshall McLuhan (1911-1980) og bretski sosiologurin Jock Young (1942-2013) hava í ávikavist 1964 og 1971 viðgjørt líknandi ungdómsbólkar, sum skapa ræðslu í eini leitan eftir samleika, ofta í kriminellum brotasjógvi og við nýggjum hóttandi outfitti og atburði.

Ræðsla í miðlunum

Amerikanski metsøluhøvundurin Gavin de Becker (f. 1954) skrivar í fyrstu bókini The Gift of Fear (1997) um eina ólukkuliga hending, har ein skúladrongur lurtar eftir tónleiki í einum Walkman, og ansar ikki eftir, at eitt tok kemur framvið. Hann doyr á staðnum. Ístaðin fyri at ráða ungum til at vera ansin í ferðsluni, meðan tey lurta eftir tónleiki, so verður søgan vinklað soleiðis í lokalu avísini: ”Maður dripin meðan hann lurtaði eftir heavy-rock”. Gravandi journalisturin hevur funnið út av, at á kassettubandinum hjá hampiliga skúladronginum vóru sangir hjá Ozzy Osborne. Søgan elvdi til miðlaræðslu, ið aftur elvdi til rættarsókn móti plátufeløgum og rocktónleikarum, sum foreldur og moraliserandi bólkar góvu skuldina fyri kriminella atferð og í ringasta føri sjálvmorð.

Tá tveir tíggju ára gamlir dreingir í Bretlandi drupu hin tvey ára gamli James Bulger í 1993, kom fram, at pápi eina drápsmannin átti videofilmin Child’s Play 3 (Jack Bender 1991). Hesin filmur var orsøkin til drápið og bann skuldi setast fyri tílíkum filmum. Einki kundi prógvast, men søgan var góð. Hon skapti stóran ótta og seldi nógv bløð.

Politiskar avleiðingar

Í Føroyum elvdi filmurin The Exorcist (William Friedkin 1973) til mikla ræðslu, og vit fingu eitt virkandi filmseftirlit, hóast greið lóg var frammanundan um harðskap, pornografi og blasfemi. Seinni er alt films- og miðlaeftirlit spart burtur, og einki virksemi, hvørki gransking ella eftirlit, er á hesum øki.

Filmurin Life of Brian (Terry Jones 1979) varð sýndur í Filmsfelagnum í 1988. Eftirsum hetta var ein afturlatin felagsskapur við limalista, akkurát sum ølklubbarnir, ið tá vóru, kundi Filmsfelagið snúgva sær undan eftirliti. Tá sama felag árið eftir vísti The Last Temptation of Christ (Martin Scorsese 1988), fekk Filmsfelagið eina seinastu ávaring frá Filmseftirlitinum, sum segði, at hetta gekk ikki longur. Langafríggjadag 2014 var almenna støðan tó so mikið broytt, at Kringvarpið valdi at senda sama filmin út í hvørja føroyska páskastovu.

Sjónleikurin Ginusøgur (The Vagina Monologues, Eve Ensler 1996) varð framførdur í føroyskari týðing á Tjóðpalli Føroya í 2002. Her varð hol sett á Føroya størsta dulsmál: Hvussu eitir kusan í almenna rúminum? Í yvirskriftini í grein, sum er ummæli í framfýsna blaðnum Fregnir, reksar Carl Jóhan Jensen upp hesi orð úr leikinum: Skomm, blygd, skøp, burðarliður, petti, lall, glips, piska, keil, flerra, got, pill, klov, kunta, grolla, kusa. Bara miðlaðu orðini loypa ekka á fólk og skapa kjak í almenna rúminum.

Kjakið flutti seg inn á ting, har tingmenninir Gerhard Lognberg fyri Javnaðarflokkin og Jógvan á Lakjuni fyri Fólkaflokkin, sum tók áðurnevnda filmseftirlit av, seta spurnaðartekin við, um hetta er list, og hvat slag av list hevur uppiborðið almennan stuðul, hóast vit hava armslongdarprinsippið til dømis í umsitingini av Mentanargrunni Landsins.

Í Danmark í 1965 varð ein arbeiðsmaður kendur fyri á sama hátt at venda sær ímóti almennum stuðli til list, sum honum ikki dámdi. Hann æt Peter Rindal (1923-2009), og fólksliga atfinningarsemið móti ráðandi list á almennum søvnum varð kallað Rindalisma. Rindal var goymslumaður og limur í Fremskridtspartiet.


Fifty Shades of Grey

Tá russiski filmurin Leviathan (Andrej Svjagintsev 2014) varð sýndur úti í heimi og vann hópin av stórum og sjónligum heiðurslønum, kravdu russiskir politikarar, at mentamálaráðharrin, Dmitri Medvedev, tók almenna stuðulin frá filminum, tí hann lýsti ikki tað rætta Russland.

Um sama mundi vóru altjóða metsølubøkurnar Fifty Shades of Grey (E.L. James) at fáa í hvørjum bókahandili á øllum tungumálum. Hóast bøkurnar eisini vóru metsølubøkur í Føroyum vórðu tær ikki týddar til føroyskt.

Tá Havnar Bio í februar í 2015 frumsýndi filmin Fifty Shades of Grey (Sam Taylor-Johnson), sum bygdi á somu bøkur, sást ræðslan skjótt í øllum heimligum miðlum. Braneggjaði bloggarin Marna Jacobsen heitti á fólk um ikki at fara í biograf, men heldur at senda peningin fyri atgongumerkið til Kvinnuhúsið. Hon sigur, at innsavningin skal hjálpa teim kvinnum, sum verða bukaðar í Føroyum. Men hvørki hon, ella leiðarin í Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck, sum váttar uppáhaldið um bukaðar kvinnur, hava sæð filmin.

Hóast vánaligastu ummæli í nýggjari filmssøgu, og filmsárið enn er nýtt, so væntar Havnar Bio fyri vist, at hetta verður filmurin, ið flestu føroyingar vilja síggja í ár. Orsøkin er, at hann hevur fingið so nógva umtalu, og at hann verður vístur samstundis her hjá okkum og í útheimi. Filmurin er ikki eitt abstrakt hugtak úr øðrum londum, men kann síggjast her og nú. Kringvarpið tók tí evnið upp í morgunsendingini Góða Morgun Føroyar, ið sambært lurtarakanningum hevur nógv flestar lurtarar.

Í sendingini hoyrdu vit tvær kvinnur, Maluna Eyðunsdóttir, sum hevði sæð filmin kvøldið fyri, og Marnu Jacobsen, sum enn ikki hevði sæð filmin, men tó helt fast um boykottið. Marna, sum er mín yndis bloggari, grundgevur soleiðis fyri boykottinum av filminum:

”Tí hetta er ein av mongum bókum, mongum ímyndum, har tú skalt lullast inn í eina romantiska fatan av, at allar kvinnur elska at verða bukaðar…”

Hóast mótmælið tekur støði í bókini, rakar tað filmin. Mælt verður ikki til innrás í Riti og Ráki at banna bøkurnar niður og norður, og so flyta keypsprísin til Kvinnuhusið. Veit, at tær tríggjar bøkurnar eru munandi dýrari enn eina bilettin til filmin í biografinum, sum roynir at hóra undan við eini aktuellari skrá mitt í okkara doyggjandi høvuðsstaði.

Eftir hesa moralsku miðlaræðslu standi eg sum kánus á heimrustini. Var hetta eitt bíligt skoritriks í almenna maktmentarrúminum? At skilja dumbu frá bosi? Ella var hetta ein berlig staðfesting av, at vit liva í eini svart hvítari bókstavamentan, har litaður filmur ikki eigur innivist?

Livst, so spyrst.