Skip to main content

Ebba Hentze er deyð, 84 ára gomul


Í gjár 20. mai andaðist rithøvundurin, týðarin og hvassi mentanaraktivisturin Ebba Hentze, 84 ára gomul. Omanfyri er hon avmyndað á Heystframsýningini í 2010 saman við Fríðu Matras Brekku. Sjálvur slapp eg inn í lívið og gerandisdagin hjá Ebbu, tá hon fyrst í telefon, og so á gøtuni kommenteraði eina útvarpssending eg hevði havt í 1996. Evnið, sum upptók hana svárt, var happing. At koma fremmand, ættleidd, til eina bygd, har happing varð dyrkað og sett í system av vaksnum fólki, sum børnini tóku til sín og lótu liva víðari í mýru og muru. Eftir at hava skáksiglt eina løtu á terrassuni heima í Tórsbyrgi, beyð hon mær oman í C. Pløyensgøtu, at tosa um hetta og lívið annars. Eg skuldi hava bandupptakara við, og so skuldi eg fáa eina kalda Tuborg. Tað bleiv til eina sending á Vetrarbreytini í januar 1997. At koma inn á gólvið hjá henni var ein seremoniur, ið var væl fyrireikaður eftir drúgvar kanningar. Einki til tilvdarligheitirnar, altíð research og radaran for frá. Men afturfyri kravdi hon, uttan eitt orð, tað sama av mær, og øllum uttan um hana. Respekt, og at eg hevði sett meg inn í tað, vit tosaðu um. Hugvekjandi, víðskygd og inspirerandi. Hon var harðmælt úti, men følin inni. Tí kundi eingin sum hon týða Edith Södergran. Fyrstu týðing av svensku krimisøgunum hjá Sjöwall og Wahlöö, eg varnaðist á donskum, hevði Ebba umsett. Sjálv skrivaði hon fleiri barnabøkur, bæði á føroyskum og donskum, og fekk fleiri virðislønir fyri avrikini. Í Rithøvundafelagnum var hon heiðurslimur, eftir preliminerprógv tók hon studentsprógv í Keypmannahavn í 1950, har hon eisini læs bókmenta- og málfrøði, og fekk námsstyrk at lesa í Evropa. Við heimasíðuna hjá Rithøvundafelagnum segði Ebba, at alt tað hon minntist, hevði hon skrivað. Fyrstu ferð fyri almanna eygum í klassiska danska bókmentunarliga tíðrritinum, Hvedekorn, sum fyrstu ferð kom út í 1920, og í dag verður ritstjórnað av Lars Bukdahl og øðrum. Umframt á heimasíðuni hjá Rithøvundafelagnum, er nógv at lesa um Ebbu á føroysku Wikipediu.

Ærað verið minnið um virkna mentanarliga aktivistin Ebbu Hentze.