21.7.15

Paris is Burning


Sirkus vísur í kvøld 25 ára gamla amerikanska heimildarfilmin Paris is Burning, ið Jennie Livingstone, sum í dag er 53, gjørdi í 7 ár í New York í 1980’unum. Filmurin varð frumsýndur í 1990.


Jennie Livingston ger sum Niels Juel Arge, upparbeiðir eina trúverdiga interviewsituatión og klippur seg burturúr samrøðunum. Hendinga ferð hoyra vit hana seta spurningar. Annars er hon flugan á vegginum.


Tað eru ball, drag balls, á svarta og latino drag- og transpallinum í New York, serliga Harlem, vit fáa innlit í.

Tí undrar ein seg yvir heitið á filminum, sum lýsir New York eftir diskobylgjuna og Studio 54, men innan Madonna kemur fram við Vogue, og eisini innan eyðkvæmi kemur á breddan.

Spurt kann verða, um tað er geografiski býurin París og høvuðsstaðurin í Fraklandi, sum brennur, ella er tað ein flutt merking um ein brennandi kropp í skeivum likami?

Eftir at hava sæð filmin, halli eg til hetta síðsta, hóast eingin samtíðarummælari gevur eina ábending tann vegin. Tað er upp til okkum at taka støðu til.

Í søgubókunum er tað Hitler, sum 23. august í 1944 skal hava givið týska guvernørinum og uppisitaranum í París, Dietrich von Choltitz kravboð um, at býurin skal ikki falla í fíggindahendur, uttan so at hann er brendur í grund. Sigst eisini, at Hitler í øðini kravdi at fáa svar frá Choltitz: ”Brennur París nú?”. Og tað sigst eisini, at týski guvernørurin í tikna franska høvuðsstaðnum hevði dirvi at lúgva fyri Hitler og tískil bjargaði París, sum ikki bleiv brendur.


Í filminum hjá Jennie Livingston er tað ein drag queen, ið hevur navnið Paris Dupree. Hon hevur ársball, sum hon kallar Paris is Burning.


Í einum kjakforumi á netinum havi eg funnið hesa viðmerking:

"Knowing that Paris is the fashion capital of the world he (Paris Dupree) used the phrase to title his ball as if to say Paris will burn with envy after they see what happens at his ball. Jennie Livingston just titled the movie after Paris and his ball."

So er heitið uppá pláss, við rúmi fyri egnari tulking eisini.

Seinni kom Madonna, sum brúkti vougestílin úr júst hesum filmi.


Hyggja vit filmssøguliga at Paris is Burning og seta hann í LGBT-høpi, so finna vit ein áhugaverdan tráð á blogginum BENT a queer blog, 11. juni í ár. Har er atkvøtt um 50 teir týdningarmestu LGBT-filmar og fimm teir fremstu eru hesir:

1. Brokeback Mountain  (Ang Lee, 2005)
2. Milk (Gus Van Sant, 2009)
3. Boys Don't Cry (Kimberly Pierce, 1999)
4. My Own Private Idaho (Gus Van Sant, 1991)
5. Paris Is Burning (Jennie Livingston, 1990)

Síðani kemur spanski Almodovar, og høvdu vit verið í Føroyum ella Evropa í 1980’unum, so hevði týski Rainer Werner Fassbinder eisini verið millum hesi fimm.

Sundance Film Festival, sum er millum fremstu filmisku kvalitetsmerki í USA, vísti og virðislønti filmin, tá hann var nýggjur. Nú hann hevur nátt silvurbrúdleypsaldur, er hann restaureraður og vístur aftur undir Collection Series. Tað er sjálv definitiónan av fyribrigdinum kult. Kult er tað, sum against all odds vinnur á tíðini.


Paris is Burning nemur við mong viðurskfiti. Hann avdúkar materialismu í okkara mentan, varpar ljós á kynsleiklutir, ríkidømi og fátækradømi, miðlarnar og tann meldur, sum miðlarnir mest og best fegnast um, og fame, at verða kendur og væl dámdur, og um sleiskni, smikur og lifr.

Paris is Burning hevur fingið sjáldsama góð ummæli í ofta konservativum og serstakliga machorappkjaftaðum filmsbókum.

Ein teirra er Leonard Maltin’s Movie & Video Guide, sum frá og við í ár hevur givið upp kappingina við internetið. Hvørki bókin ella appin fast longur. Men tá filmurin var nýggjur gav ummælarahópurin hjá Leonard Maltin 3 ½ stjørnu, sum er ein hálv stjørna frá instant classic: ”Fresh and uncondescending, with a powerful element of tragedy near the end,” segði ummælið.


Ein onnur árbók, bretska Timeout Film Guide, gevur filminum besta skoðsmál og sigur m.a.:

“This is queer culture’s revenge on the world that sourrounds and excludes it.”

Ein onnur bretsk árbók, RadioTimes Guide to Films, gevur fult sigatal, 4 stjørnur, sum er very good og beint undir støðumetið outstanding.

At enda fari eg at verða eitt sindur øvugtur. Leikstjórin í Paris is Burning er hvít lesbisk yvirklassakvinna, sum lýsir menn á einum svørtum queer palli ytst og niðast í samfelagnum. Úr filmssøguni og miðlabílætinum kenni eg ikki til tað mótsætta. At ein svartur samkyndur maður finnur fram til ein subkultur og lýsir hvítar kvinnur í øvugta leiklutinum. Kanska finst ein tílíkur filmur, men eg kenni hann ikki.

Tí fari eg at leita til belle hooks


Bell hooks er dulnevni hjá 62 ára gamla svarta amerikanska rithøvundanum Gloria Jean Watkins, kendast fyri Ain’t I a Woman í 1981 og fleiri enn 30 feministiskar bøkur. Eg skilji, at tá hon viðgerð filmsuppliving og miðlalesing yvirhøvur, ger hon tað við støði í søguliga staðfestum amerikanskum rasuskilnaði og stættarstríði. Hon heldur fram fyri okkum svarta trælin, sum gazing beundrar hvíta eigaran. Í 1992 skrivar hon bókina Black Looks - Race and representation. Her nýtir hon sama sjónarmið, altso rasuskilnað og stættarstríð, tá hon viðgerð okkara film, Paris is Burning. Á síðu 147 sigur hon:

“This is brutally evident in Jennie Livingston's new film Paris Is Burning. Within the world of the black gay drag ball culture she depicts, the idea of womanness and femininity is totally personified by whiteness. What viewers witness is not black men longing to impersonate or even to become like "real" black women but their obsession with an idealized fetishized vision of femininity that is white.”

Altso hvítheit sum tragiskt ideal hjá svørtum. Um søguligu avleiðingarnarnar, sum rasisman hevur havt fyri svartar kvinnur, stereotypur av svørtum kvinnum í miðlunum og um "white supremacist capitalist patriarchy". - Tí er tað so hugtakandi at fara í biograf, sigur belle hooks, sum skrivar seg við lítlum.

Vit kunnu einki gera við okkara forføring í biografinum, annað enn at heilgardera okkum við vitan og fyrivarni, kanska kognitivari filmsteori, og erkenna, at biografgangarí er besti heilafimleikur. Hetta síðsta var mín útlegging og reklama fyri Filmsfelagnum.

Eg eri ikki ósamdur við hesum sjónarmiðið hjá bell hooks. Hesin sjónarvinkulin gevur eina lítið glaða fatan av filminum og teim lagnum, hann lýsur. Sjónarmiðið ger filmin beinleiðis deprimerandi og setur hann í andsøgn við sjálvt veitslukenda evnið, sum hvíti leikstjórin hevur sett sær fyri at lýsa: svartar drag queens, ball og vougeing, at posera sum á Voguepermunum.

Í so máta er hetta ein ómissandi tíðarmynd, sum er varðveitt í einum tíðarleysa heimildarfilmi, sum tó viðger tað mest tíðarbundna - looks, pose og móta. Tað mest tíðarbundna, sum skjótast verður avoldað. Filmurin krossast í hesum báðum mótstríðandi streymum, annan vegin hopleyst tíðarbundin, hin vegin tíðarleysur, tí flugan á vegginum megnar at loysa og lyfta søguna, sum altíð er fortald í fyrsta persóni eintal, við etikettum, so vit vita, hvar vit eru, og hvør, ið hevur orðið, ella hvat evnið er. Ein framúr snøggur og heilstoyptur heimildarfilmur í klippi, ljóði og tónleiki, men eisini í neyðuga nærleikanum við heimildarfólkini, sum 21 ára gamla Jeannie Livingstone, hvít úr Dallas í Texas, byrjaði at arbeiða við í 83 og helt á í 7 ár. Hon var sostatt 28 ára gomul, tá filmurin varð frumsýndur í 1990. Mótvegis flestu í hesum filmi er hon enn á lívi.

Góða sýning og góða ólavsøku!