5.1.16

91 virðislønir til 15 íslendskar filmar í 2015


Endasenan í filminum Hrútar (Rams)

2015 var eitt sjáldsama gott ár hjá íslendskum filmi og íslendskum filmsfólkum úti í heimi. Ásgrímur Sverrisson, sum rekur óheftu films- og sjónvarpssíðuna Klapptré, hevur í dag roknað seg fram til, at undanfarna ár hava 15 íslendskir filmar fingið ikki færri enn 91 altjóða virðislønir.

Tað er ikki hent fyrr, sigur hann og leggur dent á, at talið er næstan tríggjar ferðir hægri enn fyrrárið.


Sigurður Sigurjónsson og Theodór Júlíusson í filminum Hrútar (Rams)

Í 2015 hendi tað óvanliga, at tríggir islendskir filmar, og ikki bara ein, gjørdu vart við seg á altjóða filmstevnum. Filmarnir eru Hrútar, sum vann 22 virðislønir, Fúsi, ið vann 13 virðislønir og Þrestir, sum vann 10 virðislønir.


Gunnar Jónsson er Grímur í filminum Fúsi (Virgin Mountain)


Atli Oskar Fjalarsson hevur høvuðsleiklutin í Þrestir (Sparrows)


Rúnar Rúnarsson hevur leikstjórnað Þrestir (Sparrows)

Stuttfilmurin Hvalfjörður, sum kom í 2013, vann 28 virðislønir í 2015, og hevur sett íslendskt filmsmet við 43 virðislønum, síðani hann kom fram í 2013.


Gudmundur Arnar Gudmundsson hevur leikstjórnað Hvalfjörður

Allar tær 91 virðislønirnar, sum íslendskir filmar og íslendsk filmsfólk fingu í 2015, síggjast á heimasíðuni Klapptré.